Christopher Craib, Tvøroyri, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2138 gr. Sunnumorgun 9. februar fingu Amanda Lamhauge Hansen og Hans Jákup Hansen ein son. Hann vigaði 3570 gr og var 53 cm langur. 22 [...] eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3480 gr. Systkini eru Kristin, Jón Arni og Marjun Elisabeth. 28. januar fingu Beinta Ejdesgaard og Finnur av Reyni, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm long [...] 2. februar fingu Dánial Bertholdsen og Ró Kajsdóttir, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3180 gr. Týsmorgunin 17. desember fingu Kristianna í Kollsbyrgi og Finnur Justinussen tvíburðar
andlátið av Margrethu í útvarpinum. Og kundi tað veruliga passa, at hon var 85 ár? Hon sum altíð virkaði so røsk og ung í sinni. Jú, hon hevði fingið eitt strik á ólavsøku og kom ikki fyri seg aftur. Margretha [...] Vaglinum. Í 1927 verður bókhandilin hjá Hjalmari fluttur hagar, sum hann er nú. Tað vil siga, at einaferð varð hann fluttur nakrar metrar. Hann lá í vegin, tá ið Bøkjarabrekka varð gjørd, og tá varð húsið flutt [...] Petersen, sum var úr Froðba. Hann var handverkari og maskinmeistari, og hann var nógv ár pedellur í kommunuskúlanum. Tey fingu fýra børn, og nú passaði Margretha bæði børn og handil. Hon helt fast um tað gamla
Maðurin siglir sum stýrimaður, og hóast hann hevur áhuga í fótbólti, berst honum frá at fara avstað. - Nei, hann noyðist at fara á skeið, og kann tí ikki koma við, hóast hann SO gjarna vildi, sigur Gina um mannin [...] hava stóran áhuga fyri fótbólti, sigur Gina Ciocca Solis Thomsen flennandi. Í gjárkvøldi fann hon útav, at hon sjálvonnur verður á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid, til stórdyst í Champions League [...] ferð verið í Madrid. Tað var í samband við eina millumlending áveg til Peru, haðani hon er ættað. Hesaferð ætlar hon sær at uppliva býin saman við soninum, umframt at tey sjálvandi fara til fótbóltsdyst
ætlar sær at geva bróst, um hann fær fleiri børn. Menn hava eisini mjólkakirtlar og bróstvortir. Mette Ness Hansen, jarðarmóðir og ráðgevi á Ríkissjúkrahúsinum sigur, at hon vil ikki afturvísa at menn fáa [...] áðrenn menn kunnu geva mjólk, men við langari mekaniskari stimulering, so fáa menn mjólk, sigur hon. Og hon veit heldur ikki hvussu nógv talan er um ella hvussu góð mjólkin er. - Men tað er einki, sum sigur [...] se. Um so er, at Ragnar skal hava eina vón um at fáa mjólk, noyðist hann at leggja nógva orku í tað. Einar 6-8 ferðir dagliga má hann fram við bróstpumpuni.
til fysioterapi og ergoterapi, harumframt gongur hon hálvan dag í vanligum barnagarði, og tað elskar hon. Hon er eisini populerasta gentan í stovuni. Hon er altíð í góðum lag, og hennara gleði smittar. [...] nógvar vinir, men ein drongur við Føroysku sjúkuni er hennara serligi vinur. Og tá hann sær, hvat hon kann, fær hann eisini mót, greiðir Heidi Didriksen frá. Men fólk við Føroysku sjúkuni liva ikki leingi [...] greiðir Heidi Didriksen frá. - Beintu Mariu bagir onki í høvdinum. Hon er líka klók, sum vit onnur og vil minst líka nógv. Tí hevur hon eisini brúk fyri avbjóðingum. Seks ára gamla Beinta Maria gongur regluliga
skipast og tí fær hann ikki sagt so nógv um tað. Men nú hevur hann tikið stig til at spyrja serfrøðina, hvussu heilsuverkið skal skipast, og tí svarinum bíðar hann nú eftir. Hann ætlar sær ikki at siga [...] at sergreinin, urologi, er í Klaksvík, tí tað var har, hon byrjaði, sigur hon. Samgongufelagin, Jenis av Rana, er alt annað enn samdur. Hann vísir á, at einasti urologur í føroyska heilsuverkinum [...] sjálvandi vera har. Hann heldur, at tað er at søpla pening burtur at innflyta serlæknar uttanlands, tá ið vit frammanundan hava serlækna í Føroyum. Hinvegin ger Karsten Hansen púra greitt, at
orð við hann umborð á skipunum. Altíð klárur við eini góðari søgu. Er eingin at taka til, beint tá hon skal brúkast, kann hon altíð bara smíðast. Tað ger hana sjáldan verri. Javnaðarmaður er hann um ein [...] Javnaðarflokkin?« Jú, tað gjørdi hon. Jamen, so mátti hon sleppa at standa á dekkinum. Ein starvsfelagi segði frá, at einaferð var onkur, sum Sofus helt vera eitt sindur grenjutan. Hann hevði helst staðið nakað [...] á Suðuroyarleiðini, um Leirvíksfjørð, Skopunarfjøð og nú um Vestmannasund. Í løtuni er hann við Ternuni, har hann um veturin er mynstraður sum matrósur og um summarið plagar at vera stýrimaður. Sofus er
gjørdist betri, sum tíðin leið. Hann tók tað tungt í byrjanini. Vit fluttu í eina hugnaliga íbúð, og hann fekk eitt stórt kamar. Hann fekk vinir, og sum tíðin leið, segði hann, at hann helt tað vera betur, soleiðis [...] trupulleikar stóran part av lívinum, men hon ásannar, at hon ikki hevur havt samband við sonin seinastu tvey árini. Men, hon sigur seg samstundis einki kenna til nakað stríð, sum skal hava verið um hjúnaskilnaðin [...] avhoyringum, at hann hevur verið nógv merktur av skilnaðinum millum pápan og mammuna og stríðnum, sum var í samband við samveru við ávikavist mammuna og pápan fyri nógvum árum síðan. Hann skal eisini hava
arin sjálvur gjørdist lagna Barbu - hann vildi sjálvur havt hana, men hann visti, at hann fekk hana ikki. Fáfongd, fáfongd? endar hann brævið. Vit hava meira um filmin seinnapartin í morgin [...] týdningarmiklari leiklut, enn hann hevur í bókini - tað er, sum um søgan verður sæð úr hansara sjónarhorni. Onnur týðandi broyting er endin. Frá fyrstan tíð segði Nils Malmros, at hann kendi seg fríttstillaðan [...] hevur skrivað hann. Í bókini verður Barbara rógvin aftan á Fortunu, sum fer til Danmarkar við Andreasi. Men teir megna ikki at rógva upp Fortunu, og koma tí aftur til lands við Barbu. Hon gongur síðani
Hovgaard og Jóhann í Dali, Lyngby, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 23. jan. fingu Anja Joensen, Vágur og Jan Haldansen, Vestmanna, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4250 gr. 24. [...] og Martin Sivertsen, Norðdepli, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 24. jan. fingu Marna Hansen og Jóhann Pól Christiansen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 25. [...] og Tummas Láadal, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3300 gr. 27. jan. fingu Borgny Jacobsen og Andrias Petersen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4300 gr. 27.