nógvar, sum giftust, tí tær vóru upp á vegin. Tað var ikki sum í dag. Nú liva nógv saman og fáa børn, og tey gifta seg kanska ongantíð. Soleiðis var tað ikki tá. Var ein upp á vegin, so varð ein giftur beinanveg [...] leypsveitsla byrjaði fríggjadag og helt fram alt vikuskiftið. GULLBRÚDLEYP Í FLEIRI DAGAR Á sjálvum gullbrúdleypsdegnum tann 8. juni borðreiddu tey við morgunmati heima hjá Birgit og Hegga. Tey hava nógva familju [...] so øgiliga stuttligt og hugnaligt at koma saman og síggja alla familjuna. Fólk koma ikki saman upp á sama máta longur, og hví skulu vit bara hittast til jarðarferðir, spyr Birgit Augustinussen, sum var
Halli Hansson á miðjuni vann 1-0 á FCK í Parkini. Sermerkt við dystinum var, at ongin áskoðari var til dystin uttan venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken. Hann hevði bann og slapp ikki at sita á bonkinum. Stjórin [...] Horsens leggur dent á, at trygdin og heilsan skal verða í hásæti, og at divisionsfelagsskapurin hevur arbeitt við leiðbeiningum, sum gera at fótbólturin kann byrja aftur. Hann vísur á, at feløgini í Danmark [...] er ongin loyna, at vit eru ótolin eftir at sleppa í gongd aftur, men lat ongan iva verða um, at heilsan hjá spælarunum og teirra familjum er í hásæti og at vit vilja gera fyri at ansa eftir okkara spælarum
eina serliga heilsan til hesi neyðar flóttafólk. Vit eru so ómetaliga vælsignað og búgva í einum av ríkastu tjóðum í heiminum. Tíggju milliónir krónur er minni enn 1/4 prosent av útreiðslunum á føroysku [...] til 3. viðgerð. Í viðmerkingum til broytingaruppskotið til løgtingsfíggjarlógina vísur Fólkaflokkurin á, at kríggið í Sýria hevur nú vart í fimm ár og er vorðin ein ræðuligur marrudreymur. – Sambært hjál [...] pengar, sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum, sum er undirskrivað av teimum fýra tingfólkunum, Jógvani á Lakjuni, Jørgeni Niclasen, Anniku Olsen og Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttur.
Veikasta lagið á fløguni er My own words, ið við sínum rokkballadu niðurløgum, og tungmálmskendu rokkpettum slettis ikki er á støði við hini løgini á fløguni. Lagið Control er nokk lagið á fløguni við størst [...] Paradox ofta á konsertum í ár, og eg verði alsamt meira sannførdur um, at teir eru ein fantastiskur bólkur. Fyrstu ferð eg sá teir var í Prixnum. Teir blástu meg um koll. Samrøðan við SVF á prix.fo, har [...] sakni, at verða undirhildin og provokeraður av tekstunum. Tað er eitt sindur ov fitt. Sum á flestu føroysku fløgum á enskum, er ikki talan um yrkingarlig meistaraverk, men í hesum popp punkutta samanhangi
Viljormur Davidsen hevur skift frá Vejle til svenska Helsingborg. Hann hevur í skrivi á Facebook, sent eina heilsan til Vejle Boldklub. - Eg vil gjarna takka Vejle Boldklub fyri tey seinastu átta árini [...] flestar dystir fyri Vejle BK. Eftir skjótt 9 ár er tíðin tó komin til, at royna nakað nýtt. - Eg kenni á mær, eftir skjótt 9 ár í felagnum, at eg trongdi til nýggjar avbjóðingar. TAð havi eg fingið við framúr
Flóvin klinga ófatiliga væl saman, og lyfta støðið á tónleikinum. Á GBOB var tað Líggjas ið sang tað mesta, og hesum slapp hann eisini heilt væl frá. Á pallinum eru limirnir sterkar persónligheitir at síggja [...] framførsla. Nonsense Næsti bólkurin á pallin var Eiðisbólkurin Nonsens. Hóast hetta eisini er ein nýggjur bólkur, kunnu vit longu nú siga, at teir hava verið eltir av óheppni á GBOB. Fríggjakvøldið datt reimin [...] Men bólkurin má vera meiri eyðmjúkur fyri løgunum, fyri at lyfta tónleikin á eitt enn hægri støði, meti eg. Avoke Síðan kom Avoke á pallin. Hesir spæla myrkan, klassiskan rokktónleik. Sangarin hevur eina
fyri fleiri flakavirkjum her á leið. Virkið á Glyvrum fór av knóranum. Róland keypti bygningin aftur frá Sjóvinnubankanum nakað seinni. Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik, pápi [...] tó trupult at fáa hendur á smolti, einans Fiskaaling framleiddi smolt, og var hetta meir á vísindaligum støði heldur enn sum ein framleiðsla. Fyrstu árini fekst einans hendur á umleið 15-25.000 smoltum [...] vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt. Liðugur við barnaskúlan fór Hans í 1953 á Háskúla í Hornabø, har Marius Johannesen
Fiskimannafelag í dag veita honum eina heiðursgávu fyri. Á einari løtu á Fiskimannafelagnum seinnapartin, har gott kaffi og góðar køkur vóru á borðinum, fekk sjómaðurin heiðursgávu. Gávan er eitt vakurt [...] brúkast til nú, sigur hann brosandi. Virgar loysir tó av á øðrum postum umborð, onkuntíð sum stýrimaður. Tá vit skiftu orð við hann á skrivstovuni á Føroya Fiskimannafelag í dag nevndi hann, at hann eisini [...] tá føroyskir trolbátar fiskaðu í Eystursjónum. Virgar Viberg sigur, at mongu árini á sjónum merkjast á kroppinum. Heilsan hevur verið góð, men knøini eru ikki, sum tey vóru. - Eg havi siglt við Safir í eini
var hann ein vandur útróðrarmaður. Ikki er langt út á fiskileið á Norðhavinum og tiltikin var Funningsfjørður fyri ta nógvu sildina, ið var fingin inni á fjørðinum bæði við gørnum og nót. Í hesum arbeiði [...] sum hann er á fjørðinum við, tá tað liggur fyri. Hann hevur fiskiloyvi eftir hummara á Funningsfirði, og er veðrið til vildar, fer hann eisini onkran túr við snelluni. Um sild er inni á fjørðinum, er [...] Danmark royndi hann seg sum húskallur á einum bóndagarði. Eina tíð arbeiddi hann á Skála Skipasmiðju. Nøkur ár koyrdi hann eisini skúlabørnini í bygdini til skúlagongd á Skálafjørðinum. Handil høvdu tey eisini
Ronald Reagan slapp við lívinum. Castro sigur, at ein av teimum kubansku diplomatunum á ST-høvuðsborgini fekk eina heilsan at bera kubansku stjórnini við tøkk fyri upplýsingarnar, sum avdúkaðu drápsætlanina [...] floksblaðnum Gramma greiðir kubanski forsetin, Fidel Castro, frá, at í 1984 fekk kubanska sendinevndin á ST-høvuðsborgini í New York frænir av, at ein høgravendur bólkur í USA ætlaði at beina fyri Ronald Reagan [...] Reagan, forseta. Málið hevði skund, tí teir høgravendu ætlaðu at skjóta forsetan, tá hann skuldi á ein veljarafund í statinum North Carolina nakrar dagar seinni. -Vit gjørdu av at siga amerikonsku myn