Kvinnuliðið hjá KÍ leikti í dag sín seinasta dyst av teimum trimum, sum tær hava leikt í Litava í UEFA Cup kappingini hjá kvinnum. Tveir teir fyrstu dystirnir endaði við tapi, men í dag eydnaðist tað teimum [...] aftanfyri 0-1 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki hilnaðist betur, og tær fingu ein 2-2 javnleik burturúr. Málini hjá KÍ skutu Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreassen. KÍ-kvinnurnar enda tó aftastar í bólkinum [...] bólkinum við einum stigi. Ferðalagið verður aftur í Føroyum í kvøld.
Blái Krossur letur í dag upp eitt umsorgarheim í Havn Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at finna onkra loysn fyri tey í Føroyum, sum ikki hava ein fastan bústað. Seinastu tíðina hevur Blái Krossur fyrireikað [...] komið á mál, og í dag flyta tey fyrstu búfólkini inn í umsorgarheimið í Grønulíð í Havn. Heimið er ætlað teimum, sum ikki sjálv megna at fáa sær og fasthalda ein bústað, sigur Blái krossur í tíðindaskrivi
Í morgun fóru 754 børn í skúla á fyrsta sinni ? tað eru 70 fleiri enn í fjør. Millum hesi var seks ára gamli Ivan Josephsen úr Kunoy, sum sjálvsagt fór í 1. flokk í Kunoyar skúla. Saman við fimm øðrum [...] aftur til hús. Í morgin byrjar so tann veruligi skúladagurin. 59 fólkaskúlar eru annars kring landið. Í 16 teirra er næmingatalið lægri enn 8 børn. Í alt eru 7273 fólkaskúlanæmingar í Føroyum hetta skúlaárið
framleiðsluorku upp á 75 m³/tíman tikið í nýtslu í næstu viku. Í Leynum verður eitt nýtt reinsiverk við eini framleiðsluorku upp á 20 m³/tíman eisini tikið í nýtslu í næstu viku. Ùtgerðin er framleidd og [...] og uppsett av NOMATEK, sum nú hevur latið yvir 50 reinsiverk í Føroyum og Norra. Reinsiverkini á Strondum og í Leynum eru projekterað av ráðgevingarfyritøkuni Martin Leo. [...] Í Hovi verður eitt nýtt reinsiverk tikið í nýtslu leygardagin. Hetta skal lata vatn til bygdina og til nýggja miðnámsskúlan. Verkið hevur eina framleiðsluorku upp á umleið 25 m³/tíma. Á Strondum verður
Newtown AFC í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League. Meðan kappingin í Føroyum er í gongd er kappingin í Wales í dvala. Tí fyrireika teir seg hjá Newtown AFC við venjingardystum. Í vikuskiftinum [...] num fekk Newtown eitt flott úrslit á útivølli móti norðurírska liðnum, sum í tíggjunum sendi bæði B36, ÍF, NSÍ og HB úr evropeiskum kappingum, tó tepurt. Newtown megnaði javnleik 0-0 móti Linfield FC, [...] favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin. Newtown spælir ikki aftur fyrrenn teir møta HB í Gundadali um 10 dagar.
Seinnapartin klokkan 17 verður søguliga løtan í Mercedes Benz Arena í Berlin. Føroyska manslandsliðið spælir fyrsta søguliga dystin í einum EM-endaspæli. Mótstøðulið okkara í hesum søguliga dystinum verður Slovenia [...] ið vísir dystin. Í Danmark er tað TV2 Sport, og í Noregi er tað Viaplay. Viaplay í Svøríki vísir ikki dystin, men tey fara at vísa dystirnar hjá Føroyum móti Noregi leygarkvøldið, og móti Pólandi mánadagin [...] staðar hesa søguligu løtuna í føroyskari ítróttarsøgu. Kringvarp Føroya byrjar at senda beinleiðis longu klokkan 16.15. Tríggjar norðurlendskar sjónvarpsrásir vísa dystin beinleiðis. Í Íslandi er tað RÚV2, ið
kappingina Í farnu viku luttóku fimm handilsskúlanaæmingar frá Føroya Handilsskúula í Havn í árskappingini hjá Young Enterprise í Danmark. Íalt tjúgu virkir luttóku í kappingini í Industriens Hus í Keypmannahavn [...] virkir úr Føroyum og 230 virkir úr Danmark seinastu mánaðirnar kappast um at koma til finaluna í Keypmannahavn. Føroysku næmingarnir hava stovnað virkið Omaná, ið framleiðir og selur rabarbusuppu í fløskum
vóru í Føroyum spældu teir á týsku tónleikamessuni Popkomm í Berlin, aftan á konsertina hittu teir umboðsmannin hjá Moby, ið dámdi danska bólkin sera væl. Í samrøðu við Sosialin áðrenn konsertinar í Fuglafirði [...] fundinum. Nýggjasta fløgan hjá Carpark North verður í næstum útgivin í Týsklandi, og bólkurin arbeiðir í løtuni við at vinna inn á henda markna. Tí er hetta ein stórur møguleiki. [...] segði sangarin í bólkinum Lau, at okkurt fór at spyrjast buturúr fundinum við umboðsmannin, men at hann ikki kundi siga nakað enn, fyribils sær tað út til, at hesin møguleiki er komin í lag á fundinum
Føroyska U17-landsliðið í fótbólti tapti tepurt, tá liðið um vikuskiftið spældi finalu í stóru kappingini, sum liðið var partur av í Aberdeen. Í finaluni spældu Føroyar móti einum ghaneskiskum liði, og [...] sum á flestum økjum var besta liðið í kappingini skilst. Næsta takið hjá U17 liðnum verður longu í komandi viku, tí 31. juli fer NM-kappingin, sum verður hildin í Føroyum, ígongd. [...] og her gjørdust okkara akkurát ov teprir. Í innleiðandi dystinum tapti Føroyar 1-0 fyri ghanesunum, og úrslitið í finaluni var neyvt tað sama. Sum skilst, so var talan um ein uppibornan sigur til Ghanesiska
Tað er í kvøld at Víkingur spælir fyrru uppgerðina í fyrsta undanumfari av Champions League kappingini, tá meistararnir úr Kosovo, Trepca 89, koma á vitjan í Føroyum. Í tí sambandi boðar Víkingur frá, [...] dystin í kvøld, ikki noyðast at rinda fyri at koma á Tórsvøll, tí talan verður nevniliga um ókeypis atgongd. Veðrið til fótbólt er í kvøld av tí besta, og tí verður heitt á fólk um at stuðla Víkingi í altjóða [...] altjóða fótbólti, føroyskum fótbólti at frama. Dysturin millum Víking og Trepca 89 verður skotin í gongd klokkan 19:00 á Tórsvølli.