ÍF ? Fram 3 ? 2 (25-20, 25-20, 14-25, 17-25, 15-12) Flogbóltur Meistaradeild menn ÍF og Mjølnir hava alt kappingarárið givið greiðar ábendingar um, at tey fóru at gerast drúgv hetta kappingarárið. Hetta [...] upp á pláss, og leygardagin gjørdi ÍF sína skyldu, og vann. 2 góð sett í part ÍF legði harðliga fyri í dystinum ímóti Fram. Í fyrsta settinum vóru fuglfirðingar alla tíðina frammanfyri, og Fram hevði ikki [...] rættiliga vend í. Fram tók seg saman, og ÍF tóktist steðga upp. Móttøkan hjá ÍF var ikki so góð í hesum settinum, og tað gjørdi at hevingarnar ofta fóru út til kantspælaran, og tí var lætt hjá høga blokkinum
starvsfólk í miðstaðarøkinum og uttan fyri miðstaðarøkið. -Uppsøgdu fólkini er bæði høg og lá. Talan er bæði um limir í starvsmannafelagnum og arbeiðarafeløgunum, eins og akademikarar, sigur Andras Róin [...] privatum og vinnuligum kundum er nógv lækkað. Leiðslan á stovninum heldur tað er neyðugt at taka avleiðingarnar av hesum í tøkum tíma. Mist 20 % Andras Róin greiðir frá, at Føroya Tele hevur mist 20 % av samlaða [...] starvsfólkunum hjálp. Leiðslan á stovnunum fer seta í samband við fakfeløgini, og kanna møguleikarnar fyri skeiðum og víðari- og eftirútbúgving til uppsøgdu starvsfólkini.
koma til Føroya at leika fyri KÍF. Talan er um tveir bakspælarar og ein málverja. Úr KÍF verður sagt, at allir tríggjir eru fyrst í 20´unum, og at teir eru góðir hondbóltsspælarar, ið avgjørt fara at styrkja [...] Tomic er úr býnum Sombor, og teir tríggjir nýggju jugoslavarnir eru úr sama býi. Tomic og Topic ikki heimaftur Seinastu árini hava kollfirðingar havt jugoslavarnar, Durica Tomic og Iljan Topic á liðnum. Báðir [...] Báðir spælararnir eru farnir av landinum, og teir koma ikki aftur til Føroya. Umframt at spæla við, var Durica Tomic eisini venjari hjá KÍF, og tí hevur KÍF sett nýggjan venjara. Venjari hjá KÍF í vetur
Semina Jacobsen Kamsdalur og Jóhan Pauli Heimdal (fyrr Johansen) Lamba, brúdleyp. Hátíðarløta verður í Fuglafjarðar kirkju kl. 14 og døgurðin verður fyri innbodnum. Kl. 20 verður opið hús í bygdarhúsinum [...] 12. mars millum kl. 15 og 18. 70 ára føðingardagur Vegna góða undirtøku, verður føðingardagshaldið hjá Anfinn Huusgaard, tann 12. mars kl. 19, hildi í Bygdarhúsinum í Leirvík. 30 og 50 ára føðingardagar [...] mars hava hjúnini Jona og Hans Marius (Lilleven) Johansen, Tvøroyri, krúndiamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Gullbrúdleyp 15. mars hava hjúnini Dagny og Hans Jacob Johansen, Strendur
vinnari. Frakland hevði fullkomið tamarhald á fyrra hálvleiki og skorði tvær ferðir við Marie-Laure Delie, fyrstu ferð eftir 20 minuttir og seinnu ferð 12 minuttir seinni. Í seinna hálvleiki tóktist Rusland [...] í kvinnufótbólti eydnaðist endiliga at finna ein vinnara. Tað var í dystinum millum Frakland og Rusland, og tað kom ikki óvart á, at tað gjørdist Frakland, ið fór avstað við sigrinum, tí í seks teimum [...] Somme til 3-0, og so var mest sum einvegis ferðsla aftur. Í 84. minutti hendi tó tað, at Rusland fekk minka um munin, tá ein púra vandaleysur bóltur varð spældur fram móti franska botsteiginum og Renate fór
var í Gundadali og spældi ímóti B36, og eydnaðist tað gestunum at vinna 2-0. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Málskjúttar vóru tveir av royndu spælarunum – Hanna I. Højgaard og Jacoba Langgaard [...] er +31, og hjá KÍ er hann +8. HB hevur spælt 10 dystir, og KÍ hevur spælt 9 dystir. B36 hevur 6 stig, og EBS/Skála hevur 3 stig. Leygardagin vera tveir dystir – ÍF/Víkingur/B68 – EBS/Skála og B36 – KÍ [...] tvey mál, og Julian Naomi Mortensen og Anitha Mortensen skoraðu hvør sítt mál. Fimta liðið í deildini er KÍ, sum hevði fríl í dag. HB sigurin ber við sær, at HB nú er á øðrum plássi. Bæði HB og KÍ hava 19
ið á midnátt var ikki loyvt at keypa og selja spælarar í superliguni. Ein av síðstu flytingunum var, at Rógvi Jacobsen flutti úr KR í Reykjavík og til Haderslev og SønderjyskE, sum hevur leigað hann fyribils [...] Horsens og Rógvi Jacobsen. Besta úrslitið hjá hesum trimum feløgunum megnaði í vikuskiftinum Horsens. Uppflytararnir vóru í Silkeborg, og har eydnaðist teimum at fáa øll stigini. Horsens vann 1-0, og harvið [...] kappingarbyrjan droymdi um at blanda seg millum fýra tey bestu, er aftast, og nú verður tosað um og gitt, at væl dámdi venjarin og fyrrverandi bankastjórin Ove Pedersen verður næsti venjarin í superliguni
til Fólkatingið. - Men tað er eisini ein nýggj og serstøk støða, vit eru í, segði forsætisráðharrin og sipaði til yvirgangin í USA, kríggið í Afghanistan og ótryggu støðuna, sum hevur valdað síðani yvir [...] hava vit brúk fyri einum nýggjum og styrktum mandati. Tað er okkara áheitan á donsku veljararnar, segði Poul Nyrup Rasmussen. Ikki óvæntað Søgurnar um eitt fólkatingsval 20. september hava gingið sum heitt [...] hesa seinastu vikuna, og tey flestu roknaðu við, at Nyrup fór at taka endaligu avgerðina heilt skjótt. Valstríðið er tí at kalla byrjað í Danmark, longu áðrenn valið er útskrivað, og hetta er ein av orsøkunum
tá ið gestirnir fóru til hús við 2-0 sigri. Síðani hava ÍF og HB dystast sjey ferðir í landskappingini í Fuglafirði. Tølini siga, at ÍF hevur vunnið tríggjar ferðir, og at tað fýra ferðir er endað javnt [...] Henry Heinesen og Poul Nolsøe Mikkelsen langtíðarskaddir. Dávid Langgaard er skaðadarvaður í fótinum. Tað er ikki vist, at hann verður førur fyri at spæla ídag. Hjá HB eru Dan í Soylu og Magnus Egilsson
umfari av steypakappingini, og aftur hesaferð vístu kollfirðingar seg frá síni bestu síðu. Í verjuni høvdu teir gott tamarhald á stórskjúttanum hjá H71, Bogdan Florea, og skoraði hann einans trý mál [...] longdini. Teir løgdu seg á odda stutt undan hálvleikssteðgin, førdu 12-10 í hálvleikinum og vunnu dystin 25-20. Hans Eli Sigursbjørnsson gjørdist sum ikki einaferð toppskjútti hjá KÍF, hesaferð við [...] mál henda dystin – væl minni, enn hann plagar. Hetta skyldaðist gott verjuspæl og til tíðir eisini sera gott málmansspæl frá Jaspuri Joensen. Hóast H71 var væl við fyrstu løtuna, so var tað KÍF, sum