Føroya Tele sendir 30 fólk til hús

Versnandi útlit og fallandi inntøkur er orsøkin til, at leiðslan í Føroya Tele hevur gjørt av at senda 30 fólk til hús. Andras Róin kann ikki við vissu siga, um fleiri fólk verða send heim.

Tann barski búskaparligi veruleikin er við at seta síni spor í føroyska samfelagið. Í januar mánaði í ár vórðu sekstan fólk uppsøgd á Føroya Sparikassa, og nú stendur ein onnur stór fyritøka fyri tørni.
Føroya Tele sendi mikumorgunin tíðindaskriv um, at 30 fólk eru send til hús. Grundgevingin er, at útlitini ikki eru eins góð og áður fyri kjarnuvinnurnar hjá Føroya Tele. Stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, sigur, at bæði inntøkurnar av privatum og vinnuligum kundum er nógv lækkað.
Leiðslan á stovninum heldur tað er neyðugt at taka avleiðingarnar av hesum í tøkum tíma.

Mist 20 %
Andras Róin greiðir frá, at Føroya Tele hevur mist 20 % av samlaða føroyska marknaðinum. Økta kappingin á fjarðskiftismarknaðinum og versnandi búskaparútlitini er høvuðsørsøkin.
-Vit kenna okkum noydd at fremja hesar tillagingar. Starvsfólkini bera góðan helmingin av samlaða rakstrarútreiðslunum hjá Føroya Tele, og tí hava vit valt at spara á starvsfólkaøkinum. Vit síggja eisini stórar møguleikar við nýggja húsinum fyri effektiviseringum og rationaliseringum á stovninum, og hesin partur er eisini við í avgerðini, sigur Andras Róin.
Stjórin á Føroya Tele fortelur, at skerjingin í starvsfólkatalinum rakar breitt. Talan er bæði um starvsfólk í miðstaðarøkinum og uttan fyri miðstaðarøkið.
-Uppsøgdu fólkini er bæði høg og lá. Talan er bæði um limir í starvsmannafelagnum og arbeiðarafeløgunum, eins og akademikarar, sigur Andras Róin.
Í dag arbeiða góð 260 fólk á Føroya Tele, og uppsagnirnar hava við sær, at starvsfólkatalið á stovninum lækkar við góðum 10% í næstum

47 mió. kr í avlopi
Føroya Tele hevði eitt rakstaravlop á 47 mió. krónur í fjør. Leiðslan hevur kortini avgjørt at siga 30 fólk úr starvi longu í juni 2004.

Hvussu hongur tað saman?
Tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár vísa eina stóra afturgongd sammett við somu mánaðir í fjør. Inntøkurnar eru lækkaðar við eini helvt, og fyri at fyribyrgja, at støðan gerst verri, hava vit tikið hetta stigið. Hetta er sjálvssagt ómetaliga harmiligt, greiðir Andras Róin frá.
Hann leggur afturat, at skerjingin í starvsfólkatalinum fær ikki veruliga ávirkan fyrr enn í 2005, tí flestu starvsfólkini hava eina uppsagnarfreist á eitt hálvt ár.

Óvist
Spurdur, um fleiri starvsfólk á Føroya Tele kunna vænta at fáa eina uppsøgn við postinum komandi mánaðirnar, svarar Andras Róin, at tað er ógvuliga ilt at meta um.
-Vit vita ikki hvussu búskaparstøðan kemur at verða. Heldur verandi støða fram, kunnu vit ikki lova, at fleiri fólk ikki verða send heim, tí vit eru noyddir til at gera tær tillagingar, ið einaferð eru neyðugar. Men sum sagt, alt er rættiliga óvist, fortelur Andras Róin.
Føroya Tele ætlar at veita uppsøgdu starvsfólkunum hjálp. Leiðslan á stovnunum fer seta í samband við fakfeløgini, og kanna møguleikarnar fyri skeiðum og víðari- og eftirútbúgving til uppsøgdu starvsfólkini.