Brandskúlin við Áir

Bíligari er at byggja út í Klaksvík, tí tað er so dýrt at reisa úr Klaksvík til Áirnar.

Er tað bíligari at koyra næmingar úr skúlunum í Havn til Klaksvíkar. Hettar er eitt løgið roknistykki. Avgerðin er politisk, man tað vera Sámal Petur í Grund, ið var so gávumildur við Sjómansskúlan í Klaksvík, áðrenn hann fór úr Nesinum, so sigast kann, at hann hevur arbeitt skjótt onkustaðni, men ikki kann sigast, at hann hevur verið líka skjótur her í Sundalagnum. Ikki hava vit nógv arbeiðspláss her í sóknini, so fyri Sjálvstýrisflokkin tykist at verða, at leggja hetta økið meira í oyði.

Og tá hugsað verður um at leggja kommunur saman, sær út til at vinnumálastýrið er byrjað at býta sundur aftur, kanska koma posthúsini aftur.

Nei hetta er eitt hundalív!


Jógvan Mørkøre

Hósvík