(Ein føroyskur fótbóltsdómari kann ikki úttala seg um reyð kort, sum hann hevur givið fyrrenn 48 tímar eru farnir síðani dysturin var spældur. Tí bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Dagfinni Forná um reyðu kortini hann gav Patriki Johannesen og Eli Falkvard Nielsen hjá B36)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina ærliga og opinskáraða samrøðu Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Jákupi á Borg, sum er ein sera fegin og errin maður aftaná at hava sæð sítt undirmannaða lið við níggju monnum vinna størsta partin av dystinum vinna 3-2 á HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og harvið 4-3 samanlagt.
Jákup á Borg er sera fegin um stóra avrikið hjá sínum monnum, og er eisini glaður fyri, at teir royndu spælararnir hjá honum gingu undan. Jákup á Borg sigur seg liva minst líka nógv við, sum tá hann var spælari í besti deildini sjálvur. Løtan tá Róaldur Jakobsen skoraði til 3-2 var ótrúlig fyri Jákup og teir, sum sótu á beinkinum. Høvuðsvenjarin hjá B36 staðfestir, at ungu B36-arnir hava í dag spælt ein dyst, sum teir fara at minnast fyri lívið. Ein dystur, sum undirstrikar hvussu fantastiskur fótbóltur er.
Jákup á Borg er tó ikki nøgdur við avrikið hjá dómaranum, Dagfinni Forná, sum Jákup heldur var alt ov glaður fyri at geva sínum spælarum kort. Hann heldur tó, at reyða kortið til Eli Falkvard Nielsen var í lagi, men har vóru fleiri onnur kort, sum hann ikki heldur skuldi verið givin til hansara spælarar.