Toppurin er um at gerast breiðari

3. deild: AB hevur tapt tvær ferðir, og B36 megnaði ikki at manna lið, tá teir skuldu spæla í Vági

Tað er okkurt, sum bendir á, at kappingin um fremstu plássini og harvið eisini um møguleikan at flyta upp, fer at verða meiri spennandi, enn tað sá út til at gerast, tá sjey umfør vóru fingin frá hondini.

Tíverri høvdu vit í síðstu viku ikki umstøður at hava umrøðu í blaðnum eftir 8. umfar. Nú taka vit afturíaftur, og vit kunnu staðfesta, at summi lið hava fingið luft undir veingirnar, meðan tað hjá øðrum er meiri ella minni steðga upp.

Mest merkisvert er tað, at trý lið, sum øll hava møguleika at flyta upp ? Skáli, B71 og VB ? hava tikið seg fram móti AB og B36, sum tey fyrstu sjey umførini tóktust vera púra einsamøll í kappingini um gullkrónurnar.

At hesi trý liðini eru komin tættari at uppflytingarmøguleikanum kemst m.a. av, at bæði B36 og AB hava mist tær báðar seinastu vikurnar. B36 vann spennandi toppuppgerðina móti AB í Gundadali 2?1. Tá B36 so skuldi fara suður til Vágs, megnaðu teir ikki at manna lið, og so sendu teir avboð. Hetta er sjálvandi lítið sømiligt. VB hevur fingið tey trý stigini við málmuninum 0?0. Sambært skipanini skulu B36 og VB spæla í Gundadali 2. september. Reglarnir siga, at tá lið ikki møtir á útivølli, skal hin dysturin spælast á vøllinum, har útiliðið ikki møtti. Tað vil við øðrum orðum siga, at B36 skal til Vágs 2. september.

AB vann í 9. umfarinum 8?4 á Argjum móti TB. Sambært skránni skuldu argjamenn spæla í 10. umfarinum á heimavølli móti B71 komandi sunnudag. Men dysturin varð framskundaður til síðsta týskvøld. Ivaleyst mundu teir í AB rokna við at vinna tey trý stigini. Ikki minst tá teir í steðginum vóru á odda 2?1. Tveir minuttir undan steðginum varð ein sandoyingur rikin av vøllinum. Men B71 megnaði at javna til 2?2, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Merkisvert var tað, at AB gjørdi sjálvmál til 0?1 og eisini til 2?2! Fram móti dystarenda royndu teir í AB at fáa sigursmálið, men í staðin skoraði B71 tvær ferðir!

Skálamenn tykjast av álvara at hava fótað sær. Í fyrstu umførunum var úrtøkan hjá teimum sera soltin, men nú hava teir fingið nógv stig. Sigurin á B71 var sannførandi, og teir vunnu á Tvøroyri, sjálvt um teir í meiri enn ein hálvan tíma vóru aftanfyri 1?0. Tað hjálpti væl, at TB var undirmannað síðsta hálva tíman.

Tað varð ikki roknað við, at ÍF skuldi standa seg so vánaliga, sum teir higartil hava gjørt. Fuglfirðingar hava tapt tvær tær síðstu ferðirnar, og nú eru teir einsamallir á aftasta plássi.

KÍ hevði í fyrstu umførunum okkurt brúkiligt úrslit á heimavølli. Tað tóktist sum um kiksarin á Argjum, tá klaksvíkingar vóru illa fyri við fólki, ikki fór at endurtaka seg, men nú hevur verið illa statt tvær ferðir. Á norðoyarstevnu móti TB var ikki gott, og tá KÍ næstsíðsta sunnudag var á Sandi, var heilt galið. B71 vann 18?0, og eitt sovorðið úrslit eigur ikki at verða góðkent í einum stórum felag.

Klaksvíkingar hava havt sítt stríð av 3. deildarliðnum í fleiri ár. Úrslitið á Sandi eigur at fáa teir at spyrja seg sjálvar, um tað ikki hevði verið best fyri allar partar, um liðið flutti niður.

Ein av ungu spælarunum hjá B71, Kristoffur Vidtfeldt, nýtti høvi móti veika KÍ liðnum til at gera eitt orduligt lop á málskjúttaralistanum. Í ein lítlan hálvan tíma skoraði hann fimm tey fyrstu málini, og í 2. hálvleiki var hann aftur tvær ferðir á blettinum.

Merkisvert var tað, at Torkil Nielsen var millum málskjúttarnar, tá FS Vágar var í Klaksvík. Tað hevði kanska verið eitt hugskot hjá ferðavinnuni, at tey fylgdu við í, nær 3. deidlarliðið hjá FS Vágum spælir. So kundu tey skipað soleiðis fyri, at fótbóltshugarðir ferðamenn fingu høvi á vølli at síggja tiltikna málskjúttan frá Landskrona dystinum móti Eysturríki!



Úrslit


8. umfar ? 10. juni


FS Vágar?ÍF 4?3 (3?1)

1?0: Magnus Simonsen 5.

2?0: Ingi Joensen 17.

2?1: Ken Bærendsen 18.

3?1: Magnus Simonsen 43.

3?2: Ken Bærendsen 43.

3?3: Martin Hansen 50.

4?3: Eyðfinn Davidsen 65.


B68?VB 2?3 (1?2)

1?0: Jákup Olsen 18.

