Er tað bíligari at koyra næmingar úr skúlunum í Havn til Klaksvíkar. Hettar er eitt løgið roknistykki. Avgerðin er politisk, man tað vera Sámal Petur í Grund, ið var so gávumildur við Sjómansskúlan í Klaksvík [...] so fyri Sjálvstýrisflokkin tykist at verða, at leggja hetta økið meira í oyði. Og tá hugsað verður um at leggja kommunur saman, sær út til at vinnumálastýrið er byrjað at býta sundur aftur, kanska koma [...] Klaksvík, áðrenn hann fór úr Nesinum, so sigast kann, at hann hevur arbeitt skjótt onkustaðni, men ikki kann sigast, at hann hevur verið líka skjótur her í Sundalagnum. Ikki hava vit nógv arbeiðspláss
væl at umstøðunum ? Kappingin er hørð, men vit eiga uml. 80 prosent av marknaðinum, so tað er ikki so galið. ? Vit mugu bara syrgja fyri at halda fast við tað, og hetta er okkara mátið at gera tað uppá [...] annað gott verður brúkt í kappingini. Tað er fíggjarliga óforsvarligt hjá Fóm, at fara inn í eina tílíka kapping, serliga tí at útgerðin til slíka ísframleiðslu er sera kostnaðarmikil, og tað er spunringur [...] uppá. Við at økja um »produktsortimenti«. Tað starvast í løtuni fýra fólk hjá Fóm. Árni Svartafoss sigur, at tað er eitt sindur skiftandi, alt eftir hvussu nógv er at gera, men hesi fýra eru minimum. ? Vit
Kanska eg kann loyva mær at spyrja ein løgnan spurning: »Hvat er at hava eitt natúrligt forhold til hash og atom«?? At ein nýtir eitt sindur av tí, til ávísar tíðir?? Væl veit eg, at rúsdrekka ikki er tað [...] og best er um tey læra hetta heima við hús - saman við foreldrunum«. Eg veit væl, at eitt evni kann verða trupult at lýsa, men mær tykir, at sendingin hevði slagsíðu frá byrjanini av. Minnist eg rætt, so [...] »natúrliga« forhold til rúsdrekka er: at eg nýti ikki rúsdrekka. Hetta geri eg av fleiri grundum. Her skulu bara nevnast tvær: 1) Fyri at verja meg sjálvan. 2) Fyri at verja mín næsta. Uppgávan hjá foreldrum
skjótast tilber verður sett í viðgerð. Hendan viðgerð kann bæði vera medisinsk og pedagogisk. Fyri at kunna eygleiða er tað týdningarmikið, at fakfólk kenna tey eyðkenni, ið eru sermerkt fyri MBD/ DAMP, og [...] líka frá móðurlívi. Hetta kunnu t.d. vera børn, ið eru sera ring at troysta, hava havt kolik og hava verið torfør at tulka signalini frá. Ein hevur leingi hildið, at hesi børn »vaksa frá« teim eyðkennum [...] ofta kenna og hoyra foreldur, at tey óivað eru ein av orsøkunum til, at barn teirra hevur hesar trupulleikar. Egil Ruud undirvísti í MBD/DAMP sum eitt viðføtt brek, ið ger, at barnið verður virkistarnað,
í netið til 24-21, noyddist StÍF-liðið at ásanna, at hóast tær eitt skifti í kappingini lógu sera væl fyri, eydnaðist tað ikki at vinna gull í ár. Í staðin var tað Kyndil, sum kundi opna sjampanjufløskurnar [...] leygardagin var tað fult uppiborið. Hinvegin hava tað í ár verið trý lið, sum hava verið so at siga eins góð, men umframt at vinna teir týdningarmiklu dystirnar hevur Kyndil eisini havt hepnið, sum er neyðugt [...] ring fyri StÍF, og tað var her, at veruliga avgerðin fall. Illa gekst í hond hjá strandakvinnunum, meðan bæði verjan og álopið hjá Kyndli koyrdu sera væl hesa løtuna. Tað hevði við sær, at munurin øktist til
