við nýggja sáttmálanum er staðfest, at soleiðis kemur tað eisini at verða framyvir. Á heimasíðuni hjá NSÍ skrivar felagið soleiðis: – Tað er næstan ikki neyðugt at fortelja um flottu hagtølini hjá Klæminti [...] evropeisku kappingunum. Íalt er talan um 260 mál fyri besta mansliðið hjá NSÍ. – Vit eru sera glað fyri at síggja Klæmint aftur við Løkin, skrivar NSÍ.
Orsøkin til, at fólk skulu rýma úr bygdunum, er, at russar hava hert álopini á Kharkiv-leiðini. Tað er guvernørurin í Kharkiv-regiónini, sum er komin við boðunum, og hann leggur aftrat, at hetta er av [...] undantaksstøðu í býnum, Voronezj har suðuri í Russlandi. Orsøkin er, siga russisku myndugleikarnir, at tvey børn í býnum hava fingið løstir í ukrainskum dronuálopum. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi
býráðsfundi og má samtykkjast har, fyri at endaligt byggiloyvi kann skrivast út. Greitt er, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin taka undir við málinum. Greitt er eisini, at Framsókn er ímóti. Í Tjóðveldi er [...] Men byggiloyvið er ikki meira endaligt enn so, at málið skal leggjast fyri býráðið, áðrenn tað verður samtykt. Í nevndini vóru 2 atkvøður fyri, 1 ímóti og 2 blankar. Tað vóru umboðini hjá Sambandsflokkinum
snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár. Tað veit løgreglan at siga í tíðindaskrivi [...] grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Sagt verður, at kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar
leikarin at taka ímóti heiðrinum var Ísak Vedelsbøl. Allir hinir spæla í feløgum uttanlands. - Í summar fari eg eisini at spæla uttanlands. Tað verður við Sävehof í Svøríki, sigur Ísak Vedelsbøl. - At vinna [...] kvøld var: "Ársins ítróttanavn" Tað gjørdist A-landsliðið hjá monnum í hondbólti, ið fekk heiðurin at vera ársins ítróttarnavn. Tað var verjin hjá føroysku ítróttini, Aksel V. Johannesen, løgmaður sum
liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel at vinna harðvunnan 28-27 sigur á Szeged á útivølli í bólki A í Champions League. Úrslitið merkir, at Kiel endar millum tvey ovastu liðini í bólki A, og [...] Kiel við fimm málum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. Eric Johansson sum skoraði sigursmálið 28-27 var toppskjútti hjá Kiel við átta málum. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum
in Antonina Kravtsova. Hon hevur millum annað verið við til at skriva um deyða Putin-atfinnaran Kaleksej Navanyj. Kravtsova er ákærd fyri at hava verið partur av einum »víðgongdum felagsskapi«, sum kann [...] hart niður á fleiri av hansara sameindu, sum eru í Russlandi. – Basmannij-økisdómstólurin gav boð um, at Antonina Kravtsova skal haldast varðhaldsfongslað í tveir mánaðir, skrivar fjølmiðlatænastan hjá M [...] Favorskaja, dekkaði vanliga rættarmálini hjá Navalyj. Hon tók upp eina hoyring av honum, dagin fyri at hann doyði í eini arktiskari fangalegu í síðsta mánaði. /ritzau/AFP
tíðarskeið. Ólavur tók við sum venjari hjá U15 í apríl 2023. Tað gekk so mikið væl at venja ungdómin, at Ólavur verður aftur at síggja á Fløtugerði komandi ár. Hann tekur við eftir Nenad Saric, sum hesi fýra [...] Eitt kent andlit verður aftur at síggja í venjaragerninginum í Fuglafirði komandi kappingarár. Talan er um Ólav Larsen. - Ólavur Larsen, hevur tikið við eini spennandi avbjóðing sum høvuðsvenjari bæði
soleiðis á heimasíðu síni: Enn ein norsk greipa fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá KÍ í 2024 og 25. Avtala er gjørd við norðmannin Espen Haug um at vera hjálparvenjari hjá Haakon Lunov. 48 ára gamli [...] gamli Espen Haug hevur verið venjari hjá Gjøvik-Lyn í seks ár, men hevur nú gjørt av at taka við nýggjum avbjóðingum í KÍ. Espen Haug er best kendur í Norra sum miðvallari hjá Raufoss og síðani venjari hjá [...] KÍ fegnast stórliga um nýggja hjálparvenjaran, sum kemur til landið í morgin, og harvið er greitt, at hann er við á venjingarleguni í Portugal í næstu viku. Sáttmálin við Espen Haug er galdandi kappingarárini
Sambært tíðindastovuni NTB segði Viktor Orban leygardagin, at stríðið millum Ungarn og Svøríki skjótt er av. Forsætisráðharrin legði aftrat, at hann gleðir seg til vinda svenska flaggið á stong á Nato- [...] Stjórnarflokkurin í Ungarn, sum kallast Fidesz, sigur, at tey vilja hava eina atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum um svenskan Nato-limaskap, tá tjóðartingið kemur saman mánadagin komandi. Tað skrivar tjó [...] váttar hesa útsøgn á X, fyrrverandi Twitter. Mánadagin kemur tjóðartingið í Ungarn saman aftur eftir at hava verið í vetrarfrí. Flokkurin, Fidesz, sum er flokkurin hjá forsætisráðharranum, Viktor Orban,