Kvinnuliðið hjá KÍ leikti í dag sín seinasta dyst av teimum trimum, sum tær hava leikt í Litava í UEFA Cup kappingini hjá kvinnum. Tveir teir fyrstu dystirnir endaði við tapi, men í dag eydnaðist tað teimum at vinna sær eitt stig, tá ið tær leiktu 2-2 ímóti Gintra Universitetas úr Litava. KÍ var aftanfyri 0-1 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki hilnaðist betur, og tær fingu ein 2-2 javnleik burturúr. Málini hjá KÍ skutu Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreassen.
KÍ-kvinnurnar enda tó aftastar í bólkinum við einum stigi. Ferðalagið verður aftur í Føroyum í kvøld.