1?1: sjálvmál 23.

1?2: Egil Steintórsson 30.

2?2: sjálvmál 57.

2?3: Niclas Ludvig 61.


B36?AB 2?1 (0?0)

1?0: Sigfríður Clementsen 50.

1?1: Svenning W. Hansen 52.

2?1: Brynleif Hansen 85.


TB?Skáli 1?4 (1?1) 12. juni

1?0: Mortan Enni 6.

1?1: sjálvmál 38.

1?2: Sveinur Justinussen 47.

1?3: Hans Christian Djurhuus 65.

1?4: Marius Joensen 81.

Reytt kort: Eyðun Svalbard, TB, 60.


B71?KÍ 18?0 (8?0)

1?0: Kristoffur Vidtfeldt 8.

2?0: Kristoffur Vidtfeldt 22.

3?0: Kristoffur Vidtfeldt 25.

4?0: Kristoffur Vidtfeldt 27.

5?0: Kristoffur Vidtfeldt 33.

6?0: sjálvmál 35.

7?0: Mourits Viderø 37.

8?0: Símun Hansen 43.

9?0: Símun Hansen 46.

10?0: Kristoffur Vidtfeldt 53.

11?0: Jóhan West br 62.

12?0: Eirikur Poulsen 65.

13?0: Kristoffur Vidtfeldt 71.

14?0: Eirikur Poulsen 75.

15?0: Jónsvein Thomsen 77.

16?0: Jónsvein Thomsen 78.

17?0: Torbjørn Jensen 87.

18?0: Torbjørn Jensen 88.

Reytt kort: Roy Baldvin, KÍ, 80.


9. umfar ? 18. jun

i

KÍ?FS Vágar 5?7 (1?4)

0?1: Petur Niclasen 4.

0?2: Petur Niclasen 35.

0?3: Torkil Nielsen 37.

1?3: Bogi Isaksen 38.

1?4: Eyðfinn Davidsen 39.

2?4: Karsten Hansen 47.

3?4: Allan Poulsen 51.

3?5: Petur Niclasen 53.

4?5: Torleif Eyðun Poulsen 56.

4?6: Ingi Joensen 60.

4?7: Petur Niclasen 75.

5?7: Torleif Eyðun Petersen 82.


ÍF?B68 1?5 (0?3)

0?1: Jákup Olsen 16.

0?2: Aksel Højgaard 22.

0?3: Pól Knút Davidsen 30.

0?4: Aksel Højgaard 50.

1?4: Ken Bærendsen 85.

1?5: Aksel Højgaard 89.


VB?B36

B36 møtti ikki


AB?TB 8?4 (4?2)

0?1: Kaj Roest 7.

1?1: Signar Johannesen 21.

2?1: Signar Johannesen 24.

2?2: Jens R. Sørensen 25.

3?2: Heri Petersen 31.

4?2: Svend Poulsen 45.

5?2: Signar Johannesen 47.

6?2: Bárður Johannesen 53.

7?2: Svenning W. Hansen 54.

7?3: Hallur Christiansen 56.

7?4: Hallur Christiansen 68.

8?4: Svend Poulsen 78.


Skáli?B71 7?2 (4?0)

1?0: Pauli Hansen 6.

2?0: Jón Rasmussen 13.

3?0: Pauli Hansen 16.

4?0: Pauli Hansen 30.

5?0: Jón Rasmussen 46.

5?1: Kristoffur Vidtfeldt 49.

5?2: Jónsvein Thomsen 56.

6?2: Kaysten Rasmussen 72.

7?2: Kaysten Rasmussen 78.


10. umfar 20. juni



AB?B71 2?4 (2?1)

(Framskundaður frá 25. juni)

0?1: sjálvmál 5.

1?1: Fróði Stenberg 27.

2?1: Signar Johannesen 43.

2?2: sjálvmál 55.

2?3: Jónsvein Thomsen 86.

2?4: Rúni Joensen 90.

Reytt kort: Petur Kristian Nielsen, B71, 43.


Máltindurin:

Signar JohannesenAB11

Kristoffur VidtfeldtB7111

Oddbjørn JoensenAB9

Aksel HøjgaardB688

Petur NiclasenFS Vágar8

Kaj RoestTB8

Egil SteintórssonVB8

Svend PoulsenAB6

Kári í LágabøVB6

Pauli HansenSkála5

Eyðun SvalbardTB5

Hallur ChristiansenTB5

Dánial Petur JohansenB364

Regin ArgeB364

Jónsvein ThomsenB714

Magnus SimonsenFS Vágar4

Aksel JohannesenKÍ4

Kaysten RasmussenSkála4

Just JohannesenTB4

Bárður JohannesenAB3

Fróði StenbergAB3

Heri PetersenAB3

Svenning W. HansenAB3

Tumas Eli HansenB363

Vinjard GuttesenB363

Jákup OlsenB683

Jóannes JakobsenB683

Páll á ReynatúgvuB713

Símun HansenB713

SjálvmálB713

Jákup BaldvinssonÍF3

Ken BærendsenÍF3

Jón RasmussenSkála3

Niels Gunnar PetersenTB3elig;l, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.

Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.

Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.


Eitt gott lív

Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.

? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.

? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.

? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.

Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.

?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.

Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.


Halda røðu

Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.

Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana

Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.

Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.