Ein stórur trupulleiki við føroysku fiskivinnuni, soleiðis sum hon sær út í dag, er strámannavirksemið og óskattaði kapitaleksporturin, sum stavar frá hesum, sigur Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag í skrivi, sum liggur á heimasíður felagsins.
Hann vísir á, at í ávísum reiðaríum, sum eru stýrd av útlendskum kapitaláhugamálum, liggur ikki eitt oyra eftir í Føroyum.
- Tað er týðiligt, hvussu ringa effekt hesin ognarskapurin hevur á samfelagsavkastið hjá reiðaríunum. Ein stórur partur av virðisøkingini og vinninginum endar hjá útlendsku eigarunum, uttan at eitt oyra liggur eftir í Føroyum, sigur hann.
- Tað er sjálvsagt sera óheppið fyri okkara samfelagsbúskap, men við uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan, sum Fiskimannafelagið hevur gjørt, verður trupulleikin bastur, vil nevndarlimurin í Fiskimannafelagnum vera við. Hann vísir á, at í tí uppskotinum, fer tað nevniliga ikki at bera til at flyta virði millum feløg í samtøkum, sum eiga skip við føroyskum fiskirættindum.
Í uppskotinum hjá Fiskimannafelagnum skal hvørt skip hava sítt egna felag, sum ikki hevur loyvi at fáast við annað enn virksemi enn bara raksturin av skipinum.
- Hvørt felag skal sjálvt borga fyri skatti og øðrum gjøldum óheft av øðrum feløgum og ognarviðurskiftum, sama um reiðaríið eigur ella rekur fleiri skip og/ella annað virksemi. Og allur vinningur og vinningsbýti, sum stavar frá føroyskum fiskirættindum, skal skattast í Føroyum, sigur Axel Hansen.
- Tá verður tað ikki longur ein avgerandi spurningur, um og hvussu nógv útlendingar skulu sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni á sjónum ella ikki, sigur nenvndarlimurin í Føroya Fiskimannafelag.









