Føroyski stórmeistarin í Talvi, Helgi Dam Ziska, skal hava almenna løn so at hann kann verða yrkistelvari, og halga seg hundrað prosent til telva.
Tað heldur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann vil hava Løgtingið at samtykkja at stovna ein lønargrunn til stórmeistara í talvi, sum hann sigur.
Hann vísir á, at Helgi Dam Ziska er fyrsti og einasti føroyingurin, sum higartil hevur vunnið henda stóra heiður. Í øllum heiminum eru bara 1300 stórmeistarar í talvi.
- Í fámentari tjóð, sum Føroyar eru, hevur einstaklingaítrótturin stóran týdning, sigur Jákup Mikkelsen.
Í hesum sambandi vísir hann til svimjing, har føroyskir svimjarar hava staðið seg framúr væl í altjóða kappingum.
- Og nú er føroyingur eisini komin á fremstu rók í telving, leggur hann afturat.
Og í hesum sambandi vil hann hava at føroyingar gera sum íslendingar hava gjørt, nevniliga at stovna ein lønargrunn til stórmeistarar í talvi,
- Tað er ein grunnur, sum skal tryggja íslendskum stórmeistarum í talvi fíggjarligan grundvøll at halga seg talvlistini.
Hann sigur, at grunnurin verður fíggjaður á fíggjarlógini, og er upphæddin, ein stórmeistari í Íslandi fær, svarar til eina læraraløn á universiteti.
- Afturfyri hava talvmeistarar, sum verða løntir úr grunninum, skyldu til at undirvísa í talvi á Talvskúlanum í Íslandi. Teir hava eisini skyldu til at granska í talvi, og at telva fyri Ísland í talvkappingum.
- Talvmeistarar, sum fáa løn úr grunninum, eru almenn starvsfólk við somu rættindum og skyldum sum onnur almenn starvsfólk, sigur Jákup Mikkelsen.










