- Plastik er fantastiskt.
Tað sigur djórakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin í sambandi við prát um plastdálking og fuglalív.
- Einki er galið við plasti, um tað verður burturbeint á rættan hátt. Men tá mann blakar tað í havið ella náttúruna, tá verður tað ein trupulleiki. Tað er tá, ketan hoppar av, sigur hann.
- Tað er nakað tvætl, at mann ikki má brúka plastkoppar og tallerkar, tí um tað verður burturbeint á rættan hátt, so er eingin trupulleiki. So tað snýr seg bara um at læra fólk at ikki blaka tað frá sær í náttúruni, so tað fær avleiðingar fyri djór og umhvørvið, sum vit so ofta hava sæð, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Les eisini: Funnu nógv plast í føroyskum nátum - eisini plastringar











