Føroya Politi handtók fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini.
- Brotini snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár.
Tað veit løgreglan at siga í tíðindaskrivi í morgun.
- Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt. Ákæruvaldið framstillaði mannin í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár, har hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Sagt verður, at kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer nú undir enn fleiri kanningar.
- Hesar kanningar fevna eitt nú um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella um talan er um fleiri brot, verður lagt aftrat.