Lírar spáka í bygdini á Sandi

Seinastu kvøldini hava menn, sum hava koyrt runt í Sandsbygd í bili, fingið væl av líra, sum blendast av ljósinum og setir seg.

Tað er ikki altíð so lætt hjá miðstaðarfólki at vita og skilja, hvat fólk tekur sær fyri úti á bygd. Summastaðni liva enn traditiónir við eitt nú fuglaveiði og ræning av eggum. Lomvigareggini eru friðaði, men tað eru nátaeggini ikki. 

 

Í Sandoynni eru framvegis menn - og partvís eisini kvinnur - sum í vertíðini tíðliga á sumri fara at ræna nátaegg i bjørgunum. Í oynni verður soleiðis rænt bæði syðri og norðari vestantil.

 

Nú líratíð er, eru tað eisini menn, sum taka líra. Serliga kend fyri tøku av líra er ivaleyst Skúvoyggin, har lutfalsliga nógvur skrápur reiðrast. Líri verður eisini tikin aðrastaðni í Sandoynni, eitt nú í Lírabergi og kanska í Skorini í Dali.

 

Nú um kvøldarnar hava menn eisini fingið fitt av líra kring havnarlagið og í bygdini á Sandi. Hetta er fuglur, sum flýgur úr reiðrinum, tá kvøldið kemur, men sum blendast av ljósinum, tá hann kemur yvir bygdina á Sandi.

 

Roknast kann við, at hetta í fyrsta lagi er fuglur, sum flýgur úr reiðrinum í Skúvoynni og endar við havnalagið ella á bygdarvegnum á Sandi. Seinastu kvøldini eru fleiri bilar sæddir, sum koyra runt á Sandi og leita eftir líra.

 

Í fyrrakvøldið fekk onkur soleiðis ikki færri enn 12 lírar, og aðrir fingu eisini nakrar fuglar. Undirritaði, sum skrivar hesar reglur, fekk sjálvur seks í fyrrakvøldi og hevur nú fingið tilsamans 14 nakrar kvøldarløtur eftir vegnum á Sandi.

 

Ein tilkomin kvinna, sum in.fo møtti á bryggjuni á Sandi í fyrrakvøldið, hevði tikið tríggjar livandi lírar inn í bilin, sum hon tók upp á Sandarflótti. Hon hevði ikki kipt teir, men bara blakað teir inn í bilin. So, lírarnir reikaðu runt í bilinum, til maðurin kom henni til hjálpar, tá hon kom í túnið.

 

Ein annar maður, sum in.fo eisini prátaði við, segði, at hann enntá hevði fingið ein líra beint á trappuni hjá presti á Sandi!

 

Jú, bygdarlívið er ikki júst sum miðstaðarlívið. Tað eru ymisk virðir í hesum - uttan at siga, at hetta er betri enn hitt - ella øvut. Eitt er so vist. Tað er ikki altíð so lætt hjá miðstaðarfólki at skilja og vita, hvat tey gera úti á bygd í Føroyum.