Russar herða álopini á Kharkiv-leiðini

Ukrainsku myndugleikarnir krevja, at íbúgvar í fleiri enn 20 bygdum við hermótið í landnyrðingspartinum av Ukraina rýma úr bygdunum.

 

Tað eru myndugleikarnir í næsta størsta býi landsins, Kharkiv, sum biðja fólk rýma úr bygdunum, ið liggja nær hermótinum.

 

Kharkiv, sum er í landnyrðingspartinum av Ukraina, liggur ikki nógvar kilometrar úr russiska markinum.

 

Orsøkin til, at fólk skulu rýma úr bygdunum, er, at russar hava hert álopini á Kharkiv-leiðini.

 

Tað er guvernørurin í Kharkiv-regiónini, sum er komin við boðunum, og hann leggur aftrat, at hetta er av trygdarávum.

 

- Hetta eru kravboð, ið snúgva seg um íbúgvarnar í Kindrasjivska og Kurylivska í Kupjansk-økinum, sigur guvernørurin.

 

Í dag hevur Russland eisini lýst undantaksstøðu í býnum, Voronezj har suðuri í Russlandi.

 

Orsøkin er, siga russisku myndugleikarnir, at tvey børn í býnum hava fingið løstir í ukrainskum dronuálopum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.