Vinnarin er.... Deja Vu!

Leygarkvøldið var tjóðarfinalan í føroyska partinum av GBOB kappingini. Kvøldið borgaði fyri nógvum góðum tónleiki og einum spennandi endabresti.

Tónleikakapping

Nú er greitt, at Deja Vu skal umboða Føroyar í altjóða finaluni í kappingini Global Battle of the Bands. Í harðari kapping við Marius og Boys in a Band vóru tað dreymarokkarirnir í Deja Vu sum lyfti seg uppá ovastu rók. Í desember mánaði skal bólkurin til London at kappast móti 32 øðrum bólkum, og endaligi vinnarin sleppur á eina heimsumfatandi konsertferð og fær $100.000 í lumman.
Hetta er ikki hissini vinningur, og tískil var spennandi at fylgja við gongdini leygarkvøldið. Eini 400 fólk savnaðust í spenningi í Mentunarhúsinum í Fuglafirði.

New York Surfers
Klokkan var júst farin av 21.30 tá ið James Olsen bjóðaði fyrsta bólkinum á pallin. New Yourk Surfers løgdu fyri. Tú legði beinanvegin til merkis, at ljóðið var betri hjá teimum, enn tað var kvøldið fyri. Nú hevði tú sum áhoyrari eina klára ljóðmynd sum tú kundi nýta, og hetta gjørdi New York Surfers til eina góða uppliving. Tónleikurin hjá teimum er reinur popp/rokkur. Løgini eru líkasum skrivað rundan um nøkur góð og fangandi niðurløg, og tú legði til merkis, at tónleikararnir duga sítt handverk. Men tú hoyrdi eisini, at hesin bólkur ikki hevur eina drúgva søgu aftanfyri. Instrumentering var kanska eitt sindur ov tilvildarlig. Serliga haldi eg, at leikluturin hjá el-gittarinum slettis ikki var nóg gjøgnumførdur. Bjarni Jøkladal er oddamaður í bólkinum, og hann røkti sín leiklut væl. Hann er ein dugnaligur sangari, og dugur sum heild væl
Hetta var ein fín, men kanska eitt sindur vandaleys framførsla.

Nonsense
Næsti bólkurin á pallin var Eiðisbólkurin Nonsens. Hóast hetta eisini er ein nýggjur bólkur, kunnu vit longu nú siga, at teir hava verið eltir av óheppni á GBOB. Fríggjakvøldið datt reimin av bassinum undir framførsluni. Slíkt havi eg ongantíð sæð áður, men bassleikarin royndi bara sum frægast at spæla víðari, meðan hjálparmenn komu á pallin at geva honum eina hond. Og leygarkvøldið stóð gittarleikarin fyri skotum. Hann kom til at slíta ein strong, men royndi eisini bara at halda høvdi kalt, og spæla lagið liðugt so at hann fekk skift gittara. Ein má rósa teimum fyri, at takla óhappini so mikið væl. Hetta er lærdómur, sum teir verða glaðir fyri í framtíðini.
Raðfylgjan til tjóðarfinaluna í kvøld
Framførslan hjá bólkinum var á eini leið. Har vóru onkur grundleggjandi viðurskifti sum gjørdi, at tú hoyrdi at bólkurin ikki er so rutineraður. Eitt nú høvdu teir ilt við at halda tempo´inum, og slíkt telur niður. Men teir leveraðu eina lívliga framførslu, sum var góð at lýða á. Bólkurin er ungur, og hetta er heilt vist ein bólkur við dygdum, sum vit koma at hoyra og síggja um teir halda áframm við menningini.

Isadora and the Rebels
Isadora and the Rebels vóru av mongum mett at teljast millum favorittarnir til at vinna GBOB. Bólkurin hevur tikið mangan áhoyrara av bóli, og framførslan á GBOB var sum heild rættiliga góð. Tó meti eg, at bólkurin skal hugsa meiri um útsetingarnar av løgunum. Fyri mær kendist tað sum løgini druknaðu í instrumenteringi. Alt ov harðar útsetingar til løg, sum ikki tola at verða stressaði so mikið. Melodiirnir vóru mestsum fráverandi í rútmiska óruddinum, og er hetta spell.
Ikki tí, bólkurin spælir heilt væl. Tey síggja sera gott út á pallinum, og serliga er tað gittarleikarin, Bartal Augustinsussen, sum ger bólkin áhugaverdan at hyggja eftir. Hann hevur eina feita útstráling, og dugur væl at liva seg inn í framførsluna. Tónleikurin ljóðar sum ein samanrenning millum Clickhaze og Jeff Buckley, haldi eg.
Guðrið Hansen (einasti kvinnuligi luttakara í GBOB kappingini í ár) er ein sera dugnalig songkvinna, og vit hoyrdu í Singer/Songwriter kappingini í fjør, at hon eisini er ein dugnaligur lagsmiður. Men bólkurin má vera meiri eyðmjúkur fyri løgunum, fyri at lyfta tónleikin á eitt enn hægri støði, meti eg.

Avoke
Síðan kom Avoke á pallin. Hesir spæla myrkan, klassiskan rokktónleik. Sangarin hevur eina feita rokkrødd. Hansara sangháttur minnir um tí sum vit kenna úr Depeche Mode og Danzig. Myrkt og sníkjandi. Eisini er hann framligur – hetta sást kanska best tá ið hann endaði framførsluna við at leggja seg oman á áhoyrarnar til ein umgang av “crowdsurfing”.
Tað er týðiligt st síggja, at fyri teir snýr tað seg um attitydu. Sólbrillur og svartar t-troyggjur eru ein partur av teirra framførslu; alt gott um tað. Men bólkurin saknar at finna eitt persónligt og egið útrykk. Haldi at tónleikurin var sera tilvildarliga samansettur. Har vóru harmoniskir gittarfigurar, doyvandi og bleyt keyboardljóð og tú sat alla tíð við eini kenslu av, at tú hevur hoyrt tílíkt 1000 ferðir fyrr. Bólkurin spælir væl, og hevur avgjørt dygdir. Men hann má arbeiða miðvíst við at finna eitt egið ljóð, um hann skal stinga seg úr mongdini.

Synarchy
Synarchy stóð fyri tí harðastu framførsluni leygarkvøldið. Teir spæla superharðan metal tónleik, og hetta dámdu áhoyrarunum væl. Teir geva seg allir sum ein 100% á pallinum, og tað er ein fragd at síggja ein tílíkan bólk framføra sín tónleik. Teir “headbang´aðu” óført, og slíkt hoyrir hesum tónleiki til!
Teir spældu bara eitt lag. Hetta lagið var bygt upp kring rættiliga nógv ymisk brot. Fyri meg, virkaðu hesi samansettu brotini als ikki sum eitt samanhangandi lag. Men tað kann vera, at tað er ein partur av spælireglunum innan hetta slag av tónleiki.
Lagið skifti ofta frá at koyra 10 Km/h og so leyp tað uppá 353 Km/h. Hóast ljóðið var rættiliga klárt og gott, tóktist ljóðmyndin ógreið. Hetta tí, at sjálvt um ein bólkur leggur seg eftir at spæla óruddiligt og ófantaligt, so skal hetta eisini gerast ordiligt. Og tað haldi eg ikki, at Synarchy megnaði hetta kvøld.
Nakað heilt annað er, at sangarin, Leon B. Hansson, hevur eina ófatiliga orkumikla rødd. Hann telist óivað millum teir bestu “growlarnar” í Føroyum.

Marius
Stórfavorittarnir, Marius, áttu síðan tørn. Teir vóru sera sannførandi í tí innleiðandi umfarinum, og tí vóru teir eitt gott boð uppá ein møguligan vinnara. Og framførslan leygarkvøldið var so sanniliga eisini sannførandi.
Tá ið teir spældu, gjørdist munurin millum tey betru og tey minnið góðu sera greiður. Marius vóru beinleiðis klassar omanfyri bólkarnir sum høvdu framført frammanundan. Teir fáa tónleikin upp at svinga, og kompositiónirnar eru nógv meir gjøgnumførdar. Bólkurin prógvaði sostatt, at tað var av røttum, at hann varð skírdur favorittur.
Marius spælir meiri við tann dynamiska partinum av tónleikinum, enn bólkarnir frammanundan gjørdi tað. Tað tykist sum teir hava nógv fleiri gear. Og hóast eg taldi 6 streingir á gittarinum, høvdu teir fleiri streingir at spæla uppá.
Løgini “Now is here” og “Watching the stars asleep” fingu veruligt lív í fjøldina, og oddamaðurin Hans Marius, dugdi væl at gagnnýta hetta samband við áhoyrarin. Tað er eyðsæð at bólkurin er mannaður við dugnaligum tónleikarum. Heðin Ziska er genialur gittarleikari. Hann fyllur nógv út í ljóðmyndini, og dugur sera væl at litað tónleikin.

