U17 taptu finaluna

Føroyska U17-landsliðið í fótbólti tapti tepurt, tá liðið um vikuskiftið spældi finalu í stóru kappingini, sum liðið var partur av í Aberdeen.
Í finaluni spældu Føroyar móti einum ghaneskiskum liði, og her gjørdust okkara akkurát ov teprir. Í innleiðandi dystinum tapti Føroyar 1-0 fyri ghanesunum, og úrslitið í finaluni var neyvt tað sama.
Sum skilst, so var talan um ein uppibornan sigur til Ghanesiska liðið, sum á flestum økjum var besta liðið í kappingini skilst.
Næsta takið hjá U17 liðnum verður longu í komandi viku, tí 31. juli fer NM-kappingin, sum verður hildin í Føroyum, ígongd.