hana og kunnu bara bera henni alt gott. Hon fór blaðung niður til Danmarkar og tók studentsprógv í Silkeborg í 1958. Haðan legði hon leiðina til Keypmannahavnar, har hon las landafrøði og søgu. Tvær stórar [...] gjørdi hon lesnaðin burtur av sær og fór heimaftur til Føroya og var skúlanum í Hoydølum ein framúr góður og umtóktur lærari øll hesi mongu árini, til lívsdagar hennara so brádliga vóru uppi. Katrin tók [...] sleygaði við hana, tí tað hvørki tímdi hon ella hevði stundir til. Harafturímóti var hon altíð fús at tosa um okkurt álvarsmál, og møtti tú henni til dømis í trappunum, so steðgaði hon tær ofta fyri at siga
rockur Eg var eisini við. Ikki til møtið í Runavík, men til eina stak góða og spennandi tónleikafinalu í Norðurlandahúsinum. Tað er eitt sindur síðani, at eg yvirgav meg til tiltakið, og Prix Føroyar er [...] undankappingin. Teir meira garvaðu koma víðari. Tað verður vant og mett um møguleikarnar at koma til heiðurs ella til Nibe. Ung og tilkomin gera av, um kvøldið skal nýtast frammanfyri skíggjanum, ella um ein [...] Vit uppliva tað ferð eftir ferð. Vit kenna rúsin aftur. At vera til staðar ta røttu løtuna. Vit geva og móttaka rósur. Vit lata okkum bergtaka og svinga saman. Vit hava jú okkara stíl og okkara favorittar
var Beinir, og her gjørdist Eiler skipari. Nøkur ár seinni fór Eiler yvir til Canada við Beinir at læra kanadiarar at veiða til havs. Slóðbrótari innan nótaveiðu Tað kom tó at vera innan kraftblokkin, at [...] at landa sildina feska í Hirtshals. Hon varð seld til Sigurd Espersen, ein næstring hjá Lene Espersen, uttanríkisráðharra. Hetta var byrjanin til eitt heilt nýtt tíðarskeið bæði hjá føroyska nótaflotanum [...] endamál er at hjálpa jødum at flyta heim til Ísrael. Tey hava eisini júst verið í Ísrael á ársfundi hjá hesum felagsskapi, har Eiler er høgt í metum. Heiðursrøðari á hesum fundi var annars Ehud Barak
nú, hann gjørdi politiskt ’comeback’ til løgtingsvalið, er heiðurin at seta løgtingið sum aldursforseti aftur fallin honum í lut. - Jú, eg taki tað sum ein heiður at sleppa at seta tingið. Eg havi altíð [...] eg veit, at úrslitið kemur at gagna føroya fólki, gevi eg heldur enn fegin mítt íkast til, at fáa tað at bera til, sigur tjóðveldismaðurin og aldursforsetin í løgtinginum, Heini O. Heinesen. [...] kunnu droyma um, sigur Heini O. Heinesen, sum longu tá var sannførdur tjóðveldismaður. Kanst ikki læra til politikara Sjálvur tordi Heini O. Heinesen heldur ikki av álvara at droyma um at fáa ein sess millum
verður enn einaferð ein lóggáva láturliga afturúrsigld í mun til dagin vit liva í - og í mun til teir altjóða sáttmálar við longu hava bundið okkum til á hesum øki. [...] soleiðis um nakrar av medborgarum okkara. Hetta er tað okkara politikkara á løgtingið skulu taka støðu til, og onki annað. Eg skilji á tí, sum Jens Wang skrivar í bløðunum um dagarnar, at sleppur hann ikki [...] er gerðin, sum er andstykkilig. Eg dugi ikki at síggja at hetta gera nakra broyting í hugburðinum til tann samkynda. J. W. vil so fegin sleppa at veita teimum homoseksuellu náði og næstakærleika, og sigur
hann nú aftur er til reiðar at spæla fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Hevur tikið fast Tárini fingu frítt at fara, tá ein rørdur Todi Jónsson boðaði frá, at hann nú aftur er tøkur til landsliðsfótbólt [...] fyri trimum árum síðani avboð til landsliðið, tí eg kendi meg ikki vera nóg væl fyri, men tann støðan er øðrvísi nú, og eg havi boðað FSF og Henrik Larsen frá, at eg eri til reiðar at spæla fyri Føroyar [...] varð úttikin til føroyska landsliðið, men hann kom ongantíð á vøllin í dystunum, sum vóru spældir í 2004. Skaðar forðaðu honum hvørjaferði í at spæla, og tí eigur hann landsliðscomebackið til góðar í 2005
hevur eisini ávirkan, tí tað skapar eina kenslu av, at nú eru vit útvald til at verða so týdningarmikil, at kongshúsið hevur tíð koma til Føroyar. Hetta er lítið virðiligt. Kostnaðurin Nakað hevur verið frammi [...] scient.pol ??????? Drotningavitjan stendur aftur fyri durum. Alt frá hundalortaskipanum í høvuðstaðnum til asfaltering í smábygdum verður skunda fram, tí drotning okkara, yvirhøvd føroyinga kemur á vitjan. [...] nakað serstakt tá tey kongaligu koma her. Alt verður pyntað, bygdir og býir berjast um at fáa tey til sín, fólk veitra og vilja heilsa, og so er ikki minst spenningur um hvør fær heiðurin at bera krossin
lagnusjúkan, meðan Sonni vaks seg til raskan mann. Sum stórur smádrongur fekk Sonni ávíst, at hann hevði sjúk nýru. Annars livdi hann sít vanliga lív. Sum bygdadrongur hjálpti hann til við øllum vanligum arbeiði [...] honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr í Onglandi. Heidi, sum giftist til Klaksvíkar og Vilbjørg og Jóhannes Einar [...] vit óiva havt ein slíkan vin. Á ólavsøku í 1991 lógu teir lið um lið á Ríkissjúkrahúsinum til skurðviðgerð. Til alla lukku gekk hetta væl og fekk Sonni nærum tvey ártíggjur afturat, vegna hendan ósjálvsókna
Bretlandi. Shakin' Stevens, sum var eitt tað størsta navnið í europeiskum popptónleiki í 80'unum, kemur til Klaksvíkar at hava konsert við øllum sínum kendu sangum. Shakin' Stevens varð føddur í Cardiff í Wales [...] spældu á hægri læristovnum og á smærri spælistøðum í Bretlandi, og teir vóru eisini bidnir um at koma til onnur europeisk lond at spæla. Shakin' Stevens And The Sunsets vóru ikki heitl fyri nothing, tí teir [...] Dave Edmunds í Rockfield Studios. Eisini á pallinum høvdu teir vind í seglunum, tí teir vórðu valdir til besta konsertbólk í Bretlandi av New Musical Express í 1972. Í 1977 gavst bólkurin at spæla, og tá
barnsbeini av, og hava vit altíð verið væl. Hann fór til Suðuroyar at fáa sær konu. Tað er langt at fara í mínari verð, tí eg gekk einans heim til Mohrsa veg í bygdini og fekk mær konu, men Petur Martin [...] frægu. Skarðið hevur altíð drigið fólk til sín. Tað er portrið, sum hevur latið upp fyri mongum í farnum tíðum. Betri staður kundi ikki veljast í okkara verð til hetta tiltak, tí her hava teir gomlu f [...] og sæð. Ja, hann hevði verið forsangari, og onkran sálm hevði hann greitt úr hondum hesari løtu til heiðurs og hildið onkra mergjaða talu. Her ræður vit og skil, og íblásturin kann ikki vera betri. Jóannes