Fyrsti sigurin við kvinnu EM

Í fimta dystinum við EM í kvinnufótbólti eydnaðist endiliga at finna ein vinnara.

 

Tað var í dystinum millum Frakland og Rusland, og tað kom ikki óvart á, at tað gjørdist Frakland, ið fór avstað við sigrinum, tí í seks teimum seinastu dystunum millum londini stóð Frakland eftir sum vinnari.

 

Frakland hevði fullkomið tamarhald á fyrra hálvleiki og skorði tvær ferðir við Marie-Laure Delie, fyrstu ferð eftir 20 minuttir og seinnu ferð 12 minuttir seinni.

 

Í seinna hálvleiki tóktist Rusland at koma eitt sindur fyri seg, men miðskeiðis í hálvleikinum skoraði Eugénie Le Somme til 3-0, og so var mest sum einvegis ferðsla aftur.

 

Í 84. minutti hendi tó tað, at Rusland fekk minka um munin, tá ein púra vandaleysur bóltur varð spældur fram móti franska botsteiginum og Renate fór púra skeiv av bóltinum. Og so kundi Elena Morozova skora til 1-3.

 

Frakland verður av fleiri serfrøðingum mett at kunna fara allan vegin í EM-kappingini í ár.

 

Sigurin var tó ongantíð í vanda, g hagtølini tala eisini sítt týðiliga mál:

 

Skot á mál:

 

Frakland: 22 - á málið: 12

 

Rusland: 4 - á málið: 2