Tá vit síggja og lesa tað Johan førir fram, so er tað ikki sørt hugstoytt, at næstformaður Sambandsfloksins ikki kann lata liberalistiska tankan í stevnuskránni sleppa at royna seg – sera hugstoytt!
Vit hava skríggjað eftir eini meira framkomnari vinnu og tænastu, og tá vit nu royna at gera okkum til part av eini globalisering – ella altjóðagerð, so átti tað sanniliga ikki at verði ein trupulleiki hjá borgarliga vonginum í føroyskum politikki – hetta at skapa framburð og ávøkst – í KAPPING við tey, sum bjóða seg fram.
Føroyska paranoia
Tað er líkasum, at vit rópa ofta upp um økta tænasta til sámiligar prísir, men tað er eitt ella annað í okkum, sum stríðir ímóti, og tí eiga vit at royna at ressast og síggja eitt sindur longur fram á leið.
Tað er nú fínt við avbjóðingum, Johan, so hvat er veruligi trupulleikin við Hoyvíks- sáttmálanum?
Er tú bangin fyri, at vit tapa í KAPPINGINI, ella hvar er tað nú skógvurin klemmar?
Vit kunnu, Johan!
Sjálvur havi eg havt mín starvsdag á Kalli, seinastu gott 5 árini, og eg haldi, at vit føroyingar ikki eru verri stillaðir, eftir at Vodafone í Íslandi hevur keypt øll partabrøvini í Kalli – ella fari eg skeivur?
Haldi ikki tað er nakar í Føroyum sum ivast í, at tað er gott við KAPPINGINI á teleøkinum og øðrum økjum, og so átti tað at verði líkamikið, um eitt sindur av íslenskum íkasti er uppií – er tað ikki so?
Tað er nú eisini spurningur um vitan og ikki bara eigaraskap – vit hava so fingið góða hjálp handan vestan – frá íslendsku starvsfeløgum okkara.
Hevði tað verið betri um aðrir áttu og ráddu?
Ella, er tað ikki líka mikið?
Spurningurin er meira, hvussu vit fáa veitt FØROYSKA samfelagnum og borgaranum eina dygdargóða og framkomna tænastu, og so er tað ikki ein spurningur um landafrøðilig mørk, men hvør kann veita tænastuna – í kapping við føroysk virkir og tænastuveitarar – “that´s it”.
Tað er nú spell, at grønlendingar ikki koma við, tí tað hevði eisini givið teimum nakað gott og framskygt.