Leiftur fær ikki spælt

Altjóða uppgávurnar hjá Leiftri forða fyri, at teir fáa leikt sínar dystir í heimligu kappingini, og hetta hevur aftur við sær, at tað í løtuni ikki ber til at vinna seg av niðasta sessinum á stigatalvuni

Intertoto kappingin ger, at tað er torført hjá føroyska liðnum at fáa pláss fyri dystunum í landskappingini

Meðan Leiftur stríðist og hevur undanvind í Intertoto Cup verður spælt av lívsins kreftum í íslendsku landskappingini. Í Íslandi hava teir ikki summarfrí frá fótbóltinum soleiðis sum vit kenna tað her hjá okkum. Tað verður farið undir landskappingina nakað seinni, enn tað verður farið undir hana í Føroyum, teir enda fyrri, enn føroyingar gera, og tí verður spælt alla tíðina.

Tað eru veðurumstøðurnar, sum gera, at kappingin er løgd soleiðis til rættis. Men hetta ber trupulleikar við sær fyri tey feløgini, sum taka lut í europeisku kappingunum. Fyrsta liðið, sum í ár hevur kent sviðan av hesum, er Leiftur. Seinni í summar fara bæði ÍA og ÍBV at fáa somu trupulleikar.

Meðan hini liðini í Íslandi hava spælt átta dystir, so hevur Leiftur bara spælt seks, og føroyska liðið í Ólafsfirði fær ikki møguleikan at royna seg aftur í landskappingini fyrrenn 13. juli. Føroyingarnir í Íslandi fara ikki at keða seg næstu vikurnar. Tá teir fara at spæla fyrsta landskappingardystin verður talan um fjórða dystin í ellivu dagar. 13. juli verður mótstøðuliðið hjá Leiftri Fram úr Reykjavík.

Leiftur hevur higartil bara fingið seks stig, og teir eru nú aftast í bestu deildini. Mánakvøldið vóru fleiri dystir spældir. Liðið hjá Pálli Guðlaugssyni, Keflavík, hevði vitjan av liðnum hjá Una Arge, ÍA av Akranesi. Gestirnir vunnu 2?0. Teir komu á odda beinanvegin við brotssparki, og teir øktu til 2?0, tá ein góður hálvur tími var farin.

Oddalið í íslendsku kappingini er Fylkir. Mánakvøldið vunnu teir 2?0 í Grindavík. Stjørnan vann 2?1 á Breiðabliki. Hetta var fyrsti sigurin hjá Stjørnuni, sum harvið fór av aftasta plássinum.

I Íslandi verður nógv tosað um, at dystinir í landskappingini eru keðiligir á tann hátt, at so fá mál verða skorað. Fylkir hevur skorað fimtan mál í átta dystum. Einki av hinum liðunum hevur skorað fleiri enn ellivu mál.

Jens Martin Knudsen hevur áður víst á trupulleikan, at liðini í Íslandi leggja størsta dentin á at verja, og at tað meiri ræður um ikki at tapa heldur enn at vinna. Dreymurin hjá Jens Martini hevur verið at broyta spælið hjá Leiftri. Tað var m.a. tí, at teir á Ólafsfirði keyptu John Petersen. Higartil hevur úrtøkan hjá Leiftri í nýggju útgávun i ikki verið nakað serlig. Men tað kemst m.a. av, at teir hava spælt færri dystir enn hini liðini.oslash;kum, at tykkara heimildir ganga út um vanliga sjómarkið og røkka heilt út á tey økini, har leitað verður eftir olju. Í Bretlandi kunnu vit kalla civilrættin saman eftir tímum, sjálvt á nátt. Eg veit ikki, hvat tit kunnu í Føroyum.

Styles ber ótta fyri, at tað verður lættari hjá Greenpeace at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar enn við Bretland, tí eru sum sagt hol í lógini, sum Green-peace hevur funnið fram til og kann brúka, so er uppá tíðina hjá føroyingum at teppa hesi holini so ella so.

Sjálvur ber hann mest ótta fyri, hvat kann henda um Greenpeace fer at spæla út við sínum ?Danmarkar korti? sum hann málber seg. Danmark hevur jú eina sterka grøna rørslu, og vit minnast, hvussu Danmark legði harðliga út saman við Greenpeace í Brent Spar málinum móti bæði Hálandi og Týskalandi.

Styles heldur út frá royndunum í Bretlandi, at føroyingar eiga at taka hóttaninar frá Greenpeace í størsta álvara - longu nú. Greenpeace-fólkini eru sera dugnalig, og áðrenn tú gáar um tað, hava tey sett seg á ein boripall, sum so einki fær gjørt. Hevur man tá ikki lóggávuna at halda seg til, so kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri leitingina.

-Eg veit ikki, um Greenpeace fer at gera nakað á føroyskum øki. Teirra styrki er jú, at teir einki siga um hetta frammanundan. Men tað skal undra meg, um ikki Greenpeace, sum jú hevur sett frammaliga á skrá sína at forða fyri oljuleiting á Atlantsmótinum, eisini hevur ætlanir um at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar, sum jú eru partur av Atlantsmótinum.

Tá vit spyrja Styles, hvat hann heldur um eina komandi oljuvinnu við Føroyar sigur hann, at hon sjálvandi fer at ávirka samfelagið, eitt nú við nógvum nýggjum andlitum í gøtunum.


Heldur Keypmannahavn enn London

Men hann heldur eisini, at Føroyar hava betri møguleikar at fáa ein ágóða frá hesi vinnu enn t.d. Skotland og Aberdeen, tá hugsað verður um ta vald og ávirkan ávikavist London og Keypmannahavn hava. Styles heldur Føroyar vera í eini betri støðu, og hóast Skotland nú hevur fingið sítt egna ting, so hevur tað ongan myndugleika á oljuøkinum, hann verður framhaldandi í London.

-So meðan stýrið í London ikki hevur viljað latið okkum sjálvar bestemma á oljuøkinum, hevur stýrið í Keypmannahavn verið so lagaligt at lata tykkum allan avgerðarrætt og myndugleika yvir oljuni í tykkara undirgrund.