Boys in a Band
Ongin ivi er um, at Føroyar hava fingið ein nýggjan vælumtóktan bólk. Boys in a Band debuterðau fríggjakvøldið, og longu leygarkvøldið vóru teir puplikumsfavorittar. Bólkurin spælir eitt slag av veitslupoppið sum vit kenna umvegis Franz Ferdinand, Arctic Monkeys og tílíkar bólkar. Boys in a Band eru meiri enn tónleikur. Teir hava eina greiða og tilrættislagda útsjónd, og teir leggja seg eftir at gera eitt veruligt show. Tónleikurin er títtur og skemtingarsamur, og tú má bara lata fótin vippa afturvið. Boys in a Band vóru avgjørt tað størsta jaliga yvirraskilsi á GBOB 2006.
Hóast kompositiónirnar ikki stóðu so sterkar, svingaði tónleikurin væl.
Tónleikarnir eru dugnaligir hvør sær, men eg haldi tó, at sangarin, Pætur Zachariassen, onkuntíð gjørdi ov nógv burturúr at flippa út, soleiðis at sangframførslan datt í aðru røð.
Boys in a Band fara óivað at verða sera virknir í komandi festivalum, og er hetta gleðiligt. Tó haldi eg, at teir skulu hava í huga, at tað sum teir spæla, ikki er serliga orginalt og nýskapandi – men feitt er tað!

Deja Vu
Saman við Marius vóru tey mong ið skírdu Deja Vu sum favoritt at vinna føroyska partin av GBOB. Við sínum “skeiva” popp/rokk tónleiki framførdu teir eina minniliga konsert. Teir løgdu út við lagnum “Wake you up”. Hetta lagið er longu blivið eitt undirgrundshit millum fjepparar, hóast tað ikki er útgivið enn.
Teirra samanspæl er ógviliga kontrolerað. Teir eru sera nærlagdur við smálutirnar í tónleikinum, og tískil fært tú sum áhoyrari eina sera greiða og týðiliga ljóðmynd frá pallinum. At teir eisini leggja seg eftir, at útseta løgini rættiliga alternativt, er eisini bara at gleðast um. Serliga haldi eg at botnurin í bólkinum er áhugaverdur. Botnurin er sera virkin (kanska ov virkin?), soleiðis at løgini allatíð eru áhugaverd. Onkur hevur onkuntíð sagt, at botnurin stressar løgini ov nógv. Men eg meti at bólkurin meistrar hetta væl. Ein onnur styrkja við bólkinum eru teir báðir vokalarnir. Líggjas og Flóvin klinga ófatiliga væl saman, og lyfta støðið á tónleikinum. Á GBOB var tað Líggjas ið sang tað mesta, og hesum slapp hann eisini heilt væl frá.
Á pallinum eru limirnir sterkar persónligheitir at síggja til. Teir liva seg inn í tónleikin, og hetta hjálpir tær sum áhoyrara at ferðast við tónleikinum. Samanumtikið stóð Deja Vu fyri eini frálíkari framførslu.
Seinna lagið hjá Deja Vu varð lagið “Reckless”. Hetta lag varð ognað Rasmus Rasmussen, og vórðu áhoyrararnir glaðir fyri hesa heilsan.

Nú fóru dómararnir at telja saman atkvøður, soleiðis at ein vinnari kundi skírast. Og úrslitið gjørdist, 1. Deja Vu, 2. Boys in a Band og 3. Marius. Ein gjørdist bilsin tá ið Boys in a Band vórðu kunngjørdir at lenda á 2. plássið. Tey mundu verða fá sum høvdu roknað við, at Boys in a Band skuldi enda omanfyri Marius, men hin vegin, so er tað bara stuttligt, at ein so nýggjur bólkur kann megna tað. Tað tóktist tó ikki at verða nøkur ónøgd um, at Deja Vu fór avstað við sigrinum.
Frá Sosialinum ynskja vit Deja Vu hjartaliga tillukku, og ynskja teimum góða eydnu í London.