Føroyingar millum muslimar í Birmingham

Frá 7. til 17. juli 2005 skipaði føroyski missiónsfelagsskapurin "Samverkamenn" fyri eini ferð til Birmingham í Onglandi at boða kristna gleðiboðskapin fyri asiatum og muslimum saman við fólki frá OM-miðstøðini í býnum

Birmingham: Tá ferðalagið upp á 10 fólk møtti í floghavnini í Vágum hósdagin 7. juli, hoyrdu vit, at okkurt var hent í London, bumbur vóru brostnar, og fleiri fólk høvdu latið lív.
Vit skuldu flúgva til London umvegis Aberdeen og síðan koyra í bussi til Birmingham, og vistu vit tí ikki, um atsóknin fór at ávirka ferðina.
Meðan flogfarið hjá Atlantsflog var í Aberdeen, fingu vit at vita, at orsakað av bumbuspreingingunum var øll almenn ferðsla støðga í London, og vit vóru vælkomin at koma heim aftur við flogfarinum til Føroya. Men avgerð varð tó tikin um at fara til London, tí ein OM-bussur kom eftir okkum.
Vit komu til OM-miðstøðina í Birmingham, har vit skuldu búgva, í øllum góðum. Miðstøðin í Birmingham kallast OM-Luke, OM stendur fyri altjóða kristna missiónsfelagsskapin Operation Mobilisation, og Luke stendur fyri Love United Kingdom Evangelism. Miðstøðin varð sett á stovn sum venjingarmiðstøð hjá OM fyri Evropa, men arbeiðir í dag eisini lokalt í Birmingham. OM er sami felagsskapur sum eigur trúboðanarskipini Logos II og Doulos og nú hava keypt gomlu Norrønu frá Smyril Line, sum hevur fingið navnið Logos Hope.
Birmingham
Birmingham er næststørsti býur í Onglandi við umleið 3 milliónum íbúgvum. Í sjálvum miðbýnum eru nógvir stásiligir handils- og skrivstovubygningar, og nógvir eru í gerð. Serliga eyðkend er Bullring-handilsmiðstøðin, ið sigst at vera størsta handilsmiðstøð í Evropa. Ein partur av hesi handilsmiðstøð er bygdur sum ein risastórur bygningur við rundum brikkum allan vegin runt, og stendur hesin sermerkti nútímans bygningur í týðuligum mótsetningi eina gamla vakra kirkju, ið stendur beint við síðuna av.
Arbeiðið millum muslimar gongur fyri seg á ymiskan hátt, m.a. við at seta upp bókaborð í gongugøtuni í miðbýnum. Eisini verða ymisk smárit latin teimum, sum ganga framvið. Nógv fólk støðga á og koma yvir til bókaborðið og fáa eina samrøðu við OM-fólkini. Samrøðurnar við muslimar eru ofta harðmæltar og verða ógvuliga drúgvar, har báðir partar leggja síni sjónarmið fram og prógva tey, við skriftbrotum úr Bíbliuni ella Koranini. Tá hevur tað stóran týdning, at tey sum standa við borðini eru væl fyrireikað.
Fyri at kunna arbeiða millum musimar hevur tað stóran týdning at seta seg inn í teirra mentan, trúgv og tað sum teir standa fyri. Á OM-miðstøðini verður undirvíst um Islam og islamsku mentanina.
Leygarkvøldið 9. juli, tveir dagar eftir bumbuatsóknirnar í London, avbyrgdi løgreglan miðbýin í Birmingham, og fleiri túsund fólk vórðu flutt burtur í sambandi við eina bumbuhóttan. Nógvir vegir vóru avbyrgdir, og ferðslan var tarnað. Vit sóu, at tyrlur sveimaðu yvir miðbýnum. Men tíbetur varð eingin bumba funnin.
Alum Rock býarparturin
Ein annar partur av arbeiðinum gongur fyri seg í økjum, har nógvir muslimar búgva. OM í Birmingham hevur fyri kortum yvirtikið ein samkomubygning í býarpartinum "Alum Rock", har umleið 95 prosent av íbúgvunum eru muslimar. Fólkini, sum gingu í samkomuni har, eru flutt og ganga nú í øðrum samkomum og kirkjum í býnum. Ætlanin er, at føroyski missiónsfelagsskapurin Samverkamenn í framtíðini skal arbeiða millum muslimar í hesum býarparti. OM setur á stovn samkomur, men teir reka ikki samkomur sjálvir.
At koma til Alum Rock býarpartin er sum at koma til eitt arábiskt land; húsini er tey eyðkendu ensku múrsteinshúsini, flestu íbúgvarnir eru asiatar, og býarparturin er merktur av teirra mentan. Har eru islamskar moskur, og t.d. selja klædnahandlarnir, at kalla bert tey klæðini, sum asiatar nýta. Nógvar av kvinnunum ganga í klæðum, har allur kroppurin er fjaldur, og bert eyguni síggjast. Í barnaskúlunum eru skelti o.a. skrivað á arábiskum. Gøturnar í býarpartinum eru trongar og óruddiligar við nógvari ferðslu í handilsgøtunum.
Vitjað var í eini mosku í Birmingham, ið er ein tann størsta í Norðurevropa. Vit vórðu væl móttikin av einum av leiðarunum, sum vísti okkum runt í moskuni og segði okkum frá um islamisku trúnna og svaraði spurningum.
Moskan rúmar umleið 5000 fólkum. Við inngongdina vóru vaskirúm til teirra, sum komu inn at biðja. Sambært islam skulu tey vaska sær um hendur, føtur, andlit, hár, oyru og nøs, áðrenn biðið verður.
Meðan vit vóru í moskuni komu nógv fólk inn og løgdu seg niður at biðja, meðan ein rødd læs upp bønirnar í hátalaranum.
Ferðalagið vitjaði eisini í einum Hindu-templi í býnum. Har var greitt frá tí grundleggjandi í hindulæruni. Ymiskar avgudamyndir vóru har, ið vit sóu, at fólk komu inn og tilbóðu.
Samverkamenn
Samverkamenn er ein føroyskur missiónsfelagsskapur, ið hevur sum høvuðsendamál at boða gleðboðskapin um Jesus Kristus - serliga millum muslimar, at upplýsa um tørvin á missiónsmarkini og at fáa onnur at fara til Asia við gleðiboðskapinum ella at arbeiða millum muslimar í Evropa. Eisini kunnar felagsskapurin um atsóknir, ið verða framdar móti kristnum - serliga í muslimskum londum.
Í løtuni arbeiða hjúnini Shamila, sum er úr Pakistan, og Høgni Johannesen úr Havn í Birmingham sum trúboðarar. Høgni arbeiðir meginpartin av tíðini saman við OM og er við í Samverkamonnum, samstundis sum hann lesur teologi. Í september flyta hjúnini Gvøðny og Janus Gunnarsson til Birmingham, har hann heldur fram við lestri sínum á Birmingham Christian College, og hon skal arbeiða á OM-miðstøðini. Hallur Mortensen úr Havn, sum eisini er við í Samverkamonnum, lesur teologi í Glasgow í Skotlandi.
Eftir ein spennandi og læruríkan túr í Birmingham møttu vit so í Stansted floghavnini í London sunnudagin 17. juli um 12-tíðina, tveir tímar áðrenn vit skuldu flúgva heim aftur til Føroya. Har fingu vit at vita, at vegna vánalig floglíkindi í Vágum var flogferðin útsett. Veðrið var gott, og restina av degnum nýttu vit í góðveðrinum uttan fyri floghavnina. Morgunin eftir eydnaðist at koma heim aftur í øllum góðum við einum flogfari, sum Atlantsflog hevði leigað.
Hetta var fyrstu ferð at Samverkamenn skipaði fyri einum slíkum túri við føroyskum luttakarum, men næsta ár er ætlanin aftur at fara við einum summarliði til Birmingham.
Heimasíðan hjá missiónsfelagsskapinum: www.samverkamenn.org

