Gina vann túrin til Madrid

- Nei, eg kann absolutt ikki siga meg hava stóran áhuga fyri fótbólti, sigur Gina Ciocca Solis Thomsen flennandi.

Í gjárkvøldi fann hon útav, at hon sjálvonnur verður á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid, til stórdyst í Champions League millum Real Madrid og Manchester United. Liðini tørna sama í áttandapartsfinalu mikukvøldið í næstu viku.

Gina er vinnarin í stóru kappingini hjá Rás2 og Vikublaðnum um eina fótbóltsferð fyri tvey til spanska høvuðsstaðin.

- Eg havi lisið meg til, at tað eru Real Madrid og Manchester United, sum spæla, men annars kenni eg einki til liðini, sigur Gina.

Maðurin siglir sum stýrimaður, og hóast hann hevur áhuga í fótbólti, berst honum frá at fara avstað.

- Nei, hann noyðist at fara á skeið, og kann tí ikki koma við, hóast hann SO gjarna vildi, sigur Gina um mannin.

Í staðin verður tað tí eldri sonurin, níggju ára gamli Fabrizzio, ið sleppur við mammu síni til Madrid.

- Hann hevur áhuga fyri fótbólti, og fylgir væl við, sigur Gina um sonin.

Gina Ciocca Solis Thomsen hevur eina ferð verið í Madrid. Tað var í samband við eina millumlending áveg til Peru, haðani hon er ættað. Hesaferð ætlar hon sær at uppliva býin saman við soninum, umframt at tey sjálvandi fara til fótbóltsdyst.

Gina Ciocca Solis Thomsen og familjan búgva á Velbastað.

Á myndini fær Gina handað vinningin frá Birgiri Waag Høgnesen, marknaðarleiðara á Rás2.