Beinta Maria hevur búð alt sítt lív í Íslandi, men hon hevur eina sjúku sum bara føroyingar hava. Føroyska sjúkan rakar bara børn, har bæði foreldrini eru eftirkomarar hjá einum ávísum Oyramanni, sum livdi í 1600 talinum.
Í seinastu viku var Beinta Maria saman við foreldrum sínum í Føroyum á ráðstevnu um Føroysku sjúkuna. Mamman, Heidi Didriksen, greiddi á tíðindafundi frá, hvussu tað var at hava eitt barn við føroysku sjúkuni. Hon og maðurin hava bæði ættarbond til Føroya, men búgva í Íslandi.
Heidi Didriksen og maður hennara hava fingið trý børn og harav tvey hava verið sjúk. Eisini fleiri av hinum foreldrunum at sjúkum børnum hava fingið fleiri enn eitt barn við Føroysku sjúkuni.
Heidi Didriksen sigur, at tað hevur stóran týdning fyri tey at vita, hvat tað er, sum Beintu Mariu bagir.
- Vitanin gevur okkum eitt gott grundarlag at skipa lívið hjá Beintu Mariu eftir. Vit vita, hvat henni bagir, og hvat vit kunnu gera, greiðir Heidi Didriksen frá.
- Beintu Mariu bagir onki í høvdinum. Hon er líka klók, sum vit onnur og vil minst líka nógv. Tí hevur hon eisini brúk fyri avbjóðingum.
Seks ára gamla Beinta Maria gongur regluliga til fysioterapi og ergoterapi, harumframt gongur hon hálvan dag í vanligum barnagarði, og tað elskar hon. Hon er eisini populerasta gentan í stovuni. Hon er altíð í góðum lag, og hennara gleði smittar.
Børn við Føroysku sjúkuni vita, at tey eru sjúk, og av tí, at tey eru so fá, kenna tey eisini hvønn annan. Tað eru í løtuni 11 foreldrapør við sjúkum børnum, og Heidi Didriksen sigur, at tað hevur stóran týdning at hava møguleika at koma saman og tosa um tað, sum tey hava verið ígjøgnum. Hon greiðir frá, at tað eisini er stuttligt at síggja, hvussu væl børnini eru, og hvussu tey inspirera hvønn annan.
- Beinta Maria er eitt lívsstykki og hevur nógvar vinir, men ein drongur við Føroysku sjúkuni er hennara serligi vinur. Og tá hann sær, hvat hon kann, fær hann eisini mót, greiðir Heidi Didriksen frá.
Men fólk við Føroysku sjúkuni liva ikki leingi. Tey, sum hava fingið staðfest sjúkuna, hava livað millum null og 22 ár.
- Og tá eitt barn doyr, fáa hini tað at vita. Hetta er hart fyri tey, men tey mugu eisini sleppa at syrgja. Tað er betri enn, at eitt barn hvørvur, og tey ikki vita hví, sigur Heidi Didriksen.