Terji á Lakjuni, ið hevur verið stjóri í Studna, føroyska stuðulsstovninum fyri lesandi, nógvu síðstu árini, hevur boðað Mentamálaráðnum frá, at hann hevur fingið nýtt starv og steðgar sum stjóri á stovninum 1. august. Og líkt er til, at hann eisini verður síðsti stjórin á stovninum.
Eftir at hava fingið uppsøgnina frá stjóranum, hevur Mentamálaráðnum nevniliga sent starvsfólkunum á stovninum kunning um framtíðina hjá stovninum. Í skrivinum verður gjørt greitt, at ætlanin ikki er at søkja nýggjan stjóran, men verður møguleikin í staðin brúktur at fremja broytingar í leiðslubygnaðinum.
Í skrivi til starvsfólkini upplýsir Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, at leiðslan á Studna fyribils verður løgd í Stýrisdeildina í Mentamálaráðnum, men at virksemið hjá stovninum heldur fram sum vanligt.
Talan er tó bara um eina fyribils loysn, tí aðalstjórin upplýsir, at arbeitt verður við størri broytingum.
- Mentamálaráðið arbeiðir við eini ætlan um møguliga at skipa virksemið øðrvísi, soleiðis at Studni verður ein partur í eini størri fyrisitingarligari eind undir Mentamálaráðnum, sum hevur uppgávur innan stýring og fyrisiting av undirvísingarverkinum, skrivar aðalstjórin til starvsfólkini.
Í skrivinum lovar aðalstjórin eisini, at starvsfólkini verða hoyrd um møguligar broytingar, og at nýggi bygnaðurin verður klárur á nýggjárinum.