Fólkaflokkurin legði fríggjadagin fram broytingaruppskot fyri Løgtingið um at játtað 10 milliónir krónur at hjálpa flóttarfólkum í Sýria. Atkvøðugreiðslan verður í morgin, tá fíggjarlógin kemur til 3. viðgerð.
Í viðmerkingum til broytingaruppskotið til løgtingsfíggjarlógina vísur Fólkaflokkurin á, at kríggið í Sýria hevur nú vart í fimm ár og er vorðin ein ræðuligur marrudreymur.
– Sambært hjálparfelagsskapum hava 13,5 milliónir sýrar brúk fyri humaniterari hjálp, og umleið 11 mió., ella helvtin av fólkatalinum, eru vorðin flóttafólk, 4 mió. uttan fyri Sýria og hini í egnum landi, sigur Fólkaflokkurin.
Føroyingar veita stóra hjálp mangastaðni í heiminum bæði so og so, men uppskotssetararnir halda, at Løgtingið eigur at senda eina serliga heilsan til hesi neyðar flóttafólk. Vit eru so ómetaliga vælsignað og búgva í einum av ríkastu tjóðum í heiminum. Tíggju milliónir krónur er minni enn 1/4 prosent av útreiðslunum á føroysku fíggjarlógini.
– Hjálparfelagsskapir standa í rað fyri at hjálpa, men teimum vantar pengar, sigur Fólkaflokkurin í uppskotinum, sum er undirskrivað av teimum fýra tingfólkunum, Jógvani á Lakjuni, Jørgeni Niclasen, Anniku Olsen og Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttur.