KÍF leitar aftur til Jugoslavia

Durica Tomic og Iljan Topic eru farnir av landinum, og Kári Durhuus skal venja KÍF í vetur

Nú flestu hondbóltsfeløg eru farin undir fyrireikingar til komandi kappingarár, hava fleiri feløg nýtt hondbóltssteðgin til at leita sær styrk til hondbóltskappingina í vetur.

Eitt av feløgunum, ið hevur roynt at styrkt sær um liðið, eru kollfirðingar. 1. september er ætlanin, at tríggjar jugoslavar koma til Føroya at leika fyri KÍF. Talan er um tveir bakspælarar og ein málverja.

Úr KÍF verður sagt, at allir tríggjir eru fyrst í 20´unum, og at teir eru góðir hondbóltsspælarar, ið avgjørt fara at styrkja um liðið.

Sambandið við jugoslavarnir eru komið í lag gjøgnum spælandi jugoslaviska venjaran hjá KÍF í fjør, Durica Tomic. Durica Tomic er úr býnum Sombor, og teir tríggjir nýggju jugoslavarnir eru úr sama býi.

Tomic og Topic ikki heimaftur
Seinastu árini hava kollfirðingar havt jugoslavarnar, Durica Tomic og Iljan Topic á liðnum. Báðir spælararnir eru farnir av landinum, og teir koma ikki aftur til Føroya.

Umframt at spæla við, var Durica Tomic eisini venjari hjá KÍF, og tí hevur KÍF sett nýggjan venjara. Venjari hjá KÍF í vetur verður vestmenningurin Kári Durhuus. Kári hevur verið venjari hjá KÍF fyrr, og hetta var einaferð í 90´árunum.