Toppliðið og FM favoritturin Víkingur fær seinnapartin vitjan av 07 Vestur, sum er á niðurflytingarplássi.
Erling Jacobsen hevur verið drúgvur og trúgvur í Víkinga miðverjini. Hann sigur seg avgjørt ikki rokna við avgreiðsluspurningi í Sarpugerði:
-Vit hava spælt tvær ferðir ímóti 07 Vestur. Í Gøtu endaði tað 2-2, og í Sørvági vóru teir frammanfyri 2-0, áðrenn vit skoraðu og vunnu 4-2. Sammett við undanfarin ár, so eru øll liðini væl tættari hvørjum øðrum, sigur Erling Jacobsen, og hann heldur fram:
-Tað ræður um alla tíðina at vera fokuseraður. Tað sóu vit eisini, tá ið vit síðsta dyst vóru á Skála. Vit høvdu tak á tí og løgdu okkum framum 2-0, men síðtu løtuna vóru vit ikki so savnaðir um uppgávuna, og so skoraði Skála, og vit vóru kroystir síðstu minuttirnar, men vunnu tó 2-1.
Andreas Lava Olsen er farin at venja aftur eftir langan skaðasteðg. Heðin Hansen er tøkur eftir leikbann, og Hans Jørgen Djurhuus hevur í vikuni ikki vant so nógv saman við hinum, tí hann er skaðadarvaður.
07 Vestur stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Úrtøkan úr fýra teimum seinastu royndunum er fimm stig, og tað eru fýra stig og soltnari málmunur fram til bjargingarplássið.
At tað kann bera til ímóti toppliðum sást síðst, tá ið tað eydnaðist at røkka 1-1 á heimavølli ímóti KÍ:
-Hetta var sera týdningarmikið stig fyri moralin og alt annað á og kring liðið, nú vit hava havt góðar stundir at fyrireika okkum til avgerandi dystirnar. Setningurin er at vinna neyðugu stigini, og vit halda okkum hava møguleika fyri tí, sigur 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen, og hann heldur fram.
-Tølini siga, at vit standa okkum betri á útivølli enn á heimavølli, og síðst vunnu vit stig í Sarpugerði. Víkingur hevur skorað fleiri mál ímóti okkum í sambandi við deyðbóltar. Tað ætla vit ikki skal koma fyri ídag.
Miðverjin Martin Tausen og miðvallarin Sølvi Egilsson eru leikbannaðir, og Gunleif Magnusarson er framvegis skaðadarvaður.