Í kvøld varð útsetti dysturin millum HB og Suðringar í næstbestu deildini spældur. Hann var upprunaliga settur at vera mikukvøldið 22. august, tá ið 20. umfar var á skránni, men tá varð hann útsettur.
Í kvøld vóru Suðringar í Gundadali, og teir noyddust suður aftur við stórum tapi. HB vann 7-0. Eftir fyrra hálvleik var 2-0. Lítla løtu undan steðginum sá Jón Krosslá Poulsen reytt. Tí varð brekkan ógvuliga brøtt í seinna hálvleiki hjá gestunum, sum høvdu tveir spælarar á liðnum, ið hava verið nógv á besta liðnum – Hera Kjærbo og Eirik Magnusarson.
Daniel Johansen, John Frederiksen og Heri H. Mohr vóru á HB liðnum. Longu í fyrsta minutti setti Tórmóður Djurhuus hol á, og ein minutt undan steðginum økti Rói av Fløtum til 2-0.
Fýra minuttir eftir steðgin økti Villiam Emil Klein um munin til 3-0, og seinna partin av seinna hálvleiki skoraði HB fýra mál. Málskjúttar vóru Símun Samuelsen, 22 ára gamli liðformaðurin, sum er ein annar enn veteranurin á besta liðnum, og Niklas Kruse, og so skoraðu Tórmóður Djurhuus og Villiam Emil Klein einqferð aftrat.
Sigurin ber við sær, at HB nú hevur 25 stig ella sama stigatal um B71. Málmunurin hjá HB er +7 og hjá B71 er hann -15. HB er nummar seks og B71 nummar sjey. Suðringar eru aftast við sjey stigum.
Leygardagin eiga Suðringar heimadyst ímóti ÍF, og HB fær vitjan av B68.