Beint áðrenn Carpark North vóru í Føroyum spældu teir á týsku tónleikamessuni Popkomm í Berlin, aftan á konsertina hittu teir umboðsmannin hjá Moby, ið dámdi danska bólkin sera væl. Í samrøðu við Sosialin áðrenn konsertinar í Fuglafirði segði sangarin í bólkinum Lau, at okkurt fór at spyrjast buturúr fundinum við umboðsmannin, men at hann ikki kundi siga nakað enn, fyribils sær tað út til, at hesin møguleiki er komin í lag á fundinum.
Nýggjasta fløgan hjá Carpark North verður í næstum útgivin í Týsklandi, og bólkurin arbeiðir í løtuni við at vinna inn á henda markna. Tí er hetta ein stórur møguleiki.