sigur Ann Hansen. ? Nógv fólk var og hugdi at dystinum á Skála, og tað var torført at kommunikera á vøllinum orsakað av øllum ganginum. Tað hjálpti okkum, at vit høvdu roynt júst hetta fyrr í ár, í st [...] Ann Hansen er ein av »veteranunum« á liðnum, sum leygardagin gjørdist føroyameistari, og saman við Lotte Sørensen hevur hon verið tann raskasta at gera mál hjá Kyndli í ár. ? Hetta er tað, man miðar ímóti [...] og nú gekk tað endiliga, sigur hon um FM-heitið, sum besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann fyri fyrstu ferð síðani 1981. ? Vit hava havt eitt stak gott lið í ár, og tað hevur verið stuttligt at spælt, tí trý
vestmenningum, eftir at hann var komin á vøllin. Veteranar gingu á odda Tað er ómøguligt at endurgeva dystin leygardagin uttan at nevna allar ónollurnar, sum vóru. Tað er harmiligt at síggja spælarar gera [...] bólturin ikki er nær námind, serliga tá ein hugsar um øll børnini, sum sita og hyggja at og kanska hava spælararnar sum fyrimyndir. Tað, sum ger slíkt enn beiskari at svølgja, er, at tað eru summir av [...] einaferð, at hann er ein av okkara allarfremstu málverjum, meðan Jens Skipagøta í hoyvíksmálinum, ið kom inn fyri Hákun Djurhuus aftaná 20 minuttir, stóð kanska sín besta dyst nakrantíð. Nevnast kann, at Jens
Føroyum. At H71 hevur havt eitt sera gott kappingarár, er eingin loyna. Orsøkin til hetta er, sambært Jákupi Símuni, at teir hava havt ein sera góðan leikandi venjara, og haraftrat hava teir fingið gott fólk [...] um hann helt, at vestmenningar vóru teir rættu føroyameistararnir 1998. Hann helt, at tað vóru teir avgjørt; teir hava kanska breiðasta hópin í landinum, og Jákup Símun helt eisini, at vestmenningar vóru [...] fólk úr øðrum feløgum. Hann segði eisini, at teir hava góðar vónir um framtíðina, tí at H71 hevur sera gott fólk í yngru deildunum.
áhoyrararnir fingu seg til at bróta tøgnina. Jóhannes og Beethoven Klaverkonsert nr. 5 er óivað so mikið kend, at neyvan er neyðugt at fara í smálutir. Men júst hetta er kanska tað, ið krevur mesta dirvið [...] um truplu venjingarumstøðurnar, er tað at undrast á, at hetta í veruleikanum letur seg gera. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at nýtt meiri tíð og lagt størri orku í at fara í smálutir við eini skrá. [...] longri, og skótt er nógv at gera hjá øllum orkestrinum. Strúkararnir fáa lítla hvíld, og nógv harpiks fer fyri skeytið í hesum satsi. Framúr gott framfýsni eyðkendi finaluna. Tað er hugaligt at lurta, tá orkestrið
styrki var at duga at siga frá soleiðis, at bæði stór og smá lýddu á. Theodor, sum hevði so stóran alsk til náttúruna og alt, sum hon gevur, hevði vónað, at hann enn einaferð fór at sleppa at síggja várið [...] útvarpssendingum var hann at hoyra, og her legði tú til merkis, hvussu gott skil hann hevði á staðanøvnum, og hvussu væl hann annars kendi land okkara. Theodor hevði eisini sítt at stríðast við. Við hjálp [...] vóru í líknandi støðu. Mangan varð eisini heitt á hann um at vera til hjálpar, og vísti hann eisini her síni frálíku menniskjansligu evni. Saknurin er størstur hjá konu og og børnum og teirra, men eisini vinfólk