Í kvøld verður ein roynd gjørd á svensku sjónvarpsrásini TV 8. 26 ára gamli Ragnar Bengtsson ætlar sær at stimulera bróstini við eini bróstpumpu og vónar hann at geva mjólk. - Um tað riggar, ja, so broytur tað eitt sindur uppá støðuna, hvør skal vera heima og ansa børnum, sigur Ragnar við aftonbladet.se.
Ragnar sum í dag eigur ein 2 ára gamlan son, ætlar sær at geva bróst, um hann fær fleiri børn.
Menn hava eisini mjólkakirtlar og bróstvortir. Mette Ness Hansen, jarðarmóðir og ráðgevi á Ríkissjúkrahúsinum sigur, at hon vil ikki afturvísa at menn fáa givið mjólk.
- Vit vita um menn sum kunna tað við longri stimulatión av bróstinum, men vit vita ikki hvussu nógva mjólk talan er um, ella um góðskan er í nøktandi, sigur hon.
Sigbritt Werner, professari á Karolinska Instituttinum væntar, at Ragnar fær mjólk í bróstini.
- Tað tekur langa tíð áðrenn menn kunnu geva mjólk, men við langari mekaniskari stimulering, so fáa menn mjólk, sigur hon.
Og hon veit heldur ikki hvussu nógv talan er um ella hvussu góð mjólkin er.
- Men tað er einki, sum sigur, at mjólkin hjá monnum er verri enn hjá kvinnum, men eingin hevur kannað hetta økið, sigur Werner við aftonbladet.se.
Um so er, at Ragnar skal hava eina vón um at fáa mjólk, noyðist hann at leggja nógva orku í tað. Einar 6-8 ferðir dagliga má hann fram við bróstpumpuni.