innan so at siga øll øki innan skip og veiðitól. Og tí er heldur ikki vist, at útrokningarhátturin í dag er hin rætti. - Gear, skrúvutoy og dysur eru í støðugari menning, og tí er tað rætt, at tað ikki ney [...] eins. Og tá veiðiorkan á einum nýggjum skipi er størri enn á tí gamla, loyvir lógin stutt sagt ikki eini flyting av fiskiloyvinum. So einfalt er tað. Bjørn Kalsø kennir væl til hetta dømi við Sancy og Sunbeam [...] a søktu um og fingu loyvi til at skifta Roc Amadour út við Sunbeam. - Í tí førinum var eingin trupulleii, tí har var avlops veiðiorka. Trupulleikin uppstóð, tá eigararnir skiftu meining og heldur vildu
tjúgu árum síðani var við til at vinna fyrsta og higartil einasta FM heitið fyri. Á miðvøllinum vera saman við Abraham Hansen Símun Eliasen og Rógvi Róin, og tað borgar fyri nógvum royndum. Piotr Krakowzki [...] móti botni, tá klaksvíkingar við stórum fylgi eftir døgurða í morgin fara um Leirvíksfjørð og til Fuglafirðar, og so er spurningurin, hvussu mettu KÍ menninir fara at taka uppgávuna móti svongu fuglfirðingunum [...] Joensen fór undan vikuskiftinum út aftur at sigla, og so skal Alfred Olsen ella Rúni Joensen verja málið. Hin fyrri fekk hóskvøldið ein løst í ryggin, og í gjár vistu teir ikki, um hann verður tøkur í morgin
fótbólti, og hesa vikuna hevur hann kent sviðan av, at tað kostar at fáa gul og reyð kort í altjóða fótbólti. Jan Dam fekk heili fýra gul kort og eitt reytt kort í farnu HM-undankapping, og mánadagin avgjørdi [...] fýrverk undir altjóða dysti. Bæði Ungarn og Jugoslavia fingu 50.000 krónur í bót fyri hetta, og hevði FIFA-umboðsmaðurin, sum var á Svangaskarði til dystin millum Føroyar og Kekkia, havt latið FIFA frágreiðing [...] føroyskum fótbóltsspælarum at vinna pening eru, og at okkara umstøður ikki kunnu líknast saman við umstøðurnar aðrastaðni í Europa. Men tað er ikki vist, at FIFA ger nakað sum helst við bótina hjá Jan
skal ein vera tilkomin og skal lúka eina áralanga læru royndartíð. Skuldi ein, hóast sjálvboðin og eftir lokna royndartíð, ikki verið førur fyri at tillagað seg til ta avbyrging og tann sakn, sum kleysturlívið [...] avnokta okkara egnu tilvitsku og laga okkum til hansara lóg. Eina lóg, sum hann og hansara líkar í teirra fákunnu hava flikkað saman úr nágreiniliga tilætlaðum brotum úr Bíblini. Av og á frættist um tey ræðuligastu [...] eftir hvør sínum evnum og vilja. Púra vist er tað ræðandi, um stórur partur av føroyingunum er lokkaður til at halda, at her á landi kann mann bara lóggeva seg burturúr gerandisdegnum og teimum evnum sum Skaparin
Talv Eins og HT-Open, varð VT-Open telvað frá hósdegi til sunnudag. Fimm umfør vórðu telvað, har umhugsingartíðin var 90 minuttir til hvønn, og hvør telvarin fekk 30 sekund løgd aftur at hvørjum leiki [...] kapping við at vinna fýra tey fyrstu talvini og við einum javnleiki í seinasta umfari, tryggjaði hann sær fyrsta plássið. Hetta gjørdi hann eisini í vikuskiftinum, og harvið endaði hann eitt hálvt stig framman [...] Finnbjørn Vang, Carl. E. N. Samuelsen og Torkil Nielsen, sum allir fingu fýra stig. Nýggjur oddafiskur Av tí at oddafiskurin í samlaðu kappingin var í Klaksvík og tók sær av løttum, fekk Olaf møguleikan
ikki arbeiða í Føroyum uttan alt møguligt – og ómøguligt – hóvasták, sigur stjórin. Lítið samfelag - Eg veit, vit liva í einum lítlum og viðbreknum samfelag, og tí skilji eg væl, at vit einki gera í óðum [...] arbeiðsmegi. Hetta er galdandi innan flestu vinnur í Føroyum og kring meginpartin av landinum. Serliga ringt er í høvuðsstaðnum, eisini innan handils-og tænastuvinnuna. Niels Mortensen, stjóri, rópar varskó. [...] - Okkum vantar fólk hvønn einasta dag, og eg veit, at aðrir eru í somu støðu. Niels sigur, at tað sum heild eisini er ógvuliga torført at finna fólk til handils-og tænastuvinnuna. - Tað er soleiðis ikki
portørar og læknar ímóti manninum, ið var illa fyri: - Tað kundi havt endað heilt galið, men maðurin er sera heppin og er tíbetur sloppin nøkulunda frá hendingini. Hann hevur brotið ein ryggjargeisla og liggur [...] í arbeiðsbátin, fekk allan leytaran oman yvir seg og var ikki førur fyri at reisa seg aftur. Hinir menninir umborð á arbeiðsbátinum gjørdu skjótt av og sigldu alt fyri eitt aftur til Tjaldrið, ið við skundi [...] leytarin og annar útbúnaður á báti skal verða í lagi. - Hetta er ein ræðulig hending, ið ikki eigur at koma fyri. Útbúnaðurin umborð á fiskiskipum í Føroyum er rættiliga ójavnur. Tað eru heilt vist fleiri
var umborð, og halonanleggið hevði verið í gongd. Seinni hava vit so merkt tað aftur, sigur Pauli Poulsen. Teir hava kent seg illa, og bæði spýð og latið av hinum endanum. ?Tað er heilt vist, at vit loysa [...] um, sum beinanveg stóð í ljósum loga, og nógvur roykur var um alt skipið, greiðir Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, frá. Teir vóru á veg til Føroya úr Skagen og vóru staddir einar 12 fjórðingar úr Egersund [...] sigur Pauli Poulsen. Ikki fyrr enn ein hálvan tíma seinni ringdi ein norsk støð aftur og spurdi, um nakað feilti umborð. Og tað gingu fýra tímar, til hjálparskip kom til teirra. Men tá vóru teir sjálvir lidnir
bæði til gamans og álvara, og eg vænti og vóni, at fleiri fara at seta búgv í oynni við teimum góðu møguleikum, vit her hava og við tí fyri eyga, at tað er lætt og skjótt at ferðast til og úr meginøkinum [...] Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin er opin? - Kenslan er avbera góð, og eg eri sera spent til framtíðina, og hvat hon fer at hava við sær, nú Sandoyartunnilin er latin upp. Tað sigur Sigrid Petersen [...] verða liviligari í Sandoynni, tí tað verður nógv lættari at ferðast, og minni tilrættalegging skal til. Hon vísir á, at fyri hana og onnur, sum ikki dámdu at fara um fjørðin í illveðri, fer tað at verða
er ikki altíð so lætt hjá miðstaðarfólki at vita og skilja, hvat fólk tekur sær fyri úti á bygd. Summastaðni liva enn traditiónir við eitt nú fuglaveiði og ræning av eggum. Lomvigareggini eru friðaði, men [...] Í Sandoynni eru framvegis menn - og partvís eisini kvinnur - sum í vertíðini tíðliga á sumri fara at ræna nátaegg i bjørgunum. Í oynni verður soleiðis rænt bæði syðri og norðari vestantil. Nú líratíð er [...] tikin aðrastaðni í Sandoynni, eitt nú í Lírabergi og kanska í Skorini í Dali. Nú um kvøldarnar hava menn eisini fingið fitt av líra kring havnarlagið og í bygdini á Sandi. Hetta er fuglur, sum flýgur úr