Veljarakanningar og politikkarar

Regin Reinert
Hagfrøðingur
??????
Sum vant eftir val, so hevur eitt sindur av kjaki verið um veljarakanningar. Millum politikkarar eru tað keðiligu árinini av veljarakanningum, sum teir hefta seg við. Í tinghellugrein hjá Hera á Rógvu í Sosialinum 19/2 eru viðmerkingar frá trimum av for-monnunum fyri stóru flokkunum um, hvat teir hildu um veljara-kanningina, sum var kunngjørd undan fólkatingsvalinum 8/2. Felags fyri teir tríggjar, Kaj Leo Johanesen, Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, er at teir eru halda at tann eina veljarakanningin, sum var kunngjørd undan valinum, var óheppin. At geva veljarakanningum skyldina tá ið val ikki gangast eftir vild, er nr. 2 á listanum yvir vánaligar umberingar fyri vánaligt val. Nr. 1 á sama lista er: ?Vit hava ikki verið nóg góð til at kommuni-kera okkara boðskap?. Ongantíð er tað boðskapurin sum er skeivur, ella veljaragrundarlagi sum er ov lítið til boðskapin.
Úrslit av vali og veljarakanning eru at síggja í talvuna niðast á síðuni.
Gallup kanningin er grundað á interview við 633 tilvildarliga valdar veljarar í døgunum 1-5 feb. Hagfrøðiliga óvissan í hesari kanning liggur um +/-3% fyri stóru flokkarnar og eitt sindur minnið fyri smáu flokkarnar. Størsta frávikið í kanningini í mun til úrslitið av sjálvum valinum er 2% og tískil lógu øll úrslit í veljarakanningini innanfyri hagfrøðiligu óvissuna. Meðal frávikið er uppá 1%. Kanningin er gjørd í vikuni undan valinum og tekur ikki hædd fyri, at veljarar kunnu skifta meining seinastu dagarnar uppundir val. Harafturat kann viðmerkjast, at tað er eitt sindur verri at gera góðar veljarakanningar av fólkatingsvalum, orsakað av lágu vallutøkuni í mun til løgtingsval.
Sum sagt, so vóru teir tríggir floksformennirnir samdir í at veljarakanningin var óheppin.
Høgni Hoydal dámar als ikki veljarakanningar undan vali - tær kunnu ávirka veljaran og betri hevði verið at bannað kanningunum stutt undan vali, soleiðis sum tær t.d. eru í Frankaríki.
Nógvar kanningar eru gjørdar fyri at staðfesta árin av veljara-kanningum á sjálvt valúrslitið, men tað tykist framvegis vera ivasamt um veljarakanningar í heila tyki ávirka úrslitið. Um so er at veljarakanningar ávirka valið, so er eisini ivasamt hvønn veg ávirkanin fer - eru tað flokkarnir sum klára seg illa í kanningunum, sum fáa ágóðan, ella eru tað flokkarnir sum klára seg væl í kanningunum sum fáa ágóðan?
Eg kann upplýsa, at Gallup í Danmark áðrenn og aftaná fólkatingsvalið í ár spurdi umleið 3000 danir um, hvat fekk teir til at taka avger, um hvønn flokk teir skuldu velja - 3 av hesum søgdu veljarakanningar, so út frá hesum úrslitið eri einki ið týðir uppá at veljarakanningar hava tað øgiligu ávirkanina, sum serliga politikkarar halda.
Um so er at veljarakanningar ávirka úrslitið av einum vali, so dugi eg á ongan hátt at síggja at tað skal vera ein trupulleiki fyri demokratiið - heldur hinvegin! Um onkur veljari broytir meining orsaka av veljarakanningum, so er tað væl tí at veljarin hevur umhugsa støðuna og kemur fram til, at hann heldur vil á ávirka á ein annan hátt enn hann upprunaliga ætlaði. Hvat er trupulleikini við at ein veljari umhugsar støðuna áðrenn hann fer á val??
