mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði. Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín. Og so hevur hon eisini samband [...] við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn. ? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tæ [...] universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til. ? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur. Men ferðingarhugurin ger
vikuskifti, og tá kunnu vit saktans venja einar fimm tímar um dagin, sigur Emma Andersen. Hon hevur longu vunnið trý DM heitir, og við seinastu DM kapping luttók hon fyri fyrstu ferð milum juniorarnar, og hóast [...] kotum, skoytaði Emma í tunnari drakt og vísti royndir av sínum kynstrum til stórt frægd fyri nógvu møttu. Og so gav hon sær eisini stundir at leggja fólki lag á, og tað vóru nógv, sum nýttu hetta fyrsta [...] Hóast Emma Fríða Andersen bert er 13 ára gomul, hevur hon vant skoyturenning í níggju ár. Og so telist hon millum evnaríkastu skoyturennarar í Danska ríkinum. Men eitt er at hava evnir, eitt heilt annað
hesi vinnu enn t.d. Skotland og Aberdeen, tá hugsað verður um ta vald og ávirkan ávikavist London og Keypmannahavn hava. Styles heldur Føroyar vera í eini betri støðu, og hóast Skotland nú hevur fingið [...] er Leiftur. Seinni í summar fara bæði ÍA og ÍBV at fáa somu trupulleikar. Meðan hini liðini í Íslandi hava spælt átta dystir, so hevur Leiftur bara spælt seks, og føroyska liðið í Ólafsfirði fær ikki møguleikan [...] landskappingini fyrrenn 13. juli. Føroyingarnir í Íslandi fara ikki at keða seg næstu vikurnar. Tá teir fara at spæla fyrsta landskappingardystin verður talan um fjórða dystin í ellivu dagar. 13. juli verður m
trupulleikar vórðu loystir og ikki at meiningin var at bumba Sandoynna eini 15 ár aftur í tíðina. Vælsignaðir, bæði Strandferðslan og tann politiski myndugleikin, játtið Spógvanum 1,5 mió og latið Hasselfjord sigla [...] sigla ein túr á morgni og ein á kvøldi út í Hest. Og síðan føra farm saman við Teistanum til og frá Sandoynni, tí sum er, er kaos tá tosað verður um flutning at fiski, betongbilum, stórmaskinum o.s.v. [...] hevur verið sagt ferð eftir ferð í miðlunum, tekur bara 12 ferðafólk og tað er bilførarirnir, sum skuldu við ferguni. Hvussu tá 13 fólk standa á Gomlurætt, fær so tann eini boð um, at hann ikki sleppur
16.00 giftast í Vágs kirkju Ásla Djurhuus úr Vági og Sámal Pauli Johannesen úr Vági, og 27. mai hava Heidi og Mikkjal Djurhuus úr Vági silvurbrúdleyp og 27. mai hevur Joselyn Niclasen úr Froðba 70 ára [...] 00 giftast í Býráðshúsinum í Tórshavn Lisbeth á Marknagili, Klaksvík, og Jóannes Næs, Hvalba. Veitslan verður á Hotel Føroyum kl. 13.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið á hjúnabandsdegnum, biðjast vinarliga [...] Leygardagin 3. mai kl. 16.00 giftast í Hvannasunds kirkju Henny Stenberg, Porkeri og Magni Rubeksen, Norðdepli. Veitslan verður í Skálanum í Klaksvík kl. 19. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma
Dráttur mentist tó aftur og minkaði um munin niður í bara eitt stig til 19-20, men so vann SÍ rest og settið 25-19. TB - Fleyr 0-3 (14-25, 17-25, 19-25) Fleyr, sum tapti í bæði steypa- og FM-finalunum seinasta [...] er styrkt við, at hevarin Janna Falkvard er afturkomin úr Danmark. Í dag var lítil og eingin spenningur í dystinum - og tó, tí í triðja setti legði Dráttur seg á odda ikki minni enn 7-0. SÍ vann tó tey [...] leikarum sum seinasta kappingarár, og ikki verður tað óvæntað, um vit síggja Fleyr í onkrari finalu aftur hetta kappingarárið. TB hevur dugnaligar, men fáar leikarar, og enn restar eitt sindur í hjá teimum
Norra og Svøríki hava tey nýliga fingið nýggj opera- og konserthús, og nýtt konserthús er á veg í Íslandi. Finnland hevur altíð verið í fremstu røð, tá ið tað snýr seg um íløgur og stuðul til list, og hevur [...] villist inn í eina orkesturhøll, og hevur harumframt myndir, tónleik og ein sang, sum børnini syngja við til. Bókin hevur havt sera góða móttøku og er nú týdd til fimm mál, og verður framførd í so fjarskotnum [...] skjalprógva og ríka um føroyska tónleikamentan. Harumframt er ein av týdningarmiklu leiklutunum hjá orkestrinum at virka sum bæði lopfjøl og pallur hjá føroyskum solistum, kórum og gevur tónleikalærarum og framkomnum
um og er løtt at handfara. Tað at bilurin er størri merkist væl, við tað meira pláss er allar vegir og betur beinpláss. Hvat útgerð viðvíkir fæst Zafira í hesum útgavunum: Limited, Enjoy, Cosmo og Sport [...] trygdarskipanir og standard útgerð er t.d. ABS bremsuskipan við bremsumegideilara, bremsuhjálpara, elektroniska stabiliseringsskipan (ESP), airbag framman, í síðunum og gardinairbag, og aktivar nakkapútur [...] við 105 hk, síðan er ein nýggjur 1,8 litur við 140 hk, ein 2,2 litur við beinleiðis innspræning og 155 hk, og ein 2,0 turbo við 200 hk. 1,9 CDTi dieselmotorurin fæst við 120 hk ella 150 HK. Størsti motorurin
verkætlanini, og í fjør heyst varð ein royndarverkætlan gjørd á Hamrinum á Argjum. Hendan hevur bæði riggað væl og verið serstakliga væl umtókt. Somikið væl, at FSF hevur arbeitt víðari við ætlanini, og nú hevur [...] august mánaði, og eru hesar í Havn, Leirvík, Sunda Kommunu, Sørvági og á Toftum. Í øðrum, sum vónandi verður lagt út seinni í ár, er stuðul játtaður til Miðvágs, Sjóvar, Eiðis, Skúvoyar og Viðareiðis Kommunu [...] slíkari verkætlan. Er økið planerað og annars klárt at taka í nýtslu, so kemur FSF við undirlagi og álegging, umframt at stuðul eisini verður veittur til kringstøðurnar. Og verður talan tá um sjálvboðið arbeiði
fjarstýrt sentrallás við alarmi og startsperru. Rover 45 1.8 sedan Motorurin 4 syl. 1.8 litur 16V 117 hk 0-100 km/t 9,3 sek. Bensinnýtsla 13,7 km/l Dekkstødd 195/55-15 Stødd og vekt Longd 452 cm Breidd 170 [...] gjørdur, og hevur munandi betri koyrieginleikar Bilar Magnus Gunnarsson Ein tann mest umtalaða sølan í fjør var tá BMW seldi Rover til Phoenix-samtakið. Teir keyptu Longbridge verksmiðjuna, og rættin til [...] tryggari og hevur gott vegtak. Í besta Rover stíli Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein sedan við 4 hurðum. Hann er góður at koma inn í, lætt er at finna seg til rættis við at stilla rattið og førarasetrið