dið við trivaligum 5-1 heimasigri á KÍ fyri, at teir fóru í summarfrí á uppflytaraplássi. Í góðveðrinum var LÍF oman á mesta partin av tíðini. LÍF fekk fyrsta málið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Stóri spælarin [...] tveitti seg, bólturin tók í stólpan, og so var 4-1, og Magnus Skoralíð staðfesti rimmar sigurin, tá ið hann úr 16 metrum og umvegis tvørtræið skoraði til 5-1. [...] 1. DEILD Eftir seytjan umfør er kappingin í næstbestu deildini farin í summarfrí. Hetta er fyrsta árið, at næstbesta deildin spennir yvir 27 umfør. Tá ið besta deildin í fjør varð longd úr 18 og upp í
millum Mazda bilverksmiðjuna í Japan og Berg Motors varð undirskrivaður, verður opið leygardagin 1. mars frá kl. 10-16 við nógvum góðum tilboðum. [...] Hetta var um tað mundið, tá valutaloyvini vórðu tikin av, og fólk byrjaðu at keypa privatbilar. Tann 1. mars 1968 skrivaði Jóhannes undir sáttmála við Toyo Kogyo um beinleiðis innflutning av Mazda bilum [...] bíligastu útgávuni 15.700 krónur og tann størri, Mazda 1500, kostaði umleið 18.000 krónur. Mazda var frá byrjan av ein "succes". Byggja virkisbygningar Skrivstovan og eykalutagoymslan hjá Berg Motors var
og henni fara føroyskar fyritøkur eisini at vera við á. Báðar stevnurnar eru Glasgow døgunum frá 30. mars til 1. apríl í ár. Og eins og undanfarin ár fer Menningarstovan aftur ú ár at skipa fyri felags [...] an upplýsir, at í sambandi við Fishing 2000 framsýningini, verður eisini stór ráðstevna í døgunum frá 27. mars til 29. mars og hon verður eisini í somu høll í Glasgow, sum framsýningarnar eru í. Ráðstevnan [...] beinleiðis ferð við Atlantic Airways. Farið verður úr Føroyum týsdagin 29. mars og heimaftur leygardagin 1. apríl. Men í sambandi við ráðstevnuna ber eisini til at flúgva beinleiðis til Skotlands, tí 26. mars
ímóti HB mikukvøldið, so hendi júst tað øvuta frá byrjan av av formuladystinum í Streymnesi sunnudagin. Tað vóru nevniliga gestirnir frá AB, sum tóktust naskari frá fyrsta bríksli, og sjálvt um EB/Streymur [...] tápuligt reytt kort kostaði helst í síðsta enda sigurin. EB/Streymur – AB 2-2 (1-2) 0-1 Rógvi Poulsen, 6. 0-2 Evrard Blé, 24. 1-2 Arnbjørn Hansen, 45. 2-2 Karoly Potemkin, 84. Dómari: Miikka Lahdesmaki (FIN) [...] í netinum, og so var 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Eitt langt trýst Seinni hálvleikur í Streymnesi er lættur at lýsa, tí hesin var eitt langt trýst á málið hjá AB. Frá fyrsta bríksli leyp E
tungt í sjónum, so kunnu teir ivaleyst liva við 3-1 tapinum í Gundadali. B36-GÍ 3-1 (0-0) 1-0: Fróði Benjaminsen 53. 2-0: Ingi Højsted 57. 3-0: Óbi 63. 3-1: Sámal Joensen 88. Dómari: Lassin Isaksen B36: Jákup [...] álopi. Fróði Benjaminsen skoraði fyrsta málið í 53. minutti. Bergur Midjord legði frá baklinjuni í vinstru og flatt út frá til Fróða, sum staddur eitt sindur til vinstru fyri nærra stólpan tamdi sera hegnisliga [...] spælinum. GÍ hevði tríggjar møguleikar, sum kundu havt borið mál við sær. Tveir teirra vóru seint í 1. hálvleiki. Fyrst fluktaði Popczynski eftir horna í høgru. Tað kundi havt borið mál við sær. Lítla løtu
endurtaka bragdið frá 2001. Sosialurin var við til at gera eina sms veljarakanning, sum var púra burtur úr vón og viti. Sera óseriøst av Sosialinum, sum átti at havt lært av brølaranum frá fólkatingsvalinum [...] - Javnaðarflokkurin22,224,2-2,0 D - Sjálvstýrisflokkurin2,44,0-1,6 E - Tjóðveldisflokkurin25,423,61,8 H - Miðflokkurin3,33,10,2 X - Onnur1,21,00,2 [...] gum, sum teir hefta seg við. Í tinghellugrein hjá Hera á Rógvu í Sosialinum 19/2 eru viðmerkingar frá trimum av for-monnunum fyri stóru flokkunum um, hvat teir hildu um veljara-kanningina, sum var kunngjørd
næstbesta liðið gagn av leygardagin. Bara korter var farið av eitt sindur deydligum 1. hálvleiki, tá ið hann hevði lagt HB framum 1-0 og 2-0. Men KÍ svaraði aftur undan steðginum. Vandamikli unglingaspælarin Jósup [...] tá ið John Eystbert fimm minuttir undan leikloki av brotsteigar markinum eftir innlegg og út frá stút frá Krzystof Popczynski smekkaði bóltin í málið. Men í næstsíðsta minutti javnaði innskifti Álvur [...] 1. deild Hesa ferð gekk tað, sum tað so at siga plagar at gera. Oddaliðini vunnu, og dysturin í Hvalba, sum VB/Sumba skuldi verða partur av, varð ikki spældur. Hetta var fjórða ferðin í hesum kappingarárinum
vann 2?1 í Klaksvík og vann FM, eftir at KÍ hevði verið meistari fimm ár á rað. Og 3. september í 1972 eigur at vera góður sum evni í onkrari framtíðar leikskrá. Tá var KÍ í Havnini, dysturin endaði 1?1, og [...] bragdliga fyri. Tær sendu B36, sum hevur verið mett at vera argasti kappingarneytin, aftur til Havnar við 4?1 tapi. KÍ kvinnurnar vóru meistarar í fjør, og tá Sosialurin fyri stuttum skrivaði um Europa Cup luttøkuna [...] sagt, at KÍ kvinnurnar skuldu spæla í Europa Cup kapping í Kekkia. Men nú hevur Sparta Prag boðað frá, at felagið ikki heldur seg til at skipa fyri kappingini. Tí varð neyðugt at finna nýggjar vertir,
r StÍF: Sveinur Justinussen 6(1), Alexandur Johansen 5(1), Artur Johansen 5, Andre F. Danielsen 2, Bent Djurhuus 2, Costin Dumitrescu 2, Jón Rasmussen 1, Marius Joensen 1 Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen [...] neyðugt hjá liðunum at leggja dentin á breiddina í álopsspælinum. Roynt varð við press-spælið upp frá bakkinum, soleiðis at vongspælararnir kundu spælast leysir, og hjá báðum pørtum hepnaðist hetta hampuliga [...] hampuliga væl. Ikki minst hjá Kyndli, har Heini Bendtsen var sera tryggur í avslutningunum. Og sæð burtur frá hesum, so fingu áskoðararnir eisini nakrar av bestu bakspælarunum í landinum at síggja. Costin, Sveinur
Mentamálaráðnum frá, at hann hevur fingið nýtt starv og steðgar sum stjóri á stovninum 1. august. Og líkt er til, at hann eisini verður síðsti stjórin á stovninum. Eftir at hava fingið uppsøgnina frá stjóranum