Størri og rúmligari Opel Zafira

Nýggjur Opel Zafira er nú komin á marknaðin. Bilurin avloysir forgangarin, sum var ein tann fyrsti í sínum klassa við 7 sitiplássum. Nýggi Zafira er bæði størri og rúmligari enn forgangarin

Opel hava havt so stóra succes við Zafira, sum kom á marknaðin í 1999, at teir hava ikki vilja broytt úsjóndina ov nógv á avloysaranum, fyri at tekkjast kundunum.

Nýggi Zafira, sum er umleið 15 cm longri og næstan 6 cm breiðari enn forgangarin. Viðførisrúmið er 645 litrar - 45 litrar meira enn forgangarin. Við øllum baksetrunum niðri verður vørurúmið heilir 1.820 litrar.

Zafira kemur við fleiri ymiskum motorstøddum. Bensinmotorarnir byrja við 1,6 litur við 105 hk, síðan er ein nýggjur 1,8 litur við 140 hk, ein 2,2 litur við beinleiðis innspræning og 155 hk, og ein 2,0 turbo við 200 hk. 1,9 CDTi dieselmotorurin fæst við 120 hk ella 150 HK. Størsti motorurin verður ein við 240 hk í OPC útgávuni. Hesin kemur seinni í ár.

Innan er ein heilt nýggjur stílur við t.d. nýggjum instrumentborði við alu-look panelum. Kvaliteturin á tilfarinum er eisini betri. Girstongin situr niðast í instrumentborðinum og er løtt at handfara. Tað at bilurin er størri merkist væl, við tað meira pláss er allar vegir og betur beinpláss.

Hvat útgerð viðvíkir fæst Zafira í hesum útgavunum: Limited, Enjoy, Cosmo og Sport. Bilurin hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir og standard útgerð er t.d. ABS bremsuskipan við bremsumegideilara, bremsuhjálpara, elektroniska stabiliseringsskipan (ESP), airbag framman, í síðunum og gardinairbag, og aktivar nakkapútur sum verja høvdið og nakkan við ein samanstoyt.

Zafira fekk fimm stjørnur í EuroNCAP samanstoytstestunum, serliga fyri at bilurin er gjørdur soleiðis framman, at hann verjir ein fótgangara sum evt. kann blíva ákoyrdur.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá P/F Meinhardt Arge. Prísirnir byrja við 249.800,-.



Myndatekstur:

1.
Opel Zafira við 7 sitiplássum á marknaðin. Bilurin líkist forgaranum uttan

2.
Innan er ein heilt nýggjur stílur við t.d. nýggjum instrumentborði




Opel Zafira 1,6 Limited

Motorurin1,6 litur 4 syl 16V bensin 105 hk

0-100 km/t14,3 sek.

Bensinnýtsla13,7 km/l

Dekkstødd205/55-16

Stødd og vekt
Longd447.0 cm
Breidd180.0 cm
Hædd165.0 cm
Eginvekt1425
Viðførisrúm140/645 litrar

Prísurkr. 249.800,-

SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo