Ein dómstólur í Moskva hevur í gjár varðhaldsfongslað russiska journalistin Antonina Kravtsova.
Hon hevur millum annað verið við til at skriva um deyða Putin-atfinnaran Kaleksej Navanyj.
Kravtsova er ákærd fyri at hava verið partur av einum »víðgongdum felagsskapi«, sum kann geva upp til seks ára fongsul.
Russlandi sigur felagsskapirnar hjá Navalny vera »víðgongdar« longur áðrenn andstøðupolitikarin doyði og hava eisini sligið hart niður á fleiri av hansara sameindu, sum eru í Russlandi.
– Basmannij-økisdómstólurin gav boð um, at Antonina Kravtsova skal haldast varðhaldsfongslað í tveir mánaðir, skrivar fjølmiðlatænastan hjá Moskva-dómstólinum á sosiala miðlinum Telegram.
Kravtsova, sum eisini er kend undir navninum Antonina Favorskaja, dekkaði vanliga rættarmálini hjá Navalyj.
Hon tók upp eina hoyring av honum, dagin fyri at hann doyði í eini arktiskari fangalegu í síðsta mánaði.
/ritzau/AFP