FAKTA
Tær fimm súlurnar í islamsku trúnni
(Skyldurnar hjá øllum muslimum): trúarjáttanin, bønin, føstan, pílgrímsferðin til Mekka, og at geva olmussu.

Trúarjáttanin
"Eg vitni at eingin gud er uttan Gud (Allah), og Mohammed er tænari hansara og boðberi"

Bønin
"Áðrenn muslimar biðja, skulu teir vaska sær um hendur, føtur, andlit, hár, oyru og nøs
"Teir kunnu biðja heima, men tað er størri heiður í at gera tað saman við øðrum
"Teir skulu biðja fimm ferðir um dagin
"Teir skulu liggja framyvir og á knæ og biðja
"Ávísar bønir skulu teir duga uttanat

Fasta verður
Í ein mánað um árið - ramadan-mánaðin - skulu teir hvørki eta ella drekka frá tí, at sólin rísur, til hon fer niður aftur

Álmussa
"Muslimar skulu geva 2,5 prosent av løn síni
"Teimum er álagt at geva til fátæk og líðandi muslimar
"Teir kunnu eisini geva sjálvboðnir

Pílagrímsferðin
Einaferð í lívinum skulu teir á pílagrímsferð til Mecca í Saudi Arabia

Jihad
Jihad verður roknað sum ein sætta súla av summum muslimum. Jihad verður eisini rópt fyri heilagt kríggj ella stríð - antin í orði ella verki.