eigarin ikki er privatur, er heldur ikki sama krav til avkast sum í einari privatari fyritøku, og virksemi kann tískil halda fram í longri tíð, hóast tað ikki loysir seg. Tað er tí umráðandi, at tað almenna [...] ikki breiða seg út á øki, har tað privata er effektivari. Er tað ikki nóg lønsamt at fáast við tað virksemi, sum almenna partafelagið ella stovnurin vórðu sett at røkja, er tíðin kanska komin at steðga [...] arbeiðsgevararnir. Dømi um, at tað almenna fer inn á øki, har privata vinnan er effektivari, er tunlasjakkið, sum tað almenna hevur sett á stovn undir Landsverki. Fyrr var tað so, at Landsverk gjørdi allar
broytingar. Hann vísti á, at tað landið, vit hava nú, er ikki tað sama, sum fekk heimastýri fyri 50 árum síðani. Tá var Danmark ein sjálvstøðugt land. Tað er tað ikki longur. Nú er tað ein rættiliga neyvt s [...] avleiðingin av heimastýrislógini er, at Føroyar fóru á húsagang. Tað eru ikki danir sum hava skyldina av hesum, tað hava vit okkara skyld í. Tað, sum er hent er ,at nú er danskur politikkur førdur inn [...] ikki. Tí er tað avgjørt neyðugt at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danir og fáa greiði á teimum. Og eg haldi, at tað er neyðugt at vit sjálvi taka stig til tað, áðrenn danir krevja tað av okkum
11 stampum, og tað er ivaleyst hjá sær, sum hann tekur til. Vanligar dagar er veiðan helvt um helvt toskur og hýsa. Onkrar dagar er meira av toski – og onkrar dagar meira av hýsu. - Hýsa er at fáa í fleiri [...] fiskur fæst víða um, er gott tekin og gevur okkum eina ábending um, at hetta ikki er fiskur, sum bara verður her fyri eina tíð. Tað skal vera heilt undarligt, um so verður, soleiðis sum tað nú sær út, leggur [...] mær ein minni útróðrarbát, spurdi onkur, um eg ikki dugdi at gevast. Men, eg geri tað, eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska. Hví skuldi eg givist, hóast eg eri áttati og føli meg at vera væl fyri
mann blakar tað í havið ella náttúruna, tá verður tað ein trupulleiki. Tað er tá, ketan hoppar av, sigur hann. - Tað er nakað tvætl, at mann ikki má brúka plastkoppar og tallerkar, tí um tað verður burturbeint [...] Plastik er fantastiskt. Tað sigur djórakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin í sambandi við prát um plastdálking og fuglalív. - Einki er galið við plasti, um tað verður [...] burturbeint á rættan hátt, so er eingin trupulleiki. So tað snýr seg bara um at læra fólk at ikki blaka tað frá sær í náttúruni, so tað fær avleiðingar fyri djór og umhvørvið, sum vit so ofta hava sæð, sigur
Haldi ikki tað er nakar í Føroyum sum ivast í, at tað er gott við KAPPINGINI á teleøkinum og øðrum økjum, og so átti tað at verði líkamikið, um eitt sindur av íslenskum íkasti er uppií – er tað ikki so? [...] prísir, men tað er eitt ella annað í okkum, sum stríðir ímóti, og tí eiga vit at royna at ressast og síggja eitt sindur longur fram á leið. Tað er nú fínt við avbjóðingum, Johan, so hvat er veruligi tr [...] Tað er nú eisini spurningur um vitan og ikki bara eigaraskap – vit hava so fingið góða hjálp handan vestan – frá íslendsku starvsfeløgum okkara. Hevði tað verið betri um aðrir áttu og ráddu? Ella, er tað
– Eg haldi at tað verður hugsað ov nógv í bitum, og eg haldi, at tað er nakað fátæksligt ikki at hugsa longur enn tað, sigur Erhard Joensen. – Eg haldi, at vit tað, vit hava brúk fyri, er at leggja alt [...] sambandi er tað eisini ein avbjóðing, at almenn verkløg og bygningar, standa fyri forfalli, tí tað er ikki nokk av pengum til at halda tey fyri. – Men at fyrigykla fólki, at hetta verður ókeypis, er at kasta [...] leggur afturat, at tað hevur skund hjá Løgtinginum at taka tað kjakið. Tí vil hann hava eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um okkara samferðslukervið, hvussu tað skal byggjast út, og hvussu tað skal fíggjast
søguligi handilin kann halda fram. – Handilin er lítil, men søgan er ekstremt long. Tað viktigasta er at halda lív í søguni, og tí havi eg kempað fyri henni. Tað noyðist eg at gera, sigur hon í samrøðu við [...] heldur til á ovaru hæddini í bygninginum. Men tað verður av ongum. Fyrr í ár fekk Majbritt viðhald aftaná umfatandi rættarmál. Majbritt er glað fyri, at hetta er yvirstaðið nú, tí hon hevur kempað fyri, at [...] blaðið "Vikuskifti" í nýggjasta Sosialinum - les longri samrøðu við Majbritt Petersen í blaðnum, sum er í sølubúðunum kring landið. ##med2##
##med2## Hagstovan sigur, at tað er merkisvert at tað er í Sandoynni, at fólkatalið veksur mest upp á seg, tí har er tað vaksið 2,4 prosent hetta seinast árið. Annars er fólkatalið í Sandoynni støðugt [...] Sostatt er úrslitið, at fólkatalið í Sandoynni er vaksið við 30 fólkum hetta seinasta árið, og nú búgva 1.298 fólk í Sandoynni. Í Sandoynni er tað serliga í Skopun, at fólkatalið veksur, tí har er tað vaksið [...] støðugt minkað í nógv ár, og í besta føri hevur tað staðið í stað. Tað, sum ger tað stóru broytingina í Sandoynni, er bæði tað, at fólk flyta aðrastaðni úr Føroyum í Sandoynna at búgva og at fólk flyta úr útlondum
TB er aftast í 1. deild, men teir ætla ikki at lata sær niðurflytingina lynda. Tað verður nógv vant á Sevmýri, og teir eru átjan í 1. liðs hópinum. Einasti, sum er farin burturav síðani undan summarsteðginum [...] men hann venur við, og tað verður hann ella Magni Hentze, sum framvegis hevur trupulleikar við økslini, ið fer at verja málið í Vági í morgin. VB hevur fingið nýggjan venjara. Tað er ein 29 ára gamal pólverji [...] mánan. Heldur ikki Birgir Jørgensen hevur vant síðani summarsteðgin. Vit frætta, at tað møta 10-12 til venjingar, og tað er ikki nógv at manna tvey lið við. Vágbingar hava spælt tveir venjingardystir ímóti
av Suðuroy er so sera gott. Í dag vann FC Suðuroy 1-0 á heimavølli ímóti B71, og eftir 11. umfar er FC Suðuroy næstfremst og harvið á uppflytingarplássi. B36 er topplið við 23 stigum, men tað ber ikki til [...] á Vágseiði minnast tey aftur á FM heitið, sum VB vann í 2000. Tað er merkisvert, at FC Suðuroy er so ovarlaga á talvuni, tí FC Suðuroy er nýtt lið í næstbestu deildini. Tey bæði undanfarnu árini var FC [...] Gamla landsliðskempan Pól Thorsteinsson er venjari á Vágseiði, og tað letur til, at hann er við at fáa liðið at rigga við nógvum lokalum spælarum. Í dag var tað Pætur Augustinussen, sum fýra minuttir undan