1. DEILD
Eftir seytjan umfør er kappingin í næstbestu deildini farin í summarfrí. Hetta er fyrsta árið, at næstbesta deildin spennir yvir 27 umfør. Tá ið besta deildin í fjør varð longd úr 18 og upp í 27 umfør, varð næstbesta deildin framvegis bara 18 umfør.
Støðutalvan vísir, at ein dystur framvegis ikki er spældur. Tað er tann millum VB/Sumba og Royn, sum skuldi havt verið spældur á Jóansøku. Tvær ferðir hava dystir verið avlýstir, tí útiliðið ikki hevur megnað at manna lið. VB/Sumba møtti ikki á Argjum í 11. umfari, og Royn møtti ikki á Sandi í 16. umfari.
At heimaliðini vunnu hesar dystir við málmuninum 0-0 kann fara at vísa seg at hava týdning, tá ið síðstu uppteljingarnar fara at verða gjørdar. Tí nú er tað aftur málmunurin, sum fyrst er avgerandi, um tað stendur á jøvnum í stigum.
Hóast tað resta tíggju umfør, og tað harvið eru tredivu stig eftir at spæla um, so tykist tað longu avgjørt, at VB/Sumba og Royn fara at flyta niður.
Spurningurin um uppflytingina er púra opin, og tað tykist hann fara at verða leingi afturat. Fýra lið eru við í hesi kappingini: B71 og LÍF sum liggja lið um lið í toppinum, AB sum við sigri í Sandavági ivaleyst gjørdi heilt av við vónirnar hjá FSV04 at vera við í kappingini um uppflyting, og so TB sum tað hevur gingið væl hjá seinastu ferðirnar, eftir at tað fyrstu umførini ikki var gott hjá teimum.
FSV04-AB
Tað var tætt og spennandi í stevnudystinum. Leingi varð bíðað eftir málunum. Eina løtu í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið, og Gunnar á Steig, sum aftur hesa ferð vardi AB málið, hevði meistarliga bjarging.
Síðstu løtuna fekk AB tvey mál. Tað restaðu tíggju minuttir, tá ið Tummas Hans Rubeksen skoraði eftir góða framlegging frá Jákupi Martin Joensen. Bara tríggjar minuttir seinni var Tummas Hans aftur upp á spæl. Hesa ferð var tað úr vinstru og úr 35 metra fjarstøðu, at hann snildisliga lyfti upp um málverjan, sum var ov uttarlaga staddur.
Tummas Hans hevur verið buturi frá AB liðnum í tveir mánaðir orsaka av skaða. At tað hevur verið saknur í honum syrgdi hann sjálvur fyri at vísa beinanvegin, nú hann var við aftur.
Magnus Jakobsen, sum áður hevur spælt í AB, men sum higartil í ár hevur verið í B68, var aftur í AB miðverjuni.
SÍ-HB
Sørvingar vildu hava høvi at fara á Vestanstevnu í Sandavági, so hesin dysturin var á skránni longu fríggjakvøldið.
Málmøguleikarnir vóru nógvir í báðum endum, og HB vann 3-2, hóast heimaliðið átti flestu møguleikarnar.
Serliga fyrsta hálva tíman av umfarinum var tað undirhaldandi, tí tá vórðu fýra mál skorað. Í 3. minutti legði Marcello SÍ framum, tá ið hann varð leysur í brotsteiginum. Høgni Joensen skoraði tvey mál fyri HB í 15. og 19. minutti, tá ið hann fekk bóltin inn um verjuna.
Ingi Ole-Jacobsen javnaði til 2-2 í 28. minutti. Hann fekk bóltin á miðjuni og sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann skoraði.
Í 2. hálvleiki kom bara eitt mál. Tað fekk HB í 78. minutti. Málskjútti var Krzystof Popczynski, sum við handara stólpan setti bóltin í málið, eftir at hornasparksinnlegg var snittað við fremra stólpan.
Royn-TB
TB fer í summarfrí, eftir at teir hava fingið fulla úrtøku burtur úr fýra teimum síðstu umførunum.
Hea ferð vitjaði TB grannarnar í Hvalba, har talan var um uppgerð á góða grasvøllinum.
TB legði trýst á beinanvegin. Óli Johannesen var í álopinum, og teir høvdu nógvar royndir, men teir fingu einki mál í 1. hálvleiki.
Jens Hákun Leo, sum stutt undan dystarbyrjan fekk at vita, at hann skuldi verja Royn málið, var sannur brandur og megnaði at halda tætt fyrstu 45 minuttirnar.
Royn legði seg framum fýra minuttir undan steðginum. Bjarni á Hólalagi skoraði, eftir at uppspælið hevði verið í vinstru, og tað varð lagt innfyri.
Átta minuttir eftir steðgin javnaði Olivur Abrahamsen fyri TB.
Hjá Royn kom tað illa við, at teir tíðliga í 2. hálvleiki noyddust at gera tvær útskiftingar.
Óli Johannesen legði eftir ein tíma TB framum 2-1 við beinleiðis frísparki, og lítla løtu undan dystarenda staðfesti Kaj Roest TB sigurin við brotssparki, sum Jens Petur Brattalíð bríkslaði fyri, tá ið Kaj varð feldur í brotsteiginum.
VB/Sumba-B71
Beinanvegin var eingin ivi um, at sandoyingar fóru at vinna. Spurningurin var, hvussu stórur sigurin fór at verða. B71 vann 6-0, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri við tveimum málum.
Heimaliðið hevði verjuna rættuliga frammarlaga, og tað bar pláss til sandoyingar at stinga bóltin inn um verjuna. Wellington átti næstsíðsta fótin á, tá ið Clayton setti hol á. Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið hann lyfti bóltin upp um Heina Jacobsen í heimamálinum.
Tíggju minuttir undan steðginum økti miðvallarin Rasmus Nielsen. Málið var púr opið hjá honum, eftir at Jónsvein Thomsen hevði sneitt framvið málverjanum.
Í fyrsta minuttinum eftir steðgin varð Magnus Olsen feldur í brotsteiginum, og Eli Hentze umsetti úr ellivu metrum. So var talan um avgreiðsluspurning. Clayton Soares styrkti við tveimum málum um sína støðu á máltindinum, og Magnus Olsen slapp eisini upp í part móti VB/Sumba, sum eftir útvísing varð undirmannað seinna partin av 2. hálvleiki.
LÍF-KÍ
LÍF syrgdi fríggjakvøldið við trivaligum 5-1 heimasigri á KÍ fyri, at teir fóru í summarfrí á uppflytaraplássi.
Í góðveðrinum var LÍF oman á mesta partin av tíðini. LÍF fekk fyrsta málið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Stóri spælarin í Leirvík í kvøld, Bárður á Lakjuni, tamdi eftir útspark, fór framvið fleiri í vinstru, og stakk millum beinini á mótstøðumanni, áðrenn hann trillaði bóltin upp á tvørs til Andreas Lava Olsen, sum skoraði.
KÍ var hampuliga væl mannað og stríddist væl, og LÍF vísti gott samanspæl. Fyrsta korterið av 2. hálvleiki skoraði LÍF tvey mál. Í fyrra førinum setti Bárður á Lakjuni bóltin í málið eftir horna úr vinstru, og so sneiddi Andreas Lava Olsen framvið fleiri úr høgru, áðrenn hann mitt fyri málinum setti bóltin í málið.
Álvur F. Christiansen minkaði um munin til 3-1 eftir uppspæl í høgru. KÍ trýsti eitt sindur, og teir høvdu onkran møguleika at fáa spenning í aftur, men so brast ballónin hjá teimum, og LÍF skoraði tvær ferðir. Bárður á Lakjuni lobbaði snilt upp um málverjan, sum tveitti seg, bólturin tók í stólpan, og so var 4-1, og Magnus Skoralíð staðfesti rimmar sigurin, tá ið hann úr 16 metrum og umvegis tvørtræið skoraði til 5-1.