Nú vil Ungarn avgreiða svensku Nato-umsóknina

- Eg gleði meg at vinda svenska flaggið á stong á Nato-høvuðsborgini, sigur Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn.

Stjórnarflokkurin í Ungarn, sum kallast Fidesz, sigur, at tey vilja hava eina atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum um svenskan Nato-limaskap, tá tjóðartingið kemur saman mánadagin komandi.

 

Tað skrivar tjóðartingslimurin í Ungarn, Máté Kocsis, á Facebook, og stjórnartalsfólkið í Ungarn, Zolta Kovacs, váttar hesa útsøgn á X, fyrrverandi Twitter.

 

Mánadagin kemur tjóðartingið í Ungarn saman aftur eftir at hava verið í vetrarfrí. 

 

Flokkurin, Fidesz, sum er flokkurin hjá forsætisráðharranum, Viktor Orban, hevur reinan meiriluta í tjóðartinginum í Ungarn.

 

Ungarn er einasta Nato-land, sum higartil ikki hevur góðkent svensku umsóknina. Nato-land nummar 31 er Finnland, sum í fjør fekk limaskap í verjusamgonguni.

 

Sambært tíðindastovuni NTB segði Viktor Orban leygardagin, at stríðið millum Ungarn og Svøríki skjótt er av. Forsætisráðharrin legði aftrat, at hann gleðir seg til vinda svenska flaggið á stong á Nato-høvuðsborgini.