Vit bjargaðu Reagan

Í 1984 forðaðu kubansku myndugleikarnir einari ætlan at myrða táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan

Í einari drúgvari grein í floksblaðnum Gramma greiðir kubanski forsetin, Fidel Castro, frá, at í 1984 fekk kubanska sendinevndin á ST-høvuðsborgini í New York frænir av, at ein høgravendur bólkur í USA ætlaði at beina fyri Ronald Reagan, forseta. Málið hevði skund, tí teir høgravendu ætlaðu at skjóta forsetan, tá hann skuldi á ein veljarafund í statinum North Carolina nakrar dagar seinni.

 

-Vit gjørdu av at siga amerikonsku myndugleikunum frá. Tað eydnaðist okkum at fáa at vita, hvørjir menninir aftan fyri drápsætlanina vóru, hvar teir skuldu hittast í sambandi við morðið, og hvussu teir ætlaðu at myrða Reagan. Allar upplýsingarnar góvu við amerikanarunum, greiðir Castro frá.

 

Í greinini verður sagt, at nakrar dagar seinni tók FBI fleiri fólk í North Carolina, og Ronald Reagan slapp við lívinum. Castro sigur, at ein av teimum kubansku diplomatunum á ST-høvuðsborgini fekk eina heilsan at bera kubansku stjórnini við tøkk fyri upplýsingarnar, sum avdúkaðu drápsætlanina.