Bernharður Wilkinson, orkesturleiðari
Hetta skuldi verða fjórða ár á rað, at Føroya Symfoniorkestur bjóðaði øllum barnagarðsbørnum og 1.-3. floks næmingum í Føroyum til eina klassiska konsert. Tíverri eru fíggjarligu karmarnir so mikið tambaðir, at orkestrið ikki hevur nakað annað val enn at avlýsa konsertirnar í ár. Hetta er eitt keðiligt afturstig í mun til tey sera jaligu úrslitini frá undanfarnu árum.
Hesi trý seinastu árini eru áleið 3500 børn úr øllum pørtum av landinum, t.d. úr Nólsoy, Suðuroy, Koltri, Norðoyggjum komin fyri at lurta eftir symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar hava verið ókeypis fyri at gera hetta til eitt tilboð fyri øll.
Í fjør tók orkestrið stig til at týða eina nýggja íslendska barnabók “Magnus Mús” til føroyskt. Útgávan inniheldur eina fitta søgu um músina Magnus, sum villist inn í eina orkesturhøll, og hevur harumframt myndir, tónleik og ein sang, sum børnini syngja við til. Bókin hevur havt sera góða móttøku og er nú týdd til fimm mál, og verður framførd í so fjarskotnum londum sum Australia.
Føroya Symfoniorkestur hevur annars havt eitt gott og spennandi tónleikaár at líta aftur á.
Síðani september 2009 hava vit framført tvær krevjandi symfoniskar konsertir við framúr góðum solistum. Konsertirnar vóru endurtiknar í Løkshøll í Runavík fyri fullum húsum og hava verið væl móttiknar.
Øll minnast Nýggjárskonsertina 2010 við tveimum nýggjum føroyskum verkum á skránni, einari fantastiskari sopran úr Russlandi, einum góðum kóri og orkestri og við einari fjølbroyttari skrá, sum hevur til endamáls at rúma fleiri ymiskum tónleikasløgum.
Árligu jólakonsertirnar vóru enn einaferð so væl umtóktar, at fleiri ikki fingu atgongmerki.
Symfoniorkestrið luttók eisini sum partur av tveimum øðrum verkætlanum. Orkestrið spældi til landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum “Føroyar móti krabba” og vísti í tí sambandinum stórt fjølbroytni og hvussu vælleikandi orkestrið er blivið. Harumframt var orkestrið við til tvær framførslur av Skapanini eftir Joseph Haydn; einari í Norðurlandahúsinum og hinari í Ebenezer.
Tað trýtur ikki við jaligum afturmeldingum til orkestrið frá okkara áhoyrarafjøld.
Hví eitt symfoniorkestur?
Verður hugt eftir umfatandi virkseminum, so er eingin ivi um, at symfoniorkestrið spælir ein stóran leiklut í føroyska mentanarpallinum. Virksemið er økt, og góðskan betrað munandi hesi 25 árini, orkestrið hevur á baki.
Orkestrið spælir tónleik fyri hvørt oyra og til allar aldursbólkar. Orkestrið bíleggur nýggj verk og er sostatt við til at gera íløgur, skjalprógva og ríka um føroyska tónleikamentan. Harumframt er ein av týdningarmiklu leiklutunum hjá orkestrinum at virka sum bæði lopfjøl og pallur hjá føroyskum solistum, kórum og gevur tónleikalærarum og framkomnum næmingum ein møguleika at framføra á yrkislistarligum støði. At kunna framføra tónleik er jú høvuðsorsøkin til, at hesi hava nomið sær ella eru í gongd við útbúgving á tónleikakonservatorium uttanlands.
At hava eitt symfoniorkestur er eisini eitt tekin um eina livandi og framkomna mentan, og fyri tey, ið umhugsa at flyta til landið er tað jaligt, at vavið og fjølbroytni av mentanartilboðunum er stórt. Eitt symfoniorkestur í einum so lítlum landi sum Føroyar er avgjørt ein góð branding. Og ikki at gloyma, at orkestrið eisini hevur týdning fyri trivnaðin hjá fólkunum, sum búgva her.
Í løtuni eru tað áleið 20 føroyingar, ið nema sær yrkisútbúgvingar innan tónleik uttanlands og harumframt eru eini 13 yrkistónleikarar innan klassiska økið búsitandi í øðrum londum.
Í øllum skandinavisku londunum, ja í øllum Evropa verður størri og størri orka brúkt upp á at menna og marknaðarføra mentan og list, eisini hóast fíggarkreppa valdar. Í Danmark, Norra og Svøríki hava tey nýliga fingið nýggj opera- og konserthús, og nýtt konserthús er á veg í Íslandi. Finnland hevur altíð verið í fremstu røð, tá ið tað snýr seg um íløgur og stuðul til list, og hevur hartil nógvar konserthallir og mentanardeplar. Í 2011 verður eitt nýtt konserthús tikið í brúk í Helsinki. Ein nýggj kanning í Íslandi vísir, at alsamt fleiri fólk fara til mentanarlig tiltøk.
Í einari samrøðu, sum nýliga varð gjørd í sjónvarpinum, har tónleikarin Ólavur Olsen var spurdur, hvat meira kundi gerast fyri at menna og betra symfoniorkestrið undir verða umstøðum, svaraði hann: “einki”. Orkestrið hevur ment seg og toygt seg til sítt evsta mark undir verandi støðu. Uttan stóran vælvilja og hjálp frá eini ørgrynnu av sjálvbodnari arbeiðsmegi hevði tað als ikki verið gjørligt at framført so nógvar konsertir og á tí støði, sum orkestrið ger í dag.
Sum eg síggi tað, virkar Musikkskúlaskipanin sera væl og verður ment alla tíðina. Bíðirøðirnar til frálæru í ljóðførum eru langar og eru tekin um stóra áhugan fyri tónleiki og –frálæru. Úrslitini eru góð og lærararnir hava góðar førleikar og royndir. Men so steðgar gongdin og menningin. Ovasta liðið í pyramiduni virkar als ikki, sum tað eigur. Vit mugu geva orkestrinum teir røttu karmarnar og fíggjarligu umstøðurnar og hartil geva lærarunum møguleika í teirra starvssetan at framføra tónleik. Fyrimunirnir eru nógvir; størri nøgdsemi og motivatión millum lærararnar, betri frálæra og harvið enn betri úrslit í Musikkskúlanum. Og einar meira lokkandi Føroyar.
Eg meti, at eitt skilagott mál fyri orkestrið kundi verið ein konsert annað hvønn mánað har konsertin varð endurtikin í øðrum parti av Føroyum, soleiðis at orkestrið eisini kann byrja at liva upp til sítt heiti Føroya Symfoniorkestur.
Sum er, fær Føroya Symfoniorkestur fíggjarligan stuðul frá Mentamálaráðnum, Tórshavnar Kommunu og Norðurlandahúsinum. Eg haldi veruliga, at orkestrið er ein góð íløga, og eg haldi eisini, at vit hava víst hetta í verki.
Men við verandi veitingum kemur orkestrið ikki úr stað. Tíðin er nú komin til, at seta Føroya Symfoniorkestur á dagsskránna og skapa neyðugu fíggjarligu karmarnar, soleiðis at orkestrið framhaldandi kann mennast og fáa eina munagóða úrtøku úr tí arbeiðnum, ið longu er gjørt.