Undir sjálvum fólkatingsvalinum í 2001 gjørdi Sosialurin eina exit-poll kanning í Ítróttarhøllini á Nabb. Tjóðveldisflokkurin var langt framman fyri hinar flokkarnar í hesi kanning. Tjóð-veldsiflokkurin fekk annan mannin við hetta valið, men hann fekk nógv færri atkvøður, enn exit-poll kanningin spáddi. Høgni ivaðist ikki í, at exit-poll kanningin hevði hildið nógvum tjóðveldisveljarum heima hetta valið. Líka síðan hevur Høgni havt heldur neiliga støðu mótvegis veljarakanningum.
Exit-poll kanningini í 2001 var eitt skúladømi uppá, hvussu ein ikki skal gera veljarakanningar. Fólkini, ið spurd blivu, vórðu ikki tilvildarliga vald - um tey høvdu hug, so kundu tey trýsta inn á eina teldu, hvønn flokk tey høvdu valt. Tað vóru sjálvandi tey ungu, ið fóru yvir til telduna, og tá kanningin varð gjørd í Havn, har ið Tjóðveldisflokkurin stendur sterkari enn aðrastaðni, bleiv kanningin sera misvísandi. Sosialurin útmerkaði seg aftur í ár við at endurtaka bragdið frá 2001. Sosialurin var við til at gera eina sms veljarakanning, sum var púra burtur úr vón og viti. Sera óseriøst av Sosialinum, sum átti at havt lært av brølaranum frá fólkatingsvalinum í 2001.
Jóannes Eidesgaard heldur eisini at veljarakanningar eru óhepnar og at hansara veljarar blivu ávirkaðir til at sita heima.
Eg haldi hetta er at undirmeta veljarnar hjá Javnaðarflokkinum. Sjálvt um Javnaðarflokkurin lá fremstur í veljarakanningini, so vísti kanningin at einki var avgjørt. Tað einasti ið tyktisk greitt, var at Sambandsflokkurin eftir øllum at døma ikki fór at endurvinna sessin á fólkatingi. Fólk sóu hvussu tætt ið tað kundi blíva og tískil var alneyðugt hjá veljarunum hjá øllum flokkum at fara á val. Um hendan veljarakanning hevur ávirka valluttøkuna, so vildi eg mett at kann-ingin hevði við sær, at vallutøkan bleiv hægri enn hon annars hevði verið.
Kaj Leo heldur at veljarakanningar ørkymla meira enn neyðugt og at kanningarnar ikki vísa veruleikan.
Tað er rætt at veljarakanningar eru heftar við hagfrøðiligum óvissum og tískil ikki vísa veruleikan (sannleikan). Tó er tað ein royndur lutur, at veljarakanningarnar sum heild eru á sera góðari leið og tískil geva eina mynd av støðuni, sum er nógv klárari, enn um eingin veljarakanning var. Hinvegin, eru tíðindafólk ofta í so skjót at koma við niðurstøðum, sjálvt kanningarnar sum sagt eru heftar við hagfrøðiligum óvissum. Tað er óivað hetta Kaj Leo sipar til tá ið hann sigur at sigur at hann er troyttur av at gera viðmerkingar til kanningar.
Kaj Leo sigur sum hinir og heldur ikki hann heldur at kanningin var heppin fyri hansara flokk (Sambandsflokkin). Eg dugi ikki at síggja, at nøkur grund er til at halda at kanningin var óheppin fyri Sambandsflokkin. Úrslitið av valinum var ein staðfesting av tí sum kanningin vísti, nevniliga at Sambandsflokkurin lá aftanfyri hinar stóru flokkarnar.

???
ÚrslitGallup 6/2-2005Frávik
A - Fólkaflokkurin24,123,40,7
B - Sambandsflokkurin21,420,80,6
C - Javnaðarflokkurin22,224,2-2,0
D - Sjálvstýrisflokkurin2,44,0-1,6
E - Tjóðveldisflokkurin25,423,61,8
H - Miðflokkurin3,33,10,2
X - Onnur1,21,00,2