Komandi ár fer uttan iva at prógva, um vit eru før fyri at tryggja rættvísi, har hvør kennir ábyrgd mótvegis næstanum og ættarliðunum, sum koma, tí alt bendir á, at stórar avbjóðingar eru fyri framman, og at vit koma at síggja rembingar og avbjóðingar á mongum økjum. Men framburður uttan menniskjalig virði skapar als onga framtíð.
Á gáttini til nýggjárið verður altíð dúgliga hugleitt um tað, sum farið er, og um tað, sum koma skal. Nýggjársleitið fær okkum at steðga á ? fær okkum at hugsa størri og víðari bæði frameftir og aftureftir. Vit kunnu tá hóma tíðarinnar veldigu víddir, og vit kunnu eisini ásanna, hvussu avmarkað okkara egna æviskeið í veruleikanum er.
Men okkum tørvar framhaldandi eitt samfelag, har menniskju kunnu liva eitt gott og ríkt lív við virðum, íð røkka longur aftur enn dagin í gjár og longur fram enn dagin í morgin.
Framburður uttan menniskjalig virði skapar als onga framtíð. Tí er eisini neyðugt at hava í huga, at tøknilig nýskipan og materiellur vøkstur hava onki virði í sjálvum sær, um vit ikki byggja á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennir seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á.
Okkara land ? Føroyar
...... skal framhaldandi vera eitt gott land at skapa eina framtíð í. Har tað eru menniskjalig virðir, har tað er fólkaræði, har tað er samhaldsfasti, og har tað er kærleiki, sum eru drívmegin. Har vit læra at liva av náttúruni uttan at oyða og dálka hana í jagstranini eftir stuttskygdum materiellum framburði. Har ongin dettur burturímillum í gloymsku, og har ongin kann gera nakað uttan at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum. Har vit eisini eiga at dyrka tað virði, at vit eru ymisk og ósamd.
Móti nýggjum leiðum
Mín vón fyri nýggja árið skal tí vera, at vit seta fólksins viðurskifti í fremstu røð. Tað krevur hugburðarbroytingar á mongum økjum, t.d. at ungdómurin støðast í nærumhvørvinum, at møguleikarnir hjá barnafamiljum verða tryggjaðir, at tikin verður hond um t.d. heilsu-, dagstovnar og eldrarøkt, og at fiskiríkidømi okkara verður tryggjað sum ogn Føroya fólks.
Á hendan hátt vil eg ynskja øllum ? bæði burturi og heima eitt gott og vælsignað nýggjár og ynskja, at vit í nýggja árinum framhaldandi virka fyri, at okkara land verður eitt gott land at geva okkara eftirkomarum.