Tað skrivar Havnar Tennisfelag í morgun.
Pætur og Nicholas vunnu báðar einstaklingadystirnar í fyrsta umfari móti Cayman Islands, meðan Jón og Ingi máttu lúta fyri Cayman í tvímansleiki.
Í øðrum umfari vann Pætur einstaklingadystin móti nr. 2 hjá Isle of Man, meðan Nicholas mátti lúta fyri nr. 1 hjá Isle of Man.
Nicholas og Pætur avgjørdu síðani uppgerðina í tvímansleiki móti nr.1 & 2 hjá Isle of Man, sum teir vunnu við Champions tiebreak. Settúrslitið gjørdist 3-6; 7-6 (3), 10-8. Mánadagin møtir føroyska manslandsliðið Jersey í finaludystunum í liðkappingini
Dagurin í gjár var eisini søguligur fyri føroysku tenniskvinnurnar, sum luttaka í oyggjaleikakapping á fyrsta sinni, og sum spældu sína fyrstu liðkapping nakrantíð móti sterkastu leikarunum hjá Isle of Man og Jersey. Kvinnurnar skulu, eins og menninir, spæla fleiri dystir næstu dagarnar, skrivar Havnar Tennisfelag.
Adam Salskov Juel-Blicher er landsliðsvenjari hjá kvinnunum og monnunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
Fylg við landsliðshópinum og úrslitum á Instagram vanganum hjá Tennissambandinum https://www.instagram.com/tennis.fo...