av teimum frægu við góðum kombinatiónsspæli, og spælararnir høvdu helst fingið boð um ikki at fara í skotgravirnar. So um heiðurliga úrslitið og góða áskoðaravinarliga spælið er eitt úrslit av nýggja taktikkinum [...] hevur víst bæði tvey. Viðmerkjarar vórðu annars nógv í iva undan dystinum, um tað var rætt at flyta John Petersen so langt fram á vøllin heldur enn at hava hann sum spælfordeilara á miðvøllinum. Tað skuldi [...] gjørt hattrick. Ein dystur er ov lítið til at meta um evnini hjá nýggja venjaranum. Men hann hevur fingið eina góða byrjan, ið føroyingar fegnast um. Landslið okkara hevur stóran týdning fyri samleikan
at leggja ætlanir fram í tíðina, soleiðis at vit kunnu vera so væl fyrireikað til framtíðina, sum tað nú einaferð ber til. Oljuveitingarhavnina hava vit, og vit bjóða okkum fram, tá um oljuna ræður, men [...] tí fíggjarligu støðuni, og hevur tað sjálvsagt merkt økið. Tey seinastu tvey árini hava vit so megnað at bøtt um hetta, men her er brúk fyri nógvum peningi. Serliga eru tað vegir og øki, saman við gøtulyktum [...] fegnast vit um. Vinnulívið leggur framtíðarætlanir, og hava tær stundum við sær útbyggingar. Her ynskir kommunan at vera ein góður viðspælari og vil gera tað, sum hon kann fyri at skapa so góðar karmar
gleðistárum samstundis sum menn tosa um hesa ræðuligu náttina, sum hevur merkt teir fyri lívið. Ongin kreppuhjálp Um ein slík hending hevði farið fram í dag, so hevði skipið siglt inn og menn fingið kreppuhjálp [...] menn hava barst fyri at leggja aftur um seg og, sum nú skal fram aftur í ljósið. Tó letur til, at øll eru á einum máli um, at hetta bara er gott fyri øll. Ein møguleiki at fáa endað nakað, sum tá og enn [...] beinanvegin. Og so mannin, hvørs koyggju hann svav í og fekk heit og turr klæðir frá aftaná. Á ein ella annan hátt so er tað hugtakandi bert at sita og lurta, meðan menn sita og tosa um hetta. Hvussu eftirtíðin
krýpur fram við húsaveggjunum, uttan at tora at koma í kontakt við nakrar. Tað er ein mynd, ið byggir á fordómar, sum í síðsta enda eru beinleiðis skaðiligir, sigur Súsanna Ó. Skaale og heldur fram: - Flestu [...] staðfestir sálarfrøðingurin. Kvinnuhúsið fær árliga fleiri enn 650 áheitanir um hjálp. Kanningar úr okkara grannaløgum vísa, at so at siga allar kvinnur, sum hava verið fyri fysiskum harðskapi, hava eisini [...] sálarligum harðskapi. – Hóast fysiski harðskapurin er ringur, so er tað tann sálarligi harðskapurin, sum setur síni drúpu spor, tí tað tekur so nógva tíð at koma fyri seg aftur, sigur Súsanna Ó. Skaale,
hava verið sera góð. So at siga øll hava tikið seg fram, bæði tá hugsað verður um styrki og at koma í góða venjing. Øll eru vorðin likamliga betur fyri og hava havt góðar upplivingar um somu leið. Henda fyrsta [...] fyrsta royndin eydnaðist so væl, at Heilsu- og umsorganartænastan hevur gjørt av at halda fram, so nú ber aftur til at melda seg til skeiðið. Í eftirmetingini kundu fysioterapeutarnir millum annað lesa [...] ni leiða fólkini gjøgnum venjingarnar, so at øll kunnu kenna seg trygg og koma væl frá byrjan. Ætlanin er, at tá ið borgarin er lærdur upp, ber til at halda fram sjálv/-ur, tó at toymið framvegis verður
skoraðu og vunnu 4-2. Sammett við undanfarin ár, so eru øll liðini væl tættari hvørjum øðrum, sigur Erling Jacobsen, og hann heldur fram: -Tað ræður um alla tíðina at vera fokuseraður. Tað sóu vit eisini [...] Skála. Vit høvdu tak á tí og løgdu okkum framum 2-0, men síðtu løtuna vóru vit ikki so savnaðir um uppgávuna, og so skoraði Skála, og vit vóru kroystir síðstu minuttirnar, men vunnu tó 2-1. Andreas Lava [...] skaðasteðg. Heðin Hansen er tøkur eftir leikbann, og Hans Jørgen Djurhuus hevur í vikuni ikki vant so nógv saman við hinum, tí hann er skaðadarvaður. 07 Vestur stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Úrtøkan
sýna málningar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Dyrnar lata upp hósdagin 10. juli klokkan 15 og framsýningin heldur fram til 16. juli. Hetta er aðru ferð, at Harry Knudsen sýnur sínar málningar fram í Smiðjuni [...] Føroya. Niðri í Danmark er alt ljóst ella myrkt. Her eru so nógvir ymiskir litir ? líkamikið hvar tú vendir tær, fært tú nýggjar upplivingar ? serliga um summarið, tá dagur rínur saman við nátt, sigur hann [...] ikki havi fingið íblástur frá øðrum listamálarum, ið mála føroysku náttúna ? tvørturímóti, so eri eg altíð so fullur av íblástri hvørja ferð, eg havi sæð málningar hjá eitt nú Kára Svensson ella Zacharias
landsstýri kann skipast uttan um teir. Stóðu hesir flokkar saman, so var bara at fáa ein tingmann afturat at lata vera við at atkvøða ímóti teimum, og so kundu teir stýrt Føroyum fram til 20. januar 2008. Hetta [...] sum sítt fremsta mið. Hesin flokkur var tann veruligi vinnarin av valinum og fór eitt umboð fram. Nú skuldi so bara verið at hildið saman hjá sjálvstýrisflokkunum. Men tíverri tykist støðan at vera sum [...] at teir menn og tær kvinnur, vit hava sett okkara álit á, í hesu lagnustund seta sín egna persón fram um bjarta mál okkara.
inntøkuskattin í heiminum, so vit mugu fáa skattin niður. Og tað eru tey flestu samd um, sigur Jørgen Niclasen, sum tó viðmerkti, at tað ikki verður gjørt eftir einari nátt. So vita vit, hvat samgongan [...] – Skatturin skal vera 20 prosent, og so skal restin fíggjast við brúkaragjøldum, segði hann so bersøgin undir viðgerðini av løgmansrøðuni. Lømaður nam sjálvur við málið í røðu síni á ólavsøku. Hann [...] skattatrýst upp ímóti 60 prosentum. Tað hevði tí verið ynskiligt, at vit lækkaðu skattaprosentið niður á 20 prosent, segði Hanus Samró – og hann helt fram: – 10 prosent í landsskatti og 10 prosent
drukku seg so dýrandi full, at tey máttu hjálpast til hús. Serliga rósar løgreglan einum borgara, sum var á veg til húsar í Eysturbýnum í Havn mitt um náttina. Á leiðini til húsar, gekk hann seg fram á ein [...] Hetta var á einum vegastrekki, har til ikki er nógv ferðla mitt um næturnar, so hann var heppin, at hann var funnin. Maðurin, sum gekk seg fram á hann, royndi at fáa lív í hann, men tað var púra til fánýtis [...] til hús. Eitt undantak var ein ungur drongur, sum var so ólátaður í býnum í Havn, at løgreglan fór eftir honum. Talan var um ein drong av bygd, so eftir, at løgreglufólkini høvdu fingið eitt prát við hann