spælt ein dyst, sum teir fara at minnast fyri lívið. Ein dystur, sum undirstrikar hvussu fantastiskur fótbóltur er. Jákup á Borg er tó ikki nøgdur við avrikið hjá dómaranum, Dagfinni Forná, sum Jákup heldur [...] sigur seg liva minst líka nógv við, sum tá hann var spælari í besti deildini sjálvur. Løtan tá Róaldur Jakobsen skoraði til 3-2 var ótrúlig fyri Jákup og teir, sum sótu á beinkinum. Høvuðsvenjarin hjá [...] (Ein føroyskur fótbóltsdómari kann ikki úttala seg um reyð kort, sum hann hevur givið fyrrenn 48 tímar eru farnir síðani dysturin var spældur. Tí bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Dagfinni Forná
gospelkonsert við kendum sangarum, sum fara at syngja sangir, ið mong munnu kenna frá útgávum og útvarpi. Vanja Carlsen fer at syngja nakrar av sangunum, ið hon innspældi sum ung genta – eitt nú »Tað lítla [...] lítla ljós« og »Eyga oyra fótur«. Hetta vóru sangir, sum føroyingar veruliga tóku til sín. Heine Lützen var eitt skifti sangari í bólkinum Samsint, sum gav eina útgávu út. Heine fer á hesari konsertiniat syngja [...] Festivalin at syngja. Fríðbjørg fer at tríva í sangir sum »Góðir vinir« og »Sonur mín«. Ólavur á Váli Olsen fer á hesari konsert at tulka sangir, sum mammubeiggin Ólavur á Váli, sáli, innspældi og var kendur
hava verið á staðnum. – Vanlukkan hendi, tá ein arbeiðslyfta, sum koyrir á hjólum, koyrdi á mannin, sum læt lív av stoytinum. Alex Bærendsen, sum var ættaður úr Trongisvági, var ein framúr góður og vælumtóktur [...] føroyingurin, sum fór til Nashville í USA at gera innspælingar. Í áttati árunum var sangurin Barnaminni hjá Alex fastur táttur í Kvøðuljómunum í Útvarpinum, og Alex hevur eisini lagt rødd til sangir sum Til Minnis [...] Minnis, Sum Ein Roykur, Eigur Tú Ei Vinir Kendar og aðrar sangir. Eina kendast og best móttikin mundi vera útgávan Jólagleðin, ið kom í 1990. Henda útgáva, ið var eitt samstarv við Óla Poulsen, verður av
fiskivinnuni, soleiðis sum hon sær út í dag, er strámannavirksemið og óskattaði kapitaleksporturin, sum stavar frá hesum, sigur Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag í skrivi, sum liggur á heimasíður [...] at flyta virði millum feløg í samtøkum, sum eiga skip við føroyskum fiskirættindum. Í uppskotinum hjá Fiskimannafelagnum skal hvørt skip hava sítt egna felag, sum ikki hevur loyvi at fáast við annað enn [...] heimasíður felagsins. Hann vísir á, at í ávísum reiðaríum, sum eru stýrd av útlendskum kapitaláhugamálum, liggur ikki eitt oyra eftir í Føroyum. - Tað er týðiligt, hvussu ringa effekt hesin ognarskapurin hevur
haldi eg, at umhvørvið og tað, sum eygað sær, hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum. Mítt dagliga arbeiði er í barnaverndartænastu og síggi eg nógv viðurskifti, sum kommunan kann bøta um. Serliga [...] halda fram við komandi valskeið, soleiðis at náast kann á mál við teimum ætlanum, sum longu eru væl áleiðis. Smáu bygdirnar, sum hoyra til kommununa, ætli eg ikki at gloyma í arbeiðinum fyri at fríðka um. Mínar [...] politikki og øðrum samfelagsarbeiði og dagliga arbeiði mítt sum málsviðgeri innan barnavernd, hava givið mær holla vitan, ið eg kann brúka í arbeiðinum sum býráðslimur. Rúna Sivertsen Valevni til Klaksvíkar býráð
Tað var ein í føroyska hópinum, sum hevði føðingardag í dag – sama dag, sum Føroyar vunnu 2-0 ímóti Lettlandi. Tað var málverjin, Gunnar Nielsen, sum nú er farin um tey 30. Tróndur Arge segði á Rás2, at [...] spæla upp ímóti teimum flestu londunum, segði Gunnar, sum nú sigur seg ætla at hvíla og hyggja at einari sjónvarpsseriu saman við Jónasi Tór Næs, sum teir báðir nýliga eru byrjaðir uppá. [...] Hann spurdi Gunnar, um hann ætlær sær at blíva vaksin nú hann er vorðin 30. - Beint nú føli eg meg sum eitt barn. Eg havi hug at skrála og gráta. Hetta er bara so fantastiskt. Tvey ‘clean sheets’, eg veit
tosað um støðuna, sum fólk á Signabø hava klagað um ferð eftir ferð. Býráðið skrivar í skránni, at síðstu tíðina eru fleiri klagur komnar inn til kommununa um larm og royk frá skipum, sum liggja við kei í [...] ferðir á keiini, har skipini liggja, og yviri á Signabø, har klagurnar koma frá. Tey skip, sum klagað verður um, eru sum oftast útlendsk skip, oftast russiskir trolarar, men eisini føroysk skip av ymsum slag [...] tá fleiri skip liggja við bryggju í senn og mátingar, sum eru tiknar á Signabø um dagin, vísa, at ljóðstøðið er ov høgt, um hetta er sami larmur sum um náttina. Fólk á Signabø klaga um at tey fáa ikki sovið
upplivir stóra broyting hjá konu síni, sum skal realisera seg. Kendi skemtarin Jacob Haugaard, sum hevur føroysk ættarbond, hevur skrivað danska tekstin til sangin, sum nú verður spældur á P5 hjá Danmarks [...] donskum og enskum. - Á enskum ljóðar sangurin sum New Orleans jazzur, á føroyskum er tað sum ein V4-sangur, og á donskum sleppi eg ikki undan, at hann ljóðar sum ein Dansk Top sangur. Innspælingin av tónleikinum [...] Countrysangarin Hallur Joensen, sum nú er búsitandi í Danmark, hevur júst útgivið ein sang á donskum máli. Sangurin eitur ”SOS fra mig” og er sami sangur, sum á føroyskum máli eitur ”Áðrenn alt varð broytt”
fíggjarligan stuðul til børn, sum fáa krabbamein og familjur teirra, og av hesum pengunum verður ein latin danska Børnecancerfonden, sum tekur sær av teimum føroysku børnunum sum fara til Danmarkar í viðgerð [...] Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar, savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Duritu Tausen, á samkomu á Reinsarínum í dag. Upphæddin, sum føroyska [...] . Tað vóru tilsamans 1450 súkklarar, ið súkklaðu úr teirra heimlandi til Paris. Samlaða upphæddin sum øll londini hava savnaða inn verður í løtuni samantald og avdúka 24. september í Ringe í Danmark. Endamálið
samtykkja at stovna ein lønargrunn til stórmeistara í talvi, sum hann sigur. Hann vísir á, at Helgi Dam Ziska er fyrsti og einasti føroyingurin, sum higartil hevur vunnið henda stóra heiður. Í øllum heiminum [...] sambandi vil hann hava at føroyingar gera sum íslendingar hava gjørt, nevniliga at stovna ein lønargrunn til stórmeistarar í talvi, - Tað er ein grunnur, sum skal tryggja íslendskum stórmeistarum í talvi [...] og at telva fyri Ísland í talvkappingum. - Talvmeistarar, sum fáa løn úr grunninum, eru almenn starvsfólk við somu rættindum og skyldum sum onnur almenn starvsfólk, sigur Jákup Mikkelsen.