Seinnapartin klokkan 17 verður søguliga løtan í Mercedes Benz Arena í Berlin. Føroyska manslandsliðið spælir fyrsta søguliga dystin í einum EM-endaspæli. Mótstøðulið okkara í hesum søguliga dystinum verður Slovenia.
Fleiri enn 4.000 føroyingar vera til staðar hesa søguligu løtuna í føroyskari ítróttarsøgu.
Kringvarp Føroya byrjar at senda beinleiðis longu klokkan 16.15.
Tríggjar norðurlendskar sjónvarpsrásir vísa dystin beinleiðis.
Í Íslandi er tað RÚV2, ið vísir dystin. Í Danmark er tað TV2 Sport, og í Noregi er tað Viaplay. Viaplay í Svøríki vísir ikki dystin, men tey fara at vísa dystirnar hjá Føroyum móti Noregi leygarkvøldið, og móti Pólandi mánadagin.