Okkum vantar fólk hvønn dag

- Støðan er álvarsom. Vit fáa ikki ment okkum, sum vit áttu at gjørt, tí torført er at uppdríva fólk, bæði handverkarar og fólk í dagliga arbeiðinum. Okkum vantar arbeiðsfólk hvønn einasta dag, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS

Arbeiðsmegi

 

- Tað er ikki bara í høvuðsvinnuni, at stórur tørvur er á arbeiðsmegi. Hetta er galdandi innan flestu vinnur í Føroyum og kring meginpartin av landinum. Serliga ringt er í høvuðsstaðnum, eisini innan handils-og tænastuvinnuna.

Niels Mortensen, stjóri, rópar varskó.

- Støðan er álvarsom. Hon hemmar okkum í teirri menning, sum vit vilja hava skal vera í okkara virksemi.

Hann vísir á, at næstan ómøguligt er at uppdríva handverkarar.

- Okkum vantar fólk hvønn einasta dag, og eg veit, at aðrir eru í somu støðu.

Niels sigur, at tað sum heild eisini er ógvuliga torført at finna fólk til handils-og tænastuvinnuna.

- Tað er soleiðis ikki bara í fiskavirkisvinnuni, at tørvur er á fólki. Eg meti, at handils-og tænastuvinnan saktans kundi havt eini 80 fólk aftrat.

 

Steðgar menning

Stjórin er avgjørdur, tá hann sigur, at støðan á arbeiðsmarknaðinum tarnar virkseminum hjá Fastognarfelagnum í síni menningarætlan.

- Myndugleikarnir kunnu ikki framhaldandi sita hendur í favn og tosa og aftur tosa. Fólk, sum sita við ábyrgd, mugu taka seg saman. Tað verður bara tosað, men einki hendir.

Niels dylur ikki, at hann hugsar um, at útlendingar kundu havt lættari atgongd til okkara arbeiðsmarknað.

- Eg haldi, at okkara arbeiðsmarknaður er alt ov lukkaður. Ein føroyingur kann arbeiða í Týsklandi, men ein týskari kann ikki arbeiða í Føroyum uttan alt møguligt – og ómøguligt – hóvasták, sigur stjórin.

 

Lítið samfelag

- Eg veit, vit liva í einum lítlum og viðbreknum samfelag, og tí skilji eg væl, at vit einki gera í óðum verkum. Alt má vera undir væl skipaðum viðurskiftum.

Men, sigur Niels:

- Vit kunnu heldur ikki bara sita hendur í favn, meðan øll menning heldur uppat.

Hann sigur, at Fastognarfelagið hevur ikki somu møguleikar til menning í dag sum bara fyri einum ári síðan.

- Vit hava sæð, at OECD hevur vist á, at Danmark verður tarnað í sínari menning orsakað av vantandi arbeiðsmegi, sum er vorðin ein rættiligur fløskuhálsur. Hetta heldur vøkstrinum í landinum aftur. Støðan í Føroyum er munandi verri enn í Danmark.

 

Forkastilig støða

Niels Mortensen tekur so rívan til og sigur, at støðan við okkara arbeiðsmarknaðarviðurskiftum og teimum útlendingum, sum eru í Føroyum, er forkastilig.

- Eg haldi ikki, at okkara samfelag behandlar hesi fólk væl, sigur